Eitt av heilt stóru tøkunum, vit hava tikið, er atsameina sjúkrahúsini. Áralanga orðaskiftið, um hvørji sjúkrahús vit skulu hava,og hvat skal gerast hvar, er farið. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyrifólkið í Føroyum. Tí í dag kjakast vit ikki longur um matriklar og øki, men viteru samd um at brúka og menna øll sjúkrahúsini. Sjúklingurin ogviðgerðarmøguleikar eru tað, sum er í miðdeplinum, og tað savnar heldur enn atspjaða. Vit vilja menna samlaða sjúkrahúsverkið og gagnnýta tað til fulnar. Kjakiðhevur flutt seg til at tosa um enn fleiri og betri tænastur til sjúklingin, umdygd í viðgerðunum, um útvegan av heilsustarvsfólkum, um viðgerðartrygd, umsamstarv, um útbúgvingarmøguleikar og mangt mangt annað, sum alt kemursjúklingunum til góðar.
Slíkar stórar og grundleggjandi broytingar taka tíð. Menvit hava eina greiða ætlan at arbeiða eftir. Vit hava eina ætlan yvir tilmæliat seta í verk og eru komin væl áleiðis við hesum. Eg ímyndi mær, at komandi 2-4árini verður komið á mál við at fáa øll tilmælini framd. Vit eru komin væl yvirhálvan leið í arbeiðinum og hava longu sera nógv góð úrslit at vísa á.
Eg fari komandi dagarnar at vísa á hesi úrslit og greiðafrá, hví tað er umráðandi, at hetta so týdningarmikla arbeiðið fyri hvørteinasta fólk í hesum landi má sleppa at halda fram. Tí menningin avheilsuverkinum loysir seg, og vit ynskja, at góða gongdin heldur fram. Tí faravit til val uppá at skapa eitt enn betri heilsuverk.
Sirið Stenberg, Tjóðveldi
