Er nøkur gerð aftanfyri orðini hjá Eidesgaard um peningastovnar og rentur?

4 November 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Munnligur fyrispurningur til

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um politikk mótvegis peningastovnum, rentum og avgjøldum

Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum nú leggur aftir peningastovnunum fyri teirra rentupolitikk, tá hann higartil onki hevur viljað gjørt við hetta í verki í sambandi við bankapakkar o.a.?

Hví tosar landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum um, at eitt nú Húsalánsgrunnurin skal kunna kappast við peningastovnarnar um sethúsafígging, tá hann samtundis hevur borið uppskot í tingi, sum tekur henda møguleika frá Húsalánsgrunninum?

Hvussu nógv hevur tað kostað landskassanum í rentustuðli til provisjón av umløgdum lánum í tíðarskeiðnum frá tí, at landsstýrismaðurin boðaði frá, at hesin møguleiki skuldi takast av, til hann legði uppskot um hetta fyri tingið?

Viðmerkingar

Onki samsvar tykist vera millum orð og gerðir hjá landsstýrinum. Í sambandi við bankapakkar, rentustuðulslóggávu o.a., hava tingfólk óteljandi ferðir heitt á landsstýrið og lagt uppskot fram um at seta krøv til peningastovnar og støðga rentuspekulasjón. Landsstýrið hevur gjørt tað øvuta og víst øllum aftur.

Nú knappliga leggur fíggjarmálaráðharrin eftir peningastovnunum. Fyrst boðar hann alment frá, at rentustuðulin til provisjón av at leggja lán um til realkreditt, skal støðgast. Men ikki fyrr enn fleiri vikur seinni ber hann uppskot um hetta í tingið. Tí er spurningurin, hvussu nógv lán eru umløgd við rentustuðli í hesum tíðarskeiði.

Síðani sigur fíggjarmálaráðharrin alment, at Húsalánsgrunnurin eigur at kunna kappast við peningastovnarnar um sethúsalán. Men samstundis hevur hann borið lógaruppskot í tingið, har Húsalánsgrunnurin missir henda møguleika.

Tí eigur hann at svara Løgtinginum, um talan bert er um hykl – og hví onki samsvar er millum orð og gerðir.

Á Løgtingi 03. nov 2009

Høgni Hoydal