Frælsisrørslunar skulu fylkjast!

8 May 2012
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Røða í Grasagarði á “Nú er nokk!”- tiltakinum hjá Unga Tjóðveldinum og Sosialistiskum Ungmannafelag undan 1. mai 2012

Gott fundarfólk!

Fyrr vart tú dreymur í huga
- á reki sum morgunskýggið,
nú ert tú mansbarn á foldum
- kykur og dýrasti uggi.
---
Markleyst breiðist nú fyri tær fold,
við havsins fløtum so víða
- faðir tín festir ein heim í bond
at liva til evstu tíða.

Hetta eru tvey ørindi úr tveimum ymiskum yrkingum eftir Christian Matras. Tey snúgva seg um dreymar, um lív og kærleika, ið gerast veruleiki. Tey snúgva seg um markleysar møguleikar á foldum. Og tey snúgva seg um bond, um samanhald og um framtíð.

Og tað er um hetta eg fari at røða her í kvøld. Á hesum so eggjandi og vónarskapandi undan 1. mai-tiltaki hjá tjóðveldisungdómi og javnaðarungdómi.

Dreymar, vald og virðing
Vit hoyra tað so oftani: Tit eru jú bara droymarar! Tit mugu fyrihalda tykkum til veruleikan! Tit royna at øsa alt upp, heldur enn at binda frið og vísa virðing fyri valdinum!

Og ja. Vit eru droymarar. Tí tað eru dreymar og stríðini fyri at gera teir til veruleika, sum hava skapt øll menniskjalig framstig í heiminum – og í Føroyum.

Og tað vald, sum ikki vísir virðing fyri teimum hugsjónum. Teimum rættindum. Tí stríði. Teimum menniskjum. Teimum felagsskapum og tí felagsskapi, sum hava skapt og skapa súlurnar undir einum nútímans og mennandi samfelag fyri øll. Tað valdið skal fáa greið beskeð: At tað eru tey, ið ikki vísa virðing, men vanvirðing móti øðrum. At nú er nóg mikið. At her skulu heilt aðrar leiðir leggjast.

At binda niður – ella at binda saman
Eg havi ein lítlan togenda við mær her í kvøld. Tað er ikki tí eg ætli mær at brúka hann sum eitt homluband um ávísar likamspartar hjá ávísum politikarum, sum sita og spæla sær við valdið í dag. Í hvussu so er ikki bara.

Nei, eg ætli mær at brúka henda togendan sum eina mynd av teirri søgu, teirri støðu, teimum valum og teimum hugsjónum og virðum, ið dreymarnir og stríðini standa um í dag.

Bond, sum verða áløgd og binda niður menniskju og tjóðir, eru fremstu forðingar fyri frælsi og framburði. Men bond, sum verða knýtt millum menniskju. Bond, sum verða knýtt millum dreymar og hugsjónir. Og bond, sum verða vovin tey til ein nýggjan og fjølbroyttan veruleika, eru vegurin til frælsi og framburð.

1. mai er ein fagnaður fyri tí. At menniskju kring allan heim fóru saman í felagsskap at loysa høftini, og at stríðast fyri javnrættindum og samhaldsfesti. Og 1. mai er ein savningardagur til framhaldandi at stríðast fyri hesum rættindum, sum kunnu hvørva sum døgg fyri sól, tá líkasæla og sjálvsøkni fáa fastatøkur í einum samfelag.

1. mai sigur okkum eisini, at tað er bert har tað hevur eydnast at skipa seg í felag og at stríðast í felag fyri hugsjónum, felags málum og dreymum, at framburður, menning og verulig virðir eru skapt. So hevur tað verið um allan heim. Og so hevur tað verið í Føroyum.

Tríggjar sterkar frælsisrørslur í Føroyum
Hesin togstubbin, eg havi í hondini, er samansettur av trimum kordelum. Trimum tættum, sum flættaðir saman, geva honum øgiliga styrki. Og hvør táttur er hvør í sínum lagi spunnin av túsundtals træðrum. Ymiskar í skapi og styrki. Hvør tráður í hvørjum tátti í hesum togenda, ímyndar tey túsundtals fjølbroyttu menniskju og tær fjølbroyttu mannalagnur, sum við vónum, kærleika, stríði og dreymum hava bygt hetta landið.

Og hesir tríggir kordelar – hesir tríggir høvuðstættir í tí samansetta togstubbanum – kunnu ímynda tríggjar sterkar máttir. Tríggjar sterkar felagsrørslur, sum gjøgnum fleiri ættarlið hava laðað tað samfelagið og skapt tey stóru framstig og broytingar, sum vit leingi hava verið í felag um at virða, menna og dýrmeta.

