Undir ABC-dýnuni í føroyskum politikki verður ongin settur til svars ella til ábyrgdar fyri sínar gerðir. Tískil sleppa ABC-flokkarnir at siga hvat sum helst, geva øðrum skuldina fyri egin mistøk og egna ómegd og at tosa beint ímóti sínum egnu gerðum.
Ábyrgdin liggur altíð hjá onkrum øðrum
Landsstýrisfólk – ið sambært lóg hava fulla ábyrgd av at fyrisita á sínum málsøki – sita dagliga í fjølmiðlunum og harmast um avgerðirnar á teirra egnu málsøkjum og geva øðrum skyldina, hóast tey hava eina sonevnda breiða samgongu við 20 tinglimum.
Høvuðsboðskapurin hjá teimum, ið sum ráðharrar eru vald at leiða landið er: Eg vildi gjarna gjørt okkurt, men hini vilja ikki! Ella: Nei, hetta er ikki mítt øki, spyr onkran annan í landsstýrinum. Ella: spyr eina nevnd, ið vit hava sett av embætisfólki. Haldi ikki, at vit enn hava hoyrt nakað av teimum 9 fólkunum í landsstýrinum havt nakra meining ella ætlan um sítt málsøki. Hinvegin hava tey sterkar meiningar um málsøkini hjá hinum, nevniliga tá tey siga nei.
Sum tá Fólkaflokkurin og síðani sambandsflokkurin prika hol á allar luftballónirnar hjá javnaðarfólki.
Serliga stuttligur er sum so ofta Hans Pauli Strøm. Í 4 ár hava hann og javnaðarflokkurin sitið á almannamálum og hava hækkað útreiðslurnar við fleiri hundrað milliónum. Fyrst og fremst orsakað av vantandi stýring, tí ringt er at síggja nakað aftur til hesar pengarnar, hjá teimum sum tørva.
Tilvitað hevur javnaðarflokkurin steðgað útleggingini av eldraøkinum til kommunurnar, sum semja var um, áðrenn javnaðarflokkurin kom í landsstýrið í 2004 og sum er tað einasta, ið hevði kunnað loyst akutta røktartørvin. Men nú Rósa Samuelsen hevur arvað upptakið frá Hans Paula, fer hann í bløðini og krevur eina loysn fyri teir mongu røktarsjúklingarnar á Landssjúkrahúsinum og leggur ábyrgdina á Rósu.
...egndu fyri sær sjálvum
Undir fíggjarlógarviðgerðini gjørdu ABC-flokkarnir av, at teir pensjónistar, ið bert hava fólkapensjón at dúva uppá, skuldu gjalda lutfalsliga størsta prísin fyri skattalættarnar hjá fólkaflokkinum og undirskotið á fíggjarlógini. ABC-flokkarnir tóku eisini burtur stuðulin til eldratilhald kring landið. Og enntá tóku teir 33.000 krónur frá einkjubørnum og grundgóvu við skelvandi rødd fyri, at hetta var neyðugt orsakað av altjóða fíggjarkreppuni (!).Harafturat slepti samgongan øllum teimum bjørtu samtyktunum hjá CHE-samgonguni um útbúgving, gransking og mentan.
Upp undir triðju viðgerð sótu samgongufólk og samráddust út á náttina. Vit trúðu veruliga, at nú var onkur sosial sál vaknað og onkur, sum tordi at taka undir við uppskotunum frá Tjóðveldi um, at tey vælbjargaðu mugu gjalda meira, meðan veikastu bólkarnir, umframt útbúgving og mentan skulu mennast.
Og jú. Eitt broytingaruppskot kom frá samgonguni. Jóannes Eidesgaard, Jóhan Dahl, Jacob Vestergaard og Hans Pauli Strøm høvdu sligið nevan í borðið ímóti niðurskurðum.
Niðurskurðum hjá hvørjum? Ja, hjá sær sjálvum! Teir fýra fingu eina millión meira í part til sínar egnu fyrisitingar. Almannaøkið hjá Rósu Samuelsen og mentan og útbúgving hjá Helenu Dam á Neystabø fingu ikki inn í eygað, og har sló ongin nevan í borðið.
Peningurin, sum teir fýra avgjørdu landsstýrismenninir fingu til sína egnu fyrisiting, var á leið sama upphædd, sum tann, ið varð skorin hjá fólkapensjónistum og einkjubørnum. Og eisini sama upphædd, sum Fróðskaparsetrið tørvar til tess at halda fram við menningarætlanini, sum CHE-samgongan setti í verk.
Ævigheitsmaskinan hjá Javnaðarflokkinum
Og hvat sigur javnaðarflokkurin um hetta?
Jú, Gerhard Lognberg fer í bløðini og fær fría talutíð á Rás2 at skelda um avgerðirnar og tosar um at verja tey lágløntu í Føroyum. Men hann sat sjálvur trúliga og atkvøddi saman við øllum javnaðarflokkinum og samgongulimum fyri øllum tí, sum hann nú skeldar um.
Og javnaðarflokkurin feldi øll tey meira enn 60 broytingaruppskotini hjá Tjóðveldi, sum høvdu bøtt um samhaldsfestið, gagnað útbúgving, mentan og umhvørisvernd og broytt fiskivinnupolitikkin. (Tey, ið vilja hava sjón fyri søgn kunnu hyggja á
http://www.logting.fo/casenormal/viewState.gebs?caseState.id=1515&menuChanged=16 )
Síðani fer Javnaðarflokkurin á sonevndar innahýsis fundir og sendur eitt tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har tey boða frá samhaldsfesti og einum nýggjum fiskivinnupolitikki (!).
Í heimastýrisábyrgdarloysinum hevur Javnaðarflokkurin sostatt uppfunnið ævigheitsmaskinuna: Í verki rekur hann reinan fólkaflokspolitikk við asosialum skattapolitikki og vinnupolitikki fyri tey úrvaldu. Tá hesin politikkur hevur skapt risaundirskot og búskapartrupulleikar, velur hann at skerja almannaøkið, veikastu pensjónistarnar, útbúgving og gransking – og sjálvt einkjubørnini. Síðani skeldar hann inn á sínar egnu avgerðir og bjóðar seg fram at verja fólk móti avleiðingunum av sínum egna politikki.
Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at frelsa okkum frá sær sjálvum.
