Fólkaskúlin fyri øll

25 October 2011
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Onkur vil hava skúlan lagdar út til kommununar at umsita, onnur ynskja hann verður umsitin av landinum. Onkur vil varðveita smáu skúlarnar, onnur vilja miðsavna í stórar skúlar o.s.fr


Felags fyri tey flestu er tó at tey vilja fólkaskúlanum væl, ósemjan er um hvussu hetta verður gjørt.
Tað er ikki so einfalt bara at lukka smáu skúlarnar, og so vænta at alt blívur gott. Ein stórur skúli er ikki neyðvendigvís ein góður skúli. Og so er tað spurningurin um at flyta børnini úr bygdini, og hvussu tað ávirkar teirra tilknytið til bygdina. Hinvegin kunnu skúlarnir blíva so smáir at tað ikki er námsfrøðiliga ráðiligt hvørki fyri børn ella lærarar at hava opið. Somuleiðis kann eitt økt næmingatal vera viðvirkandi til eitt breiðari tilboð av lærugreinum, og harvið betra lærutilgongdina. So her eru nógvar tvístøður at taka við í metingina.


Um vit skulu taka støðið í okkara egna verðuleika í Suðuroynni so kann eitt gott boð vera at byrja við at gera eitt serskúlatilboð til næmingar við serligum tørvi. Vit hava tveir góðar skúlar sum lýka krøvini til børn við breki, og sum somuleiðis eru væl útgjørdir við faghølum, og við einum avmarkaðum næmingatali. Her høvdu vit kunna fingið eitt fagligt umhvørvi fyri tey starvsfólk sum ynskja at menna henda part av skúlanum, eins og vit kundu fingið næmingarnar savnaðir við tí gleði teir kunnu geva hvørøðrum. Meti tað vera umráðandi ikki at flyta vanliga skúlapartin út úr skúlanum, men at serskúlatilboðið verður eitt tilboð afturat einum av skúlunum. Á henda hátt taka vit hædd fyri sosialiseringini hjá børnunum, og tey vera partur av einum vanligum skúla. Tíðin er farin frá at senda tey sum eru ”øðrvísi” fyri seg.


Um serskúlaskipanin kemur at virka, sum eg absulut meti hon eigur, so er ikki óhugsandi at hetta kundi verið útbýgt við barnagarðsstovu og frítíðartilboðið. Tað velst um at koma í gongd.


Hetta er ikki ein loysn sum er kostnaðarmikil. Sum nú er fáa nógv av hesum børnum hjálp og stuðu har tey eru, men tey sita hvør í sínum lag, í hvør sínum skúla.


Kjakið um skúlabygnaðin endar ikki við hesum, men hevði tað so bara byrja !