Buggeli-bugg – fínt skal tað vera

21 June 2013
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Tá ið leiktjøldini skrædna og gekkaskortarnir falla, hava vit møguleikarnar at skoða ígjøgnum okkara støðu. Tað er tá, at vit skulu gevast at vera áskoðarar í einum sjónleiki, og ístaðin brúka møguleikarnar at fremja tey tøk og tær broytingar, sum skapa okkara lívsgrundarlag og framtíð.

Málið um rættin hjá okkum at veiða í egnum sjógvi og valdshóttanirnar úr ES, er enn eitt prógv um hesa sannroynd. Nú síggja vit greitt, at hetta hugtakið um “ríkisfelagskap” er bert eitt fríðkannarorð fyri vald. Ein fasada og ein kulissa, sum skal fjala útyvir okkara ófrælsu støðu – og sum skal kyrra okkum til ikki at taka egna ábyrgd og skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt fólk í heiminum.

Men sjónleikurin heldur fram
Endamálið við vitjanini hjá danska forsætisráðharranum (sum eg annars kenni sera væl sum eitt fryntligt og skilagott fólk) var sjálvandi eittans: At royna at pallseta falna sjónleikin um “ríkisfelagsskapin” av nýggjum, til tess at verja danska suverenitetin í Norðuratlantshavi og eindarríkið Danmark. Onki løgið er í tí. Og hon spældi sín leiklut væl.

Sjónleikurin var í trimum pørtum, og varð spældur aftur og aftur – við løgmanni og landsstýrinum í sínum gekkaskortum og hjáleiklutum:
1. “Vi tager hensyn til Rigsfællesskabet og vil stemme nej til sanktioner, men vi kan ikke gøre noget, hvis EU vil det anderledes.”
2. “Dette handler om fiskerikvoter og ikke om udenrigspolitik, og Danmark har ikke været involveret i sagen om fiskekvoter.”
3. “Dette er ikke en sag mellem Danmark og Færøerne, men mellem EU og Færøerne.”

Veruleikin
Onki í hesum sjónleiki er sjálvsagt í samsvari við veruleikan og tosað verður við tveimum tungum:

1) Danmark hevur ikki arbeitt fyri føroyskum áhugamálum í spurninginum um sild og makrel og boykott. Danmark kundi langt síðani havt steðgað bæði revsiheimildum og ætlaða boykottinum, bæði í ES og í altjóða stovnum, um tað hevði verið áhugamálið. Fyrr í ár nýtti Danmark alla sína uttanríkispolitiska orku tl tess at fáa ein avsláttur í gjaldinum til ES uppá 1 milliard krónur. Tað eydnaðist, hóast nærum øll hini londini vóru ímóti. Orsøkin til, at Danmark nú sigur seg vilja atkvøða nei, er bert óttin fyri fullveldisrørsluni í Føroyum.

2) Tað var Danmark, sum brúkti eina sambandsstjórn í Føroyum til at tryggja ES og danskari fiskivinnu 8% av Norðhavssildini, sum tey als onki krav hava uppá – og Føroyar mistu stór virðir og rættindi.

3) Hetta er tíverri ikki eitt mál millum Føroyar og ES, tí Danmark hevur ræðið á uttanríkispolitikkinum og situr í ES. Og tað er Danmark sum kann samskifta vegna okkum við ST, WTO og aðrar felagskapir, sum tryggja lóg og rætt á økinum.

Danmark tosar nú eisini um “at fáa partarnar at samráðast”. Meintu tey nakað við tað, so høvdu tey sjálvandi sagt: Ongar samráðingar kunnu verða uttan so, at ES tekur handilstiltøkini av borðinum. Ongin kann samráðast siviliserað undir valdshóttan. Hevur nakar hoyrt Danmark siga nakað alment í ES og altjóða semfelagnum, um hetta – ella nakað sum ger okkara støðu sterkari?

Buglur og skøvur og fasadur
Tað kundi heldur ikki verið meira sjónskt, at alt snúði seg bara um at skapa eina glæstrimynd og at seta gomlu kulissurnar og gomlu leiklutirnar upp aftur, tá vit sóu tíðindafundin hjá forsætisráðharranum og løgmanni. Her varð bert tosað við undarligum myndamáli um skøvur og buglur á einum bili (les: “Ríkisfelagsskapurin”).. Tað snýr seg altso bara um útsjóndina og lakkeringina – og um at royna at fjala innihaldið og tann veruliga standin.