Tríggjar sterkar frælsisrørslur hava í nýggjari tíð knýtt uppí arvin og møguleikarnar, sum tilsamans meir enn 40 ættarlið hava bygt. Við bæði at yvirliva, liva og skapa lív og mentan á hesum oyggjum. Mitt í sjónum. Í miðjum Atlantshavi.

Tann vinnuliga og sosiala frælsisrørslan
Tann eini mátturin er ein vinnulig og sosial frælsisrørsla. Frá avtøkuni av Einahandlinum, Bátsbandinum og avtøkuni av forboðnum hjá ognarleysum at giftast og seta búgv.

Ein rørsla, sum loysti tey bond og tey høft, sum vóru í feudalsamfelagnum. Har alt valdið og møguleikarnir lógu hjá nøkrum fáum ognarum, sum eisini umvegis embætisvald og kongsvald høvdu alt framíhjá.

Ein rørsla, ið knýtti nýggj bond millum menniskju. Og gav møguleika hjá fleiri at vinna burturúr tilfeinginum, troyta nýtt tilfeingi, og at skapa nýggjar inntøkumøguleikar og framleiðsluhættir. Og at samskifta og handla frælst við umheimin. Sum breyt einkarættin hjá nøkrum fáum til vinnu, vald og ognir.

Her hevur ikki bara verið talan um nakrar einstaklingar, ið bara søktu egnan vinning, og sum broyttu samfelagið. Nei, samstarv, dreymar og felags átøk um at vinna á neyð og armóð, og at koma burturúr forðingum, skaptu nýggjar vinnumøguleikar og framburð.

Tak til dømis fyrstu sluppina, Fox: Trappubrøðurnir í Havn vóru ikki stórognarmenn við framíhjárættindum. Teir vóru útróðrarmenn og traðarmenn, sum keyptu sluppina til tess at flyta sínar útróðarbátar til Íslands at royna.

Ella tak tey mongu samtøk av fiskimonnum, sum vildu hava bátar og skip at virka á. Sum skipaðu navigatørskeið og skúla. Ikki fyrr enn seinni gjørdust tað størri handilsvirki og størri fyritøkur, sum sóu møguleikarnar og vinningin.

Tjóðskaparliga frælsisrørslan

Annar meginmátturin og sterka rørslan, ið hevur vovið dreymar og hugsjónir til veruleika, er tjóðskaparrørslan og stríðið fyri sjálvræði í Føroyum.

Ein rørsla fyri samleika, fólkaræði, máli og mentan – og sambandi við allan heim. Ikki ein rørsla, sum segði føroysku tjóðina vera betri enn aðrar, ella vildi leggja aðrar tjóðir undir seg. Ella sum var vend ímóti øðrum mentanum og tjóðum (sum sambandsrøslan enn í dag billar inn í fólk).

Men ein rørsla fyri sjálvsirðing og javnrættindum í heiminum. Fyri javnrættindum millum kvinnur og menn. Fyri rættinum hjá øllum til skúla og upplýsing.

Fyri upplýsing, skúlaskapi, nútímansgerð, og virðing fyri mentanararvi. Fyri framburði í øllum lutum. Við Føroya Fólkaháskúla, bløðum, tíðarritum, mentanar- og listaarbeiði, feløgum og felagsskapum sum avgerandi drívmegi.

Heldur ikki her vóru tað einstaklingar, ið bardust fyri egnum vinningi. Men ein felags hugsjón og fólkslig undirtøka, hevur borið okkum framá móti sjálvsøgdum tjóðarrættindum, hóast dygga mótstøðu frá yvirvaldinum og afturhaldinum.

Øll tey stig, sum vit í dag meta sum okkara dýrastu ogn og framtíðarmøguleikar, hava havt sína drívmegi og sítt grundarlag í tjóðskaparrørsluni: Málið. Skúlin. Mentanin og listin. Vegir. Havnir. Søvn. Vinnuframtøk.

Telefonsamband. Sjóvegis samband við umheimin. Flaggið. Fiskimarkið. Undirgrundin. Fróðskaparsetrið. Útvarpið. Sjónvarpið. Egin umsiting og fyrisiting av samfelagnum. Loftferðsla. Luttøka kring heimin undir egnum samleika innan mentan, ítrótt og list – og í summum politiskum samstarvi. Og hóast so stóra og sterka mótstøðu móti tjóðskaparligari sjálvstøðu – enn tann dag í dag – so savnast øll um virðini, tá stríðini eru vunnin. Og so fer eisini at verða, tá vit um stutta tíð hava loyst og tikið fulla ábyrgd av okkara samfelag.

Verkafólka- og fakfelagsrørslan
Triði meginmátturin og triðja sterka rørslan, er verkafólka- og fakfelagsrørslan. Sum stríddist fyri rættindum hjá verkafólki, fiskimonnum, útróðrarmonnum, ognarleysum. Sum vildu loysa høftini og gera upp við stættarsamfelagið, ið hevði skapt nýggja yvir- og undirstætt í ídnaðar- og pengasemfelagnum.

Sum kravdi, at tey, ið skapa virðini við teirra hondum og høvdum, fingu rættvísa løn. Rætt til frítíð. Útbúgving. Heilsutænastur. Pensjón. Bústaðarmøguleikar. Og javnbjóðis ávirkan á samfelagsins avgerðir. At fólk høvdu javnrættindi og kundu gerast menniskju – ikki bara arbeiðsmegi og søluvøra hjá peningavaldinum.

Eitt ótrúligt og djarvt stríð frá teimum fyrstu fakfeløgunum kring landið, ið tordu at seta krøv. Kvinnur og menn skipaðu feløg. Og sum síðani hava verið gjøgnum verkføll, stríð og vunnið stórar sigrar. Tak bara stríðið fyri at fáa útgoldið løn kontant, sum feløgini á Tvøroyri gingu á odda fyri. Ella tak tey stóru fiskimanna- og arbeiðaraverkføllini í 50’unum. Tey rættindi sum fiskimenn og verkafólk tá vunnu sær, hava síðani verið grundarlagið undir øllum tí, sum vit í dag taka sum sjálvsøgd rættindi.

Og hugsið um, hvussu stóran leiklut, ið fakfeløg og onnur samtøk hava átt í vinnuligu menningini í Føroyum. Hvussu tey hava stuðlað og sett pening í nýggjar vinnuhættir og framleiðsluhættir. Hvussu tey stríddust fyri fiskirættindum undir Føroyum og í Grønlandi og gjørdu tað gjørligt hjá smaúm bátaløgum úr bygdum kring alt landið at lívbjarga sær og sínum.

Heldur ikki her hava einstaklingar, sum høvdu framíhjárætt og hugsaðu um egnan grammleika, skapt rættindini. Men fakfeløg, áhugafeløg og politiskt samstarv hava flutt mørkini. Ikki bert fyri einstakar bólkar. Men fyri øll.

Hetta samhaldsfestið hevur borið Føroyar og fólkið í hesum landi framá.

Saman eru frælsisrørslunar sum gosfjøll
Tá hesar tríggjar frælsisrørslur hava virkað saman, hava vit lyft okkum mest. Alt frá vinnuligum framburði, skúla, javnrættindum, máli, mentan, fiskimarki, undirgrund, almennum tænastum, rættindum, útbúgving fyri øll, at binda landið saman og at lata heimin upp fyri føroyingum.

Tríggjar meginkeldur. Tríggir frælsiskyndlar. Tríggjar megir, ið kunnu vera eins og gosfjøll og skapa nýtt land og møguleikar..

Ein sterkt band, við einum samanhangandi hjartatátti. Flættaður av túsundtals kvinnum og monnum. Av óteljandi mannalagnum, dreymum og vónum.

Lutir í einum enda, sum hevur gjørt tað møguligt hjá okkum at toga okkum framá – og at fáa øll við.

Hjartatátturin er frælsisstríðið. Frælsi og javnrættindi til hvønn einstakan. Frælsi og javnrættindi millum tjóðirnar. Og frælsi og javnrættindi at reka vinnu og troyta landsins ríku møguleikar.

Tá frælsisrørslunar spjaðast vinnur afturhaldið
At hesar tríggjar rørslur støðugt eru farnar sundur – og hava verið slitnar sundur – er ein vanlukka fyri Føroyar. Verkamannarørslan og tjóðskaparrørslan áttu støðugt at havt gjørt tjóðskaparliga frælsisstríðið og stríðið fyri javnrættindum í samfelagnum til eitt og sama stríð. At staðið fast um, at sosial mannarættindi og samhaldsfesti millum samfelagsborgarar og javnrættindi millum tjóðir eru alin av sama vadmáli.

