Góðtaka ikki skerjingar í túratalinum

16 September 2014
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Vit í Tjóðveldi taka størstu frástøðu frá ætlanini um at skerja túratalið hjá Smyrli. Hinvegin eigur landsstýrismaðurin heldur at virka fyri at hækka um túratalið.

Tað er átaluvert at 10 % av fólkinum soleiðis skulu vera fyri vanbýti. Samstundis sum landið verður samanbygt aðrastaðni verður suðuroyarleiðin niðurlaga á ein háttur, sum bæði er til ampa fyri fólk, vinnulív, trivnað og menning í oynni.

Í fíggjarlógarviðgerðini, sum nú verður, fer Tjóðveldi sjálvsagt at gera alt fyri at fáa játtanina til Strandferðsluna at hækka.

Við viðmerkingunum í greinini “Útjaðarin aftur fyri háttafalli” verður støða floksins, og lysing av støðuni, at rokna sum umboðandi floksins sjónarmið hesum máli.

Meira um sama evni

No items found.