Frá marglæti til margfeldni

3 August 2010
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

“Kúrur kemur eftir kæti – og tramin eftir marglæti”.

So sigur eitt aldargamalt føroyskt orðatak.

Sannleiks- og royndarvirðið í hesum er so dyggiliga prógvað. Um allan heim javnt og afturvendandi gjøgnum søguna.

Og ikki minst seinastu tvey árini, har marglætiskætið hjá fíggjarligum riddarum av luftbløðrum, ið vórðu stuðlaðir og tileggjaðir av politiskum stríðsmonnum fyri egingirndini, aftur setti allan heimin í skelk.

Fólkaræðið vísti seg ikki at hava ræðið á nøkrum, men skuldi bert traðka til og gerast ein bjargingarflaki og uppruddari eftir ballið hjá teimum fáu. Vinningurin skuldi privatiserast. Rokningin tjóðartakast.

Samstundis stendur heimurin starandi at eini framleiðsluskipan, ið hevur ovurtroytt heimsins tilfeingi og hevur ovurnýtt vistfrøðiligu skipanirnar til frama fyri eitt støðugt meiri órættvíst býti av heimsins ríkidømi og tilfeingi – har 5-10% av íbúgvum heimsins eiga omanfyri 90% av peningaliga meinginum.

Royndirnar í Føroyum

Í Føroyum hava vit gjørt júst somu royndir við tramansskapinum í marglætiskætinum, trúnni uppá fiktiv virðir og ovurtroyting av tilfeinginum. Seinast fyri knøppum 20 árum síðani, tá alt skrædnaði. Við fullum blokkstuðli og eins stórum lánum árliga uppá kredittvirði hjá aðrari tjóð.

Avleiðingarnar raktu tann vanliga føroyingin og einamest veikastu samfelagsbólkarnar, ið ikki høvdu troðið marglætisdansin.

Politiska skipanin hevði ikki tikið ábyrgd ella sett greiðar hugsjónir og kós fyri framtíðina. Hon hevði spælt við í eini kapping um at sæta sínum áhugabólkum – og kappaðist síðani um at leggja ábyrgdina burtur á aðrar herðar.

Men fólkið í Føroyum megnaði – hóast stóran menniskjaligan kostnað – at vinna upp aftur úr kreppuni tá, og gjalda alt aftur við renturs rentu. Og vit vita øll í dag, at einasta atvoldin til, at Føroyar ikki longu eru endaðar aftur í eini líknandi kreppu, er at fólkið í Føroyum valdi at seta ábyrgd og fullveldi sum mál og at taka fíggjarliga ábyrgd av nýggjum málsøkjum.

Ein avgerð, har vit minkaðu um heftnið og átóku okkum stórar fíggjarligar skyldur, samstundis sum skuldin varð niðurgoldin. Hetta forðaði fyri nýggjum ábyrgdarleysum politiskum avgerðum uppá studningsveiting uttanífrá. Høvdu ístaðin millum 400 og 700 milliónir afturat verið sprændar út í samfelagið í sonevndum blokkstuðli seinastu 8 árini, so vita vit øll, at samfelagið var longu farið á heysin aftur av politiskari vanstýring

Fólkaræði og vælferð

Læran er greið hjá okkum og øllum heiminum: Fólkaræði og vælferð kunnu ikki byggjast á skipanir, fígging og virðir, sum vit ikki sjálvi kunnu skapa og endurskapa, hava ávirkan á og ábyrgdina av.

Tað er ongin munur á tí fíggjarspekulanti, sum heldur at hann kann skapa vinning til sín sjálvs við at bjarga sær eitt lán ella eina peningaupphædd onkustaðni frá, sum ongin verulig framleiðsla og virðisskapan hjá liggur aftanfyri. Og so tí politikara, sum heldur at hann kann byggja sítt tilverugrundarlag á at bjóða pening fram frá eini øðrum, sum ongin framleiðsla ella virðisskpan hjá honum sjálvum ella hansara egna samfelag liggur aftanfyri.

Fólkaræði og vælferð mugu byggjast á verulig virðir, sum vit sjálvi skapa. Sum kunnu endurskapast og kasta av sær – og sum vit hava ræðið og ábyrgdina av. Tað kann ikki byggast á, at týdningarmikil økir í samfelagnum eru uttanfyri okkara innlit og ræði – sosum fíggjarheimurin, rættartrygdin og uttanríkispolitikkurin.

Fólkaræði og vælferð mugu byggjast á sosialt rættvísi, samhaldsfesti, lóg og landaskil Har ikki støðugt verður bygt á, at onnur – uttanfyri okkara fólkaræði – skulu eitast at hava ábyrgdina av ella eru trygdin fyri okkara vælferð og rættartrygd. Og at vit so ístaðin kunnu sjussa okkum fram við vina- og kenningapolitikki uttan at standa til svars.