Og at rørslan fyri vinnuligum framburði eisini varð slitin frá tjóðskapar- og verkamannarørsluni, hevur elvt til, at uppdriftin og skapanarhugurin er vorðin til partapolitiskt valdsspæl. Har orkan má nýtast til at berjast um, hvør fær politiskt ásett framíhjárættindi – heldur enn til javna kapping og felags stríð fyri at gagnnýta teir framúr vinnumøguleikar, ið vit hava í Føroyum

At afturhaldið hevur megnað at skrætt hesar meginrørslur sundur, er tann størsta orsøkin til, at frælsisstríðini støðugt eru fánað, og at vit eru endað í meiningsleysum heimastýrisduffi.

At líkasælan hevur vunnið. At vit hava kastað ábyrgd frá okkum. At landið er koyrt á heysin fleiri ferðir. At afturhaldskreftir og sjálvsøkni hava kunnað steðgað øllum og brotið niður. At tey sterku bond, ið skulu lyfta okkum øll fram, ístaðin eru vorðin til høft og bond á okkara fólk og okkara land.

Egingirndarormurin sleptur leysur
Og hetta er kjarnin í afturhaldinum. Tá frælsiskreftirnar verða skræddar sundur til frama fyri ein boðskap um, at bert einstakir av teimum ymisku træðrunum í samfelagnum, skulu brúka hinar at sæta sær – tá verður alt skrætt sundur og flusnar.

Tá verður hvør tráður til ein egingirndarorm, sum verður sleptur og etur seg inn í skipanirnir og berandi samfelagstættirnar. Og sum fær føðsluevni frá líkasælu og meiningsloysi, jú longri tíð gongur við politiskari vanstýring og politiskum hugsjónarloysi.

Tá kann hvør tráður í samfelagskordelunum brúkast til at binda hvør annan niður við. Til at binda okkum í ófrælsar skipanir.

Tað hendir, tá tjóðskaparrøslan, samhaldsfasta verkamannarørslan og vinnuliga framburðsrørslan fara at virka beint ímóti hvørji aðrari. Tá politiski meirilutin sigur, at samhaldsfesti og felags skipanir bara kunnu vera, um tær verða fíggjaðar av einum øðrum landi. Og at vit afturfyri skulu selja okkara frælsi at virka í heiminum, sum javnsett fólk.

Blokkbiddingin fremsta dømið
Sum vit síggja nú við blokkbiddarínum hjá sitandi samgongu. Boðskapur teirra er, at vit kunnu bert vera samhaldsføst og hava rættindi í felag, um onkur annar skal fíggja tað. Ber tað ikki til, so sæta vit bara okkum sjálvum og geva framíhjárættindi til nøkur fá.

Hetta hevur kostað okkum mist frælsi á øllum økjum. Hetta hevur kostað okkum politiskt ábyrgdarloysi og samfelagsligan húsagang fleiri ferðir bara seinastu 50 árini.

Og hetta steðgar vinnuligum, tjóðskaparligum og sosialum framburði.

Egingirndarormurin, grammleikin og vantandi ábyrgd hevur verið orsøkin til allar tær kreppur, ið eru skaptar í Føroyum í nýggjari tíð. Og sami egingirndarormur hevur eisini verið atvoldin til tær heimskreppur, ið hava verið seinastu øldina. Og til fíggjarkreppuna í heiminum nú.

Tað er ikki tjóðskaparlig javnstøða. Tað er ikki vinnuligt frælsi hjá vanligum fólki í mun til vald og framíhjárætt hjá fáum ognarum. Tað eru ikki verkamannarættindi og samhaldsfesti í samfelagnum, sum nakrantíð hava skapt kreppur og kríggj í heiminum. Tað eru grammleikin og egingirndin. Hvørja ferð. So eisini hjá okkum.

Aftur í feudaltíðina, amtsstøðuna og stættarsamfelagið
Og úrslitið síggja vit so í dag. Har vit hava fingið eina sonevnda stjórn í Føroyum, sum gongur beint ímóti øllum teimum trimum frælsisrørslunum, sum hava bygt Føroyar. Sum bjóðar seg fram at brúka sama eginginrdarorm og somu spjaðing millum fólk, ið hevur skapt kreppu og vantandi menning, til at vinna á kreppuni.

Og hvat ber tað í sær?

Ja, vinnuliga eru vit á veg aftur í feudaltíðina, har bara nakrir heilt fáir einstaklingar høvdu ognarrættin og ræðisrætt til tilfeingið. Og har tað vóru útlendskir valdsharrar, ið høvdu Føroyar, jørðina og ognirnar í len. Og høvdu so nakrar uppisitarar at røkja ognirnar og flyta øll virðini og vinningin av landinum. Hetta er tað, sum hendir í okkara høvðusvinnum í dag.

