Greið mál og hugsjónir hava flutt Føroyar

13 September 2011
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Øll tey mál, sum í vit í dag dýrmeta sum okkara fremstu virði, eru komin av greiðum málum og hugsjónum: Mál, mentan, egið flagg, fiskimark, undirgrund, skúlar, vinna, sosialar skipanir og heilsuverk

Tað er í veruleikanum at fegnast um, tá vit hugsa um tey politisku úrslit og avrik, ið hava flutt Føroyar framá. Tey málini, sum í dag savna okkum mest og sum vit dýrmeta, elvdu í síni tíð til stórt stríð, stóra mótstøðu og skiltu okkum.

Stríðið fyri føroyskum máli. Egnari mentan. Egnum flaggi. At fáa egið fiskimark. Undirgrund. Egnar skúlar og Fróðskaparsetur. At fyrisita og gjalda fyri okkara sosialu skipanir og heilsuverk. At hava egna altjóða umboðan í ítrótti og politiskum felagsskapum. At krevja okkara rætt í bankamálinum.

Mótstøðan var stór. Tað varð skírt at vera víðgongt og polariserandi. Og eisini gjørt til gjøldurs.

Men málini vórðu ikki slept ella bundin inn í loysnir, ið ikki slapst burturúr aftur. Undirgrundin tók til dømis 17 ár at taka yvir – og tíbetur vórðu ráðini ikki fylgd um at gera hálvar loysnir við felags umsiting – sum fleiri skutu upp.

Og tá ið málini eru framd, taka øll undir við teimum og gera tey til síni. Tá verður tað heldur mett at verða víðgongt og polariserandi at vera ímóti. Um vit í dag høvdu eina fólkaatkvøðu um at taka føroyskt úr skúlanum ella sleppa undirgrundini og fiskimarkinum ella egnari fyrisiting av flestu málum, hevði tað neyvan havt stóra undirtøku.

Úrslitini eru rokkin, tí nógvar ymsir flokkar, politikarar, og felagsskapir og einstaklingar hava staðið við og stríðst fyri sínum hugsjónum – hóast tey ikki verða rokkin eftir stuttari tíð. Og bert við greiðum málum og greiðari talu, ber eisini til at gera tær praktisku loysnirnar, sum lyfta Føroyar framá.

Fólkatingsval og politisk mál
Fólkatingsvalið snýr seg eisini um hugsjónir og mál. So leingi hesi val verða hildin, eru tey fyrst og fremst ein spurningur um at velja eina politiska leið og at senda greið tekin til danska tingið og umheimin. Ongin orsøk er at fjala tað burtur.

Vilja vit senda eina greiða tjóðskaparrødd at umboða okkum, ið kann vinna virðing fyri føroyskum sjálvstýrisstríði og arbeiða greitt fyri okkara rættindum sum tjóð? Ella skulu vit venda aftur til tað gamla, har avgerðir verða tiknar yvir høvdið á okkum, tí føroysk framtíðarmál verða flutt inn í danskan innanríkispolitikk og floksavtalur?

Komandi fýra árini fara nógv týðandi mál at verða viðgjørd um okkara framtíð – í Føroyum, á fólkatingi og í altjóða samfelagnum.

Seinastu árini hevur tað eydnast at broyta fólkatingsumboðanina grundleggjandi og at fáa føroysk framtíðarmál og rættindi at liggja fremst gjøgnum stóra arbeiðið í Norðuratlantsbólkinum. Sleppur bólkurin at halda fram, hava vit hava mong nýggj mál á skránni, sum hava týdning fyri framtíðarstøðu Føroya.

Eg fari at heita á øll tjóðskaparhugað í Føroyum um at standa saman og ikki spjaða sjálvstýriskreftirnar í Føroyum.

Tjóðveldi hevur ein vala lista av kvinnum og monnum, sum øll vilja arbeiða fyri tjóðskaparmálum og vilja tala greitt í Føroyum sum uttanlands.

Høgni Hoydal