Fólkaræði og vælferð mugu byggjast á javnstøðu millum fólk og tjóðir, har øll hava somu atgongd og møguleikar at samstarva við onnur, at bjóða seg fram at virka og taka ábyrgd í samfelagnum og í heiminum.

Fólkaræði og vælferð mugu byggjast á mentanarligt framsókni og útbúgving fyri øll.

Og tað má byggjast á burðardygd í okkara tilfeingis- og orkunýtslu.

Heimurin stendur aftur í einum søguligum gloppi – har vit skulu velja millum at detta aftur í marglætis- og egingirndardansin, ið skjótt kann og fer at byrja aftur.

Ella vit vilja velja kósina móti margfeldni og burðardygd og ábyrgd av okkara landi.

Marglæti ella margfeldni. Millum hesi stendur kósin.

----

Vit skapa sjálv okkara virðir og vælferð

Í veruleikanum hava vit framúr møguleikar í Føroyum at skipa fólkaræði og vælferð.

Í miðjum Norðuratlantshavi hava vit bæði tilfeingið, førleikarnar og royndirnar til at gerast ein grønur miðdepil, har vit støðugt menna okkara samstarv við grannalondini og heimin allan. Og har vit sum ein viðurkend og sjálvstøðug tjóð, áhaldandi kunnu menna og nútímansgera okkara samfelag, mentan og samleika. Við samhaldsfesti, frælsi, burðardygd og margfeldni sum grundvirðum – sum allur heimurin biður eftir í dag.

Tað eru málini og hugsjónirnar fyri okkara samfelag, sum altíð hava verið grundarlagið fyri, at fólk og vinna hava bygt hetta landið í meira enn fjøruti ættarlið.

Øll tey virðir og tey framstig, sum eru skapt í Føroyum, eru hend, tí at fólkið her hevur tikið ábyrgdina og skapt tey. Og alt tað, sum vit dýrmeta og sum vit vilja byggja framtíðina á, er úrslit av tí miðvísa stríði fyri fólkaræði og framburði sum eitt egið fólk. Sum tíbetur ongantíð er slept, hóast tað hevur verið so stór mótstøða.

Okkara mál, skúli, flagg, mentan, veganet, telefonnet, samband við umheimin, fiskimark, egna umsiting, Fróðskaparsetur, avtalur við onnur lond, undirgrund, luttøka á altjóða pallinum, føroyskir miðlar o.s.fr.

Okkara búskapur og vinna, har vit hóast politiska vanstýring, hava nærum tvífaldað okkara bruttotjóðarúrtøku – tað sum vit skapa og framleiða sjálv – síðani 1998. Og har landskassin hevur fingið meira enn 1 milliard meira í inntøkum hesi árini – eisini eftir tann sonevnda blokkniðurskurðin, sum í veruleikanum snúði seg um at vit tóku fulla ábyrgd av ávísum málsøkjum.

Hetta er tað, vit áttu at kunnað staðið saman um og brúkt okkara politisku orku at viðgjørt og sett kikaran á. Hvat vit í veruleikanum sjálv hava skapt og skapa av virðum.

Kortini eydnast tað framvegis einum so stórum parti av politiski skipanini at billa fólki inn, at okkum hevur vantað pening seinnu árini og at vit missa nakað við at taka ábyrgd. Og at vit ikki megna at taka okkum sømiliga av okkara gomlu, sjúku, veiku ella okkara ungdómi – uttan at onkur annar skal gjalda fyri tað.

Tað er hendan ábyrgdarundanstøkking og tey vantandi málini fyri og mótstøðan móti føroyskari tjóðarbygging, sum enn í dag eru okkara størsta forðing fyri at menna okkum og skapa eina nútímans tjóðarbygging og eitt rættvíst samfelag.

---

Heimastýrisliga stillstøðan

Um hetta fingu vit aftur sjón fyri søgn í røðuni, sum var hildin her ólavsøkudag, har sitandi samgonga og samgonguleiðari skuldi vísa ábyrgd og leið fyri okkara samfelag, tjóð og fólkaræði.

Í stuttum kann sigast um innihaldið í røðuni, at her er onki mál og ongin hugsjón fyri Føroyar ella okkara leiklut í heiminum. Her er bara ábyrgdarundanstøkking og undirbrotligheit, har vit detta longur og longur aftur í heimastýrisligu stillstøðuna.

ABC-samgongan, sum nú á sjeynda árið hevur sitið við ræðið og havt alla ábyrgdina av føroyskum stjórnmálum, tekur onga ábyrgd av viðurskiftunum í samfelagnum, sum hon sjálv hevur skapt og ikki minst, sum hon onki hevur megnað at gjørt við. Nei, her eru heimskreppa og blokkstuðulsniðurskurður sum hava skyldina av teirra egnu gerðum og vantandi gerðum.

Tann myndin, ið verður málað í røðuni og verður endurtikin fjølmiðlunum av politisku og samfelagsligu støðuni er ikki í nøkrum samsvari við sannleikan.

Sannleikin er tann, at neyvan nakrantíð hevur staðið verri til í føroyskum stjórnmálum.

Lógir verða brotnar og upplýsingar afturhildnir fyri løgtinginum og almenninginum, uttan at tað fær nakrar avleiðingar.

Ólóglig meirnýtsla heldur fram. Løgmaður sigur tað vera framstig, at nú verða bara 22 mió. nýttar ólógliga í 2009. Tað sigur alt um støðuna og óskilið.

Nevndir og ráð og størv verða sett, sum er ein afturvendan til tann gamla vina- og kenningapolitikkin.

Ovurhonds virði verða lorkað burtur í vantandi fiskivinnu og vinnupolitikki.

Ovurhonds virði og rættindi og førleikar verða lorkaðir burtur, tí vit lata fíggjarheimin og fíggingarstovnarnar flyta allar okkara konti- og peningaviðurskifti av landinum. (Tjóðveldi leggur nú uppskotið fram aftur um at krevja, at bankarnir gera skipanir í Føroyum).

Mentanarpolitiskt og sosialpolitiskt gongur alt beinleiðis ímóti okkara hugsjónum um tjóðarbygging og samhaldsfesti. Miðnámsútbúgvingar gerast danskar og við donskum máli. Kringvarpið liggur í andaleypi og fær ikki umstøður at vera mentanarberi.

Tjóðskaparpolitiskt eru vit farin afturum amtsstøðuna í landsins stjórnarmálum.

Hetta er veruliga støðan í dag.

Læntir fjaðrar

Roynt verður at uppreksa nøkur politisk úrslit. Felags fyri tey flestu er, at hetta hevur onki við samgonguna at gera. Tey eigur ABC-samgongan onki í yvirhøvur.

Lat meg bert nevna nøkur:

Samgongan samdist ikki um ein játtanarkarm. Men Løgtingið samtykti í øllum samgonguruðuleikanum ein karm, tí lógin krevur tað, sum als ikki er nøkur góðtøka av landsstýrisins útmeldingum og ætlanum, men bert ein ætlan fyri at fáa javnvág aftur í landsins búskap komandi árini.

Broytingar í kørmunum hjá alivinnuni, sum løgmaður breggjar sær av, vórðu framdar í 2003, áðrenn ABC-samgonguna.

Marknagilsdepil og átøkini fyri at fáa fleiri útbúgvingar og menna Fróðskaparsetrið vórðu samtykt í CHE-samgonguni.

Uppskotið um at endurskoða almennu miðfyrisitingina varð lagt fram av Tjóðveldi og fekk løgtingsins undirtøku.

At skipa eitt málráð er eitt uppskot frá Tjóðveldi.

At granskingarsamstarvið við ES endaliga kundi fáa fígging og sáttmálin undirskrivast, var uttanum landsstýrið, sum ikki kundi semjast – og har trýysti andstøðan saman við summum samgongufólkum endaliga málið ígjøgnum.

Onki verður framt av tí, ið sagt verður

Av teimum málum, ið verða nevnd, sum samgongan skal fremja, verður eisini runnið undan ábyrgd. Nú verður tosað um, hvat skal henda í 2013 við kommunusamanlegging – altso aftaná eitt løgtingsval.

Her verður aftur tosað um ein evropapolitikk og at nú mugu setast mál og gerast semjur.

Sannleikin er tann, at ABC-samgongan er ikki samd um nakað sum helst – uttan at verða sitandi og býta á skinninum.

Tey málini, ið verða nevnd sum avrik, eru ikki framd av ABC-samgonguni.

Tey málini, ið ætlanin sigst vera at fremja, verða ikki framd.

Samgongan hevur ikki mál og hugsjónir – og tann sum ikki hevur tað, rakar heldur onki.

Tó, eitt hevur ABC-samgongan dugað at rakt hvørja ferð – við millimeturpresisjón. Tað eru teir veikasti bólkarnar í samfelagnum. Í øllum ruðuleikanum eydnast tað altíð at finna tann partin av teimum eldru, sum hava størsta tørvin. Familjur, ið hava børn, ið bera brek. Einkjubørn. Lesandi.

----

Fellast má ikki í fátt

Hetta skapar eina so djúptøkna líkasælu millum fólk og vantandi álit á okkum sjálvi og okkara samfelag, at fólk hava hug at gerast heilt ørkymlað og vónleys um politisku støðuna.

