Góðtekur landsstýrið, at peningastovnarnir flyta allar sínar skipanir av landinum?

23 September 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Sum skilst, verða sostatt allar skipanir viðvíkjandi peningaviðurskiftum hjá føroyskum borgarum fluttar burtur frá ábyrgd og myndugleika hjá føroyskum myndugleikum. Hvør upplýsing, rokning, gjald, flyting og uppgerð í peningaviðurskiftunum hjá einum føroyskum borgara og millum føroyskar borgarar skal harvið av landinum at venda, um eitt virkandi, nútímans støði skal haldast. Snøgt sagt, fer ikki at bera til at keypa ein kaffipakka ella gjalda eina rokning til grannan, uttan at tað fer fram uttanlands og við teimum treytum, sum settar verða í tí landi, har skipanirnar verða fluttar til.

At hetta fer at ávirka ómaksgjøld, er neyvan nakar ivi um við teirri gongd, ið verið hevur í fíggjarheiminum. Hvørja ferð vit gera eina peningaflyting, fara vit sostatt at gjalda eina helst vaksandi upphædd til eina skipan aðrastaðni. At fæið til at menna førleikar á økinum og støðugt menna okkara møguleikar at taka javnbjóðis lut í altjóða skipanum og tøkniligari menning, verður flutt til at menna skipanir aðrastaðni, er eisini eyðsýnt. Og hvørja ávirkan hetta hevur á skatta- og avgjaldsinnkrevjingarskipanir, sum higartil hava verið eitt serstakt samstarv millum peningagastovnar og tað almenna, stendur eftir at greina.

Henda gongd er eisini beint ímóti tí samtykt, sum Løgtingið einmælt gjørdi í ár 2000, um at peningastovnarnir ikki skuldu flyta sínar skipanir av landinum. Men sum síðani eftir øllum at døma er sett til viks við avgerðum í landsstýrinum.

Tí er soljóðandi skrivligur fyrispurningur í dag sendur Løgtinginum til landsstýrismannin í Fíggjarmálum at svara.

Vinarliga

Høgni Hoydal

Skrivligur fyrispurningur til

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um at flyta út allar peninga- og gjaldsupplýsingar føroyinga, føroyska serfrøði á økinum og ábyrgdina fyri trygdina av upplýsingum

Kann landsstýrismaðurin vátta, at peningastovnarnir í Føroyum eru í holtur við at flyta allar sínar elektronisku peninga-, gjalds-, konto- og skrásetingarskipanir av landinum?

Góðtekur landsstýrið, at allir peninga- og gjaldsupplýsingar umframt gjaldsskipanir hjá føroyskum borgarum, stovnum og fyritøkum, verða flutt av landinum til skipanir, ið føroyskir myndugleikar onki ræði og onga ávirkan og ábyrgd hava á?

Góðtekur landsstýrið, at øll serfrøði á peninga- og gjaldsskipanarøkinum og serfrøði at menna skipanirnar, miðvíst verður flutt burtur úr Føroyum?

Góðtekur landsstýrið, at ongin elektronisk gjalding, flyting ella peningaupplýsing kann vera í Føroyum, men at alt skal fara fram uttanlands?

Góðtekur landsstýrið, at trygdin fyri so grundleggjandi upplýsingum og skipanum, sum eru í peninga- og gjaldsmiðling, verður løgd burtur frá føroyskum lóggávuvaldi og heft í skipanir, ið vit onga ávirkan ella ræði hava á?

Hvørjar avleiðingar metir Fíggjarmálaráðið, at gongdin við at útflyta allar peninga- og gjaldsskipanir fer at hava fyri elektronisku skipanirnar við skatta- og avgjaldsinnkrevjing í Føroyum – og hvørjar fyrireikingar eru gjørdar til tess at umleggja hesar almennu skipanir?

Hvussu metir landsstýrismaðurin, at føroyskir myndugleikar kunnu tryggja at lóg um persónsupplýsingar og onnur føroysk lóggáva verður hildin á peninga- og gjaldsmiðlanarøkinum?

Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at føroyskir myndugleikar kunnu tryggja føroyskum borgarum, at teirra peninga- og gjaldsviðurskifti eru vard frameftir og at skipanirnar rigga, uttan mun til, hvat hendir í eitt nú donskum skipanum?

Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at føroyskir myndugleikar kunnu hava ávirkan á ómaksgjøld fyri at flyta pening, taka pening út, gjalda rokningar v.m. í Føroyum?

Hvønn politikk hevur landsstýrið, tá ræður um at menna nútímans og trygdargóðar skipanir, serfrøði og føroyskan førleika á peninga- og gjaldsskipanarøkinum?

Viðmerkingar

Í fjølmiðlunum hava í seinastuni verið fleiri upplýsingar um, at peningastovnarnir eru í ferð við at flyta allar sínar elektronisku skipanir av landinum. Skipanirnar BEC og SDC hava verið nevndar sum høvuðsálitið frameftir.

Sum skilst, verða sostatt allar skipanir viðvíkjandi peningaviðurskiftum hjá føroyskum borgarum fluttar burtur frá ábyrgd og myndugleika hjá føroyskum myndugleikum. Hvør upplýsing, rokning, gjald, flyting og uppgerð í peningaviðurskiftunum hjá einum føroyskum borgara og millum føroyskar borgarar skal harvið av landinum at venda, um eitt virkandi, nútímans støði skal haldast. Snøgt sagt, fer ikki at bera til at keypa ein kaffipakka ella gjalda eina rokning til grannan, uttan at tað fer fram uttanlands og við teimum treytum, sum settar verða í tí landi, har skipanirnar verða fluttar til.

- At hetta fer at ávirka ómaksgjøld, er neyvan nakar ivi um við teirri gongd, ið verið hevur í fíggjarheiminum. Hvørja ferð vit gera eina peningaflyting, fara vit sostatt at gjalda eina helst vaksandi upphædd til eina skipan aðrastaðni.

- At hetta hevur ta avleiðing, at føroyskir myndugleikar hvørki hava nakað innlit ella ávirkan á at tryggja upplýsingar og haldføri í skipanum – og at løgræði á økinum harvið verður flutt – tykist heldur ongin ivi vera um.

- At fæið til at menna førleikar á økinum og støðugt menna okkara møguleikar at taka javnbjóðis lut í altjóða skipanum og tøkniligari menning, verður flutt til at menna skipanir aðrastaðni, er eisini eyðsýnt.

- Og hvørja ávirkan hetta hevur á skatta- og avgjaldsinnkrevjingarskipanir, sum higartil hava verið eitt serstakt samstarv millum peningagastovnar og tað almenna, stendur eftir at greina.

Grundgevingarnar fyri at fremja hesa útflyting av førleika, ábyrgd og trygd á einum so týdningarmiklum øki hjá hvørjum einstøkum borgara, eru væl kendar. Ført verður fram, at vit eru ov fá til at menna egnar skipanir, at tað er ov kostnaðarmikið, og at tey, sum muta ímóti, vilja innibyrgja Føroyar.

Til tað er at siga, at tað ber væl til at samstarva um og taka lut í altjóða samstarvi á hesum øki, uttan at flyta allar skipanirnar av landinum. Og vit hava fleiri dømi um, at við elektroniskum journalskipanum á heilsuøkinum, skipanum hjá fyritøkum, almannaverkinum o.s.fr., ber væl til at menna føroyskan førleika og samstarva við altjóða fyritøkur, keypa serfrøði og skipanir uttanífrá o.s.fr.

Politiska søgan aftanfyri gongdina

Politiska undirbrotligheitin í hesum máli, er íkomin eftir eitt støðugt trýst frá peningastovnunum, sum við lýsingarherferðum móti tásitandi landsstýrismanni á økinum gingu harðliga ímóti teirri einmæltu samtykt, sum Løgtingið gjørdi í 1993 og síðani endurtok í 2000.

Rættarnevnd Løgtingsins skrivaði hetta einmælta álitið, tá lógin um persónsupplýsingar var til viðgerðar í ár 2000:

“Rættarnevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýst, at grein 17, stk. 4, er sett í lógina til tess at tryggja, at allar edv-skráir skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, og til tess at fyribyrgja, at eitt nú peningastovnarnir flyta sítt edv-samskifti av landinum og sostatt eisini upplýsingar um peningavirðurskifti hjá føroyskum borgarum. Rættarnevndin er samd við landsstýrismannin, at slík gongd eigur at fyribyrgjast, og mælir landsstýrismanninum til við heimild i grein 17, stk. 3, beinanvegin og áðrenn gildiskomu lógarinnar at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at henda kunngerð kemur at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna.

Harumframt skjýtur rættarnevndin upp, at grein 16, stk 1, verður herd soleiðis, at tað í henni beinleiðis verður ásett, at meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum".

Við hesum broytingum heldur Rættarnevndin, at politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samstarv av landinum, er rokkin."

Ein kunngerð varð síðani gjørd, ið forðaði fyri, at peningastovnarnir kundu flyta sínar skipanir av landinum. Men peningastovnarnir løgdu so stórt trýst á einstakar tingmenn, ið annars høvdu tikið undir við og atkvøtt fyri lóggávuni, at teir hálsaðu um.

Tá Jógvan við Keldu gjørdist landsstýrismaður í innlendismálum í 2004, broytti hann kunngerðina eftir ynskjum peningastovnanna – hóast hetta gekk beint ímóti tí, sum eitt samt Løgting hevði samtykt.

Og í dag síggjast so avleiðingarnar av hesum, har peningastovnarnir eftir øllum at døma eru í holtur við at flyta allar skipanirnar av landinum.

Á løgtingi 23. september 2009

Høgni Hoydal