Sosialt eru vit við fulari ferð á veg aftur í tað grova stættarsamfelagið, har bert tey, ið hava ráð, ognir og góða inntøku, fáa fremstu samfelagsmøguleikar. Og har sitandi samgonga grevur djúpar gjáir við øllum politiskum avgerðum. Ikki bert verða fyrimunir givnir teimum, ið frammanundan eru best fyri. Nei, hetta verður fíggjað við beinleiðis at taka frá hinari helvtini – og við at ræna pengar frá framtíðini. Sum vit hava sæð við flatskatti og pensjónsskatting.

Tjóðskaparliga eru vit á veg aftur í amtstíðina – ella afturum amtstíðina – har vit binda okkara samfelag fast í ein avmarkaðan veg út í heim og selja okkara sjálvræði og sjálsvirðing. Har okkara landsstýri fer til Danmarkar at bidda pening, tí tey siga, at vit hava ikki ráð at vera samhaldsføst í Føroyum og skapa okkara egnu virðir. Og har øll tjóðarbygging, ið tað hevur tikið ættarlið at fremja, verður skrykt burtur av søguleysum og visjónsleysum politikarum. Innan útbúgving, mentan, uttanríkismál, sosialmál, økismenning, búskaparstýring, gransking o.s.fr.

Og tá verður alt spjatt. Framtíðin verður pantsett fyri nútíðina við pensjónskattingini. Hægri lønt verða sett upp móti teimum lág- og miðalløntu. Økir í landinum verða sett upp móti hvørjum øðrum. Tí afturhaldið og ta griva høgrarákið kann bara virka og nørast, um tað ber til at tæga alt samanhald sundur.

Men vit gevast ongantíð
Men vit eru droymarar. Og vit fara aldrin at góðtaka, at alt tað sum er bygt upp og bundið saman gjøgnum meira enn 41 ættarlið á hesum klettum, verður skrætt sundur og uppflusnað av hugsjónarleysum og ábyrgdarleysum politikarum.

Vit eru ikki eitt lítið land. Ella eitt fáment fólk. Vit eru kanska størsta landið í heiminum við ríkastu møguleikunum í tilfeingi og mentan, tá vit meta okkum í mun til fólkatalið. Vit liggja í miðjum Norðuratlantshavi. Í hjartanum á einum yðjandi lívi. Við ótaldum virðum. Við okkara egna máli og ríkari mentan. Har vit ikki halda okkum vera betri enn aðrar tjóðir, men vita, at bara við at samstarva við aðrar tjóðir, kenna heimin, onnur mál og aðrar mentanir, kunnu vit eisini mennast.

Vit hava framúr møguleikar. Við orku. Vinnumøguleikum. Einum altjóða universiteti. Ríkum bygdum og býum kring alt landið. Við at bjóða fram tænastur til økta virksemið og ferðsluna um okkara leiðir, sum bara fer at økjast.

Og tí mugu tær sterku frælsisrørslurnar aftur finna saman. Og virka í felag fyri at draga okkum úr naggatódnini og framá til eina aðra framtíð.. Hetta tiltakið og samstarvið millum ungmannafeløg, sum hevur verið so dygt seinastu tíðina, vísir leiðina.

Lat okkum taka Føroyar aftur til okkara
Eg hoyri støðugt fólk tosa um at rýma av landinum – ella ikki koma aftur. Hetta pínir meg almikið at hoyra. Tí fyri hvønn, sum rýmir ella ikki kemur til landið, verða færri træðrir spunnir í okkara felagsskap. Og framtíðin smalkast og flusnar.

Lat tað tí vera ein greiðan boðskap her í kvøld:

Vit skulu ikki venda Føroyum bakið og tosa um at rýma av landinum! Vit skulu venda samgonguni og egingirndini bakið. Og vit skulu taka ræðið á landinum!

Vit skulu burtur frá marglætishugsanini og egingirndarorminum.

Vit skulu heldur aftur knýta tey bond av margfeldni, og leggja afturat tí samansetta felagsskapi, sum byggir einar frælsar, samhaldsfastar og mennandi Føroyar fyri øll.

Vit skulu taka Føroyar aftur til okkara!

Vit eru droymarar. Og vit vilja stríðast fyri at gera dreymarnar til veruleika. Tí tað er tað tilfar, sum samfeløg, tjóðir og framburður eru spunnin av!

Takk til Unga Tjóðveldið og til SU fyri at stríðast fyri tí – og takk til tykkum øll, sum eru her og kring landið, sum vilja tað sama.

Høgni Hoydal