Men vit mugu og kunnu ikki falla í fátt.

Ábyrgdina hevur hvør einstakur samgongulimur og teir flokkar, ið góðtaka støðuna og krøkja seg til valdið. Og ábyrgdina hevur eisini hvør einstakur og einstøk av okkum, sum ikki sigur frá og mótmælir á røttum stað.

---

Alternativini tróta ikki – hóast tað er vorðið endurtikin ósannindi og einasta umberingin fyri, at samgongan ikki leggur frá sær.

Vit bjóða okkum fram at taka við leiðsluni og sum tað fyrsta at fremja hesi mál:

  1. Vit vilja fremja ein fiskivinnureform, sum longu er lagdur fram. Har vit seta veiðitrýstið eftir burðardyggum metingum og bjóða fiskirættindi út. Hetta átti sjálvandi at verið gjørt við makrelin nú beinanvegin.Hetta er lykilin til at venda búskaparstøðuni. Sambært okkara metingum og søguligu tølum, kann bruttotjóðarúrtøkan og framleiðslan av bara hesum átaki gera, at javnvág fæst í búskapin og vit kunnu standa á egnum beinum fíggjarliga innan eitt stutt áramál.

Fremja vit ikki hetta, so kann allarhelst ein løtuvinningur fáast nú, men so enda vit skjótt aftur í niðurgongd.

  1. Kommunurnar skulu umskipast í 5- til 7 kommunur. Skattaskipanin umskipast samsvarandi, so eisini kommunuskatturin gerst stigvaksandi og útjavningarskipan framd.

  1. Sosialpolitiskt skulu veikastu samfelagsbólkarnir og teimum sum veruliga tørva. hava fyrstu raðfesting.

  1. Vit vilja seta lóg og landaskil í hásæti. Lógarbrot fáa avleiðingar umgangandi. Alment innlit og krøv skulu verða til allar setanartilgongdir og almennar avgerðir.

  1. Vit leggja grundlógina til fólkaatkvøðu.

  1. Vit skulu dubba okkum mentanar- og útbúgvingarliga.

  1. Umhvørvis- og orkumál verða sett veruliga á dagsskránna.

  1. Skattapolitiskt vilja vit gera upp við grovu skeiklingina, har bara vanlig arbeiðsinntøka verður skattað og skatturin støðugt flataður út til frama fyri nýggj avgjøld.

Vantandi fólkaræði skapar vantandi vælferð

Vit hava ikki fólkaræði og eina fólkaræðisliga stjórnarskipan í Føroyum. Og vit hava heldur ikki rættin til fólkaræði í Føroyum. Tað hevur Kaj Leo Johannesen sligið fast mótvegis umheiminum á fundi í Skagen herfyri. Og hann endurtekur tað aftur í hesi røðuni ólavsøkudag.

Kaj Leo Johannesen hevur góðtikið og tikið undir við sjónarmiðunum hjá donskum løgfrøðingum og donsku stjórnini um, at føroyska fólkið hevur ikki evsta valdið í Føroyum og rætt at samtykkja sína egnu stjórnarskipan.

Og hetta sigur hann Føroya fólki ólavsøkudag.

Tað er margháttligt, at tað skal bera til, at Fólkaflokkurin er parlamentariska grundarlagið hjá hesum sambandspolitikki, ið fyri tað sama kundi verið framførdur í 1850.

Eins margháttligt er tað, at javnaðarflokkurin stuðlar og hevur sjálvur framt ta sosialu skeikling, ið verður meiri og meiri eyðsýnd seinastu 6-7 árini.

Ein størri og størri partur av fíggingini av almennu vælferðartænastunum lagdur frá eini stigvaksandi skattaskipan og yvir til eina avgjøld og fjaldar skattir, sum eru flatur – t.e. at øll gjalda lutfalsliga tað sama og ikki tær breiðstu herðarnar mest.

Heilsutrygdargjald, kringvarpsgjald, gjald til samhaldsfasta, barsilsgjald, hækkaður kommunuskattur, vektgjald, Mvg, punktgjøld, oljuavgjald – umframt øll tey nýggju gjøldini, ið verða sett frá bankum.

Og verður ein pensjónsreformur framdur, soleiðis sum í løtuni liggur á borðinum, so vilja vit í veruleikanum hava skeiklað alla ta samhaldsføstu grundina í samfelagnum og fingið flata skattin hjá Óla Breckmann og George Bush.

Hendan tjóðskaparliga og sosiala niðurlagingin, sum hevur fingið fastatøkur undir ABC, er í veruleikanum tann tilverugrundarliga politiska avbjóðingin, sum vit mugu og skulu loysa.

Til tess krevst onnur stjórn, ið kann skapa vón og vilja aftur millum føroyska fólkið.