Børn við serligum tørvi

24 October 2011
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Nógv hevur verið sagt og skrivað um børn við serligum tørvi, men tað eru ivaleyst fá sum geva sær far um hvussu hesar familjur stríðast.


Enn megna vit sum land ikki at liva upp til barnarættindarsáttmálan hjá ST -hóast vit reypa okkum av at vit taka undir við honum.


Lógarverkið sum stuðlandi fyriskipanir skulu setast í verk eftir er alt ov ógreitt. Ofta standast trupulleikar av at finna fram til hvør eigur ábyrgdina av málinum, t.v.s hvør skal gjalda, land ella kommuna. Tá ið tann fløkjan er loyst, ja so er manglandi játtan ein trupulleiki.


Tað er ikki ókent fyri hesar familjur at fáa at vita ”jú barnið hjá tær lýkur krøvini til at fáa hjálp hjá okkum, men er á bíðilista” Somuleiðis vita vit at bíðilistar eru til taluundirvísing, fys-og ergoterapi, sálarfrøðing o.s.fr Fleiri skúlar í landinum hava ongan heilsufrøðing, og skúlarnir fáa bert ein brøkpart av teimum tímum teir meta neyðugt til at nøkta tørvin á serundirvísing. Umframt hetta so er bíðilistin til barnapsykiatriska útgreinan uppí ár.


Stór orka fer til málsviðgerð, og ofta skulu fyriskipanir endurnýggjast árliga, so alt pappírarbeiðið forfrá. Hvat við at brúkt orkuna til børnini ?


Hví eru vit ikki komin so langt í Føroyum, at børn sum av einhvørjari orsøk eru skred ikki hava ein lógartryggjaðan rætt til hