Orðaskiftið um býti av makreli og havsins tilfeingi annars, byggir tíverri á fordómar og mytur. Har roynt verður at leggja uppskotini hjá Tjóðveldi út sum “skattlegging” av vinnuni ella álop á tey dugnaligu reiðaríir, skip og manningar, sum stríðast fyri at fáa sum mest gagn burturúr okkara ríka náttúrutilfeingi.
Fari staðiliga at mæla til, at fjølmiðlar og onnur fara at viðgera okkara uppskot við atfinningarsemi, har tað verður lýst, sum tað er – og ikki við skeivum uppáhaldum.
Nú er mín góði vinur Absalon í Buð eisini í Norðlýsinum við nýtum orðum, har han skírir okkum í Tjóðveldi “bloytur”, sum ikki tora at siga, hvussu vit vilja býta makrelin til vinnuna. Vit hava mangan verið í orðadrátti um fiskivinnuna, og eg eri fegin um, at Pimmi stendur alment fram og gevur av grovfílini.
Skal her royna at svara so greitt, sum eg megni. Bæði spurningar hjá Absaloni og um onnur viðurskifti, ið hava verið førd fram:
1. Vinnan skal ikki vera stýrd av politiskari tilvild
Okkara uppskot um tilfeingisbúð ella fiskirættindamarknað snýr seg um, at heldur enn at politikarar sita og býta út loyvir, fiskidagar og kvotur til einstøk skip, so skulu fiskirættindini regluliga bjóðast út í vinnuni á einum opnum og skipaðum marknaði.
Tey, ið vilja og duga og dríva vinnu, bjóða so uppá uppá teir fiskidagar og kvotur, sum verða ásettar og sum vit samráða okkum fram til við onnur lond. Tey leiga sær harvið rættin at fiska í ávíst tíðarskeið ella í ávísum nøgdum. Tá tíðarskeiðið er lokið, verður so boðið útaftur – og óbrúkt rættindi fella innaftur.
Hetta er sostatt ein skipan, har farið verður frá politiskum býti av tilfeingi og vinnumøguleikum til eina skipan, har tað er marknaður og kapping í vinnuni, sum avger býtið og gongdina í vinnuni. Tey, sum fáa mest burturúr tilfeinginum og reka sítt vinnuvirksemi mest skilagott, kunnu harvið kappast um at undir skipaðum viðurskiftum.
Tí kennist tað rættiliga margháttligt, at flokkar, ið siga seg vilja kapping og liberalan búskap, eru harðast ímóti eini slíkari skipan.
Sum støðan er í dag, so noyðist vinnan og hvør einstakur aktørur í vinnuni at leggja trýst á landsstýrið ella samgonguna til tess at reka sína vinnu og fáa lut í virkseminum. Og tað fer fram uttan nakrar reglur ella kriteriir, sum eru ásettar eftir demokratiskari viðgerð.
Politikarar sita altso hvørt einasta ár niðri í driftini hjá hvørjum einstøkum skipi og reiðarí og gera av, um tey eru keypt ella seld. Tað ber bara als ikki til.
2. Korrupt skipan – ikki korrupt fólk og vinna
Um tað er politisk vælvild ella tilvild, ið avger hvussu hvør einstakt vinnuvirki kann fáa nakað burturúr so stórum samfelagsvirðum og hvør sleppur framat, er ikki talan um eitt skipað og demokratiskt rættarsamfelag. Og tað er tí, at eg havi sagt, at um vit vilja verja og fasthalda eina slíka skipan, so er talan um eina korrupta skipan.
Tað merkir als ikki, at eg kalli Absalon korruptan ella vinnuna korrupta. Tvørturímóti er tað sera væl skilligt, at allir aktørar í vinnuni noyðast at gera vart við seg og trýsta á allastaðni, tí hetta ger jú av, um tey liva ella ikki liva í vinnuni.
Tað er altso skipanin, sum er skeiv, og hana hava vit ábyrgd av at broyta.
3. Ongin kann leggja seg omaná tilfeingið ella spekulera í tí
Tá ið vit regluliga bjóða fiskirættindini út í hóskandi tíðarskeiðum og tey fella innaftur, um tey ikki verða nýtt, so verður ikki gjørligt hjá nøkrum at spekulera í at leggja rættindi undir seg og síðani at selja tey víðari á privata marknaðinum.
Vit hava somuleiðis skotið upp, at júst hvussu bjóðast skal út og í hvussu longum tíðarskeiðum og nøgdum, mugu fólk við serligum innliti i vinnuna gera av.
Taka vit tildømis makrelin, so vita onnur betur enn eg, um tað er mest skilagott at bjóða makrelkvotuna út í tildømis trimum ella fýra tíðarskeiðum í árinum. Makrelurin hevur ymiska dygd og ymist virði á vári, tá hann kemur í føroyskan sjógv og tá hann hevur etið seg feitan fram á heystið.
Tí kunnu skilafólk gera av, hvussu best hóskandi verður boðið út. Absalon í Buð skírir okkum á hesum grundarlagi “bloytur”, tí vit ikki leggja fram, hvussu býtast skal millum vinnuni. Men tað er júst tað vit vilja burtur frá. Tað skulu ikki vera politikarar, ið býta út til vinnuna, men tað skal bjóðast út í kapping á einum skipaðum marknaði.
4. Ikki strámannavirksemi og útlendingar
Í okkara uppskoti stendur púra greitt – hóast eitt nú Jørgin Niclasen og Katrin Dahl Jacobsen støðugt siga ósatt um tað – at tað verður boðið út millum føroysk skip, ið eru góðkend at reka fiskivinnu undir føroyskari lóg. Og tú skalt lúka allar treytir um skattskyldu í Føroyum.
Sostatt er okkara uppskot ein stór forðing fyri strámannavirksemi og spekulasjón. Tá tú ikki kann keypa tær rættin at fiska í meira enn styttri tíðarskeið og noyðist at brúka rættin, áðrenn hann fellur innaftur, ber ikki til hjá nøkrum at keypa sær rættin til fiskin ella selja hann víðari.
Hinvegin er skipanin soleiðis í dag, at hon leggur upp til strámannavirksemi. Í dag kunnu sterkar peningakreftir keypa upp skip við fiskiloyvum og rættindum. Í prinsippinum kann ein sterkur útlendingur keypa allan nótaflotan. Og so kann hann selja hann víðari ella spekulera í teimum rættindum, sum fylgja við.
5. Ikki “hægstbjóðandi” ið kann keypa alt
Tann skipanin, ið vit skjóta upp, er heldur ikki soleiðis, at alt verður selt til “hægstbjóðandi”. Veit ikki hví, at fjølmiðlar hava sagt tað. Hinvegin verða rættindini regluliga bjóðað út í styttri tíðarskeiðum og skulu nýtast, áðrenn tíðarskeiðið er runnið. Og tey, ið liggja innanfyri ein minstaprís, tá øll boð eru komin inn, fáa rættindini fyri sama prís.
Í dag kunnu hinvegin hægstbjóðandi keypa upp øll fiskirættindi umvegis skipini og loyvini.
6. Ikki skattlegging
Onkur roynir at rópa um eykaskatt á vinnuna. Tað er júst øvugt. Við eini slíkari útboðsskipan, eru tað ikki politikarar og embætisfólk, ið áseta eitt gjald á vinnuna. Tað verður vinnan og marknaðurin, ið gera av, hvussu tey meta, at tey kunnu bjóða og framvegis hava eitt skilagott skiftisavlop. Er marknaðarprísurin á ávísum fiskaslagi fiski høgur, kann prísurin fara upp. Er hann lágur, fer prísurin sjálvandi niður.
Alternativið er, sum Fólkaflokkurin hevur skotið upp, at brandskatta tær vinnur, ið bera seg, við upp til 80%. Tað rakar bert tey, sum fáa tað at bera til, og skapar ikki góðar kappingartreytir.
Vit í Tjóðveldi hava eisini atkvøtt ímóti tí sonevnda “tilfeingisgjaldinum” hjá ABC-samgonguni.
7. Nógv bíligari fyri vinnuna
Fyri vinnuna vil ein skipað almenn útbjóðing av fiskirættindunum eisini verða munin bíligari, enn skipanin í dag.
Í dag noyðist tann, ið vil sleppa framat nýggjum ella øktum fiskirættindum at keypa sær gomul skip við fiskiloyvi fyri ovurprís til tess at sleppa framat. Tú skalt hava rættiligar nógvar milliónir aftanfyri teg, um tú yvirhøvur skalt kunna gera hetta. Eisini noyðast summi at keypa seær fiskidagar ella kvotur frá øðrum, ið ikki brúka rættindini.
Harvið verður kapitalur støðugt tikin úr vinnuni og kapitalkostnaðurin hjá teimum, sum eftir eru, er sera tungur. Rentur og avdráttir til fíggingarstovnar fáa fleiri og fleiri at hoykna, sum støðan er, og ongin kapitalur verður eftir til at endurnýggja flotan.
Við okkara uppskoti skal vinnan bert gjalda prísin fyri sjálvt vinnutólið – ikki fyri fiskiloyvir. Og tá bjóðast skal uppá fiskirættindi á einum skipaðum marknaði, krevst munin minni av kapitali. Gevur driftin hampiligt yvirskot, verður eisini gjørligt at bjóða uppá fiskirættindini.
8. Álit á vinnuna
Samanumtikið hava vit í Tjóðveldi stórt álit á, at føroyska vinnan megnar at fáa sum mest burturúr okkara tilfeingi, uttan at politikarar skulu siga hvør skal hava hatta og hvør skal hava hitt.
Við at skipa ein fiskirættindamarknað kann vinnan í skipaðari kapping sjálv tillaga seg og brúka alla orku uppá at veiða, hagreiða og menna sína framleiðslu – heldur enn at berjast við politikarar og sita bivandi á hvørjum ári og bíða eftir, hvørja avgerð ein politikari tekur um framtíðina hjá hvørjum einstøkum skipi, reiðarí og fiskimanni.
