Eg eri eisini skelkað !!

10 August 2012
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Ikki av somu orsøk, sum Annika Oksen, sum er skelkað av at hoyra um truplu umstøðurnar hjá støku uppihaldarunum í Føroyum. Men skelkað av at hoyra útsøgnirnar frá Anniku Olsen um, at hetta kom sera óvart á hana. Og at hon er skelkað av at hoyra, at hesin bólkur hevur tað so trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Hvørjum landi býr landsstýriskvinnan í ?? Er tað ikki uppgávan hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum at kenna til livikorini hjá teimum bólkum hon varðar av. Og átti betran av livikorum hjá hesum bólki, og øllum fólkinum í Føroyum, ikki at verið eitt aðalmál at fáa framt. Eg spyrji bara ?


Hvørji jól hoyra vit um familjur, sum søkja sær jólahjálp tí fíggjarligu umstøðurnar eru so vánaligar, at tey ikki fáa hildið jól. Og alt árið hjálpa Leif Erik, og onnur góð fólk við honum, hesum fólkum við mati. Og nú verður sagt frá Herberginum um mammur, sum venda sær til tey at fáa mat. Kommunur og barnaverndir kenna eisini til familjur sum hava tað trupult.


Beint fyri jól kom landsstýriskvinnan við einum uppskotið um ikki at fremja ætlaðu hækkingina í almannaveitingunum, sum skuldi hava við sær, at t.d støku uppihaldarirnar skuldu fáa okkurt um 40 krónur meira um mánaðin. Í somu viku kom samgongan við uppskotinum um flatskattin, sum gav høgu inntøkunum ein skattalætta, sum í nógvum førum var uppá fleiri túsund krónur um mánaðin. Tað galt líka so nógv lív at fáa flatskattalættan framdan, sum tað gjørdi ikki at fremja hækkingina í almannaveitingunum. Og ongin hækking er framd í almannaveitingunum enn, sjálv um tað tá bleiv lovað at arbeiða við hesum. Havi sjálv havt fyrispurning frammi um hetta, men onki er hent. Ikki tí, tær fáu krónurnar eru ikki einasta loysnin á trupulleikunum hjá støkum, men allir bati bøtir, og tað er meira princippi í raðfestingunum eg vil vísa á.


Undir viðgerðini av hækkingini av almannaveitingunum, sum samgongan ikki vildi fremja, komu nógv sjónarmið fram, sum lystu støðuna hjá eitt nú støkum, fólkapensjónistum o.s.fr. Vit í Tjóðveldi vístu á truplu umstøðurnar hjá hesum bólkum, og andsøgnin var skerandi sæð í ljósinum av stóra skattalættanum, sum bleiv framdur beint tá.

Einum skattalætta, sum hesir bólkar ikki fingu stóra lutin í, tvørturímóti.


Somuleiðis hevur uppskot verið frammi um at kanna kostnaðarstøðið í Føroyum, sum rakar hesar bólkar serliga hart. Tað er snøgt sagt ov dyrt at liva. Eisini í tí viðgerðini kom fram umstøðurnar mong støk liva undir. Og soleiðis hava hesi viðurskifti verið frammi í nógvum førum, men tá hevur ofta verið tómligt í tingsalinum. Andstøðan hevur fingið skotið í skógvarnar at vera grátikonur, júst tí vit hava varpað ljós á umstøðurnar hjá sosialt kroystum bólkum, og vanliga fólkinum. Og tað er eisini grátandi at, sum hesi hava verið við skerdan lut !


Landsstýriskvinna kundi t.d havt lurtað eftir andstøðuni, so bleiv skelkurin kanska minni, nú støku forsyrgjarirnir rópa hjálp. Hon hevur í øllum førum fingið nógvar áheitanir.


Tá ið vit eru vitandi um, at frívilligir hjálparfelagsskapir og einstaklingar dag og dagliga veita hjálp til fólk við sosialt truplum umstøðum, so kunnu vit sum land ikki siga ”gott er, tað taka tey sær av” Hesi góðu fólk hjálpa dagliga uppá nøkur sjúkueyðkennini í samfelagnum. Almenna uppgávan má vera at fyribyrgja og virka fyri, at slíkt ikki kemur fyri, og so eisini at taka um endan í teimum førum tað ikki røkkur. Ein amboð á leiðini er ásetan av fátækarmarkinum, sum vit mugu fáa sett.


Sum eg skilji á útsøgnunum hjá landsstýriskvinnuni, so skal stóra broytingin fyri støk nú koma við betran av bústaðarmøguleikum. Almannaráði og fíggjarmálaráðið arbeiða við einum bústaðarpakka fáa vit at vita . Og tað er gott, har er alneyðugt at gera nakað. Tað ironiska er tó, at fólkaflokkurin atkvøddi ímóti júst tí uppskotinum, sum nú kann gera tað møguligt at fáa framt hesar neyðugu broytingar. Minnilutasamgongan átti uppskotið. Haldi tað átti at verið áhugvert hjá fólki at fari inn og lurta, og lisið, hvørjar hugsanir fólkaflokkurin hevði um tað uppskotið. So kanska onkur vaknar !


Eg ivist onga løtu í at Annika Olsen er hørm um hesi menniskjuni. Hon skal fáa tað hjálp henni tørvar frá okkum til at betra um korini hjá teimum !


Sirið Stenberg
Tjóðveldi