Skulu vit endiliga brúka hesa einføldu mynd av einum bili, so eru teir veruligi spurningarnir.Hví rennur bilurin á? Er galið við konstruksjónini? Hvør stýrir bilinum? Og hevur Danmark ikki parkerað bilin í eini garasju í ES? Um bara Danmark situr við róðrið, og vit vilja ein annan veg enn tey, hevði tað tá ikki verið betri at havt hvør sín bil? So kundu vit koyrt sama veg, har tað var møguligt. Men høvdu frælsi at stýra sjálv og hava ábyrgd av egnum leiðum, har tað tørvar.

At látast...
Fyrigevið. Men eg kann ikki bara mær at samanbera hendan sjónleikin um “ríkisfelagsskapin” og føroyskan politikk við kendu bretsku sjónvarpsrøðina: “Fínt skal tað vera.” (Á enskum: “Keeping Up Appearances” – altso “at látast”).

Danmark spælir leiklutin sum Frú Hyacinth, ið nýtir alla orkuna at halda eina fína fasadu og látast vera nakað, sum ikki er.

Sambandsflokkurin (og Javnaðarflokkurin) er maðurin, Richard, sum hóast hann sær sjónleikin og gyklið, kortini spælir sín leiklut til fulnar og ger, sum Hyacinth sigur (eisini tá tey koyra bil).

Gamla Sjálvstýrið og Miðflokkurin eru grannakonan, Elizabeth, sum, tá ið Hyacinth ikki sær, sigur seg vilja manna seg upp og avdúka fasaduna. Men sum hvørja ferð fara upp at ristast og missa kaffikoppin, tá Hyacinth rópar.

Tjóðveldið og Framsókn og loysingarrørslan eru sum Onslow og konan. Sleppa helst ikki við uppá leikpallin. Eru ikki serliga elegant og duga ikki at spæla við í at látast. Lata buglurnar vera í bilinum ella royna at umvæla bilin sjálv. Men siga tingini, sum tey eru og avdúka, hvat er handan fasaduna.

Og Fólkaflokkurin? Ja, hann er sjálvandi sonurin, Sheridan. Hann situr fyri seg sjálvan og gagnnýtir støðuna og fasadupussaríið hjá Hyacinth og Richard. Og hann ringir sjálvandi heim at fáa pengar burturúr annanhvønn dag.

Ikki tí. Eina løtu tóktist tað, sum løgmaður var farin í leiklutin sum pápin hjá Hyacinth. Hann, sum oftani rýmir og heldur seg fara í kríggj við einum gomlum forladara. Men hann verður altíð fangaður aftur, so Hyacinth kann halda fram at látast.

Ein sjálvstøðug tjóð
Ongin orsøk er hjá okkum at spæla við í hesum sjónleiki.Leiðin er gongd til at velja møguleikar og menning ístaðin.

Sum ein sjálvstøðug tjóð kunnu vit gerast partur av teimum felagsskapum, vit ynskja. Og vit kunnu arbeiða og røkja okkara áhugamál á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Júst sum tá ein persónur gerst myndugur. Og sjónleikurin um, at vit bert kunnu samstarva við Danmark um tey hava valdið yvir okkum, er partur av einum avoldaðum leikriti. Vit fara sjálvandi at samstarva nógv betri við Danmark, tá vit eru sjálvstøðug. Júst sum myndugir persónar samstarva betri enn persónar, har annar hevur alt valdið og avgerðarrættin yvir hinum.

Sum sjálvstøðug tjóð kann okkara lívsgrundarlag ikki hóttast á sama hátt. Sum sjálvstøðug tjóð hava vit rættindi í altjóða samfelagnum. Sum sjálvstøðug tjóð hava vit okkara egna uttanríkispolitikk og kunnu umboða okkum sjálv í ST, WTO, EFTA o.s.fr. Og vit kunnu byggja upp tey samstørv og tær alliansur, sum okkum tørva.

Og sum ein sjálvstøðug tjóð skapa vit ótaldar møguleikar og kunnu vinna tað magnið og tað samanhaldið, ið fer at skapa líkindi hjá okkum og komandi ættarliðum at liva við sømd í føðilandi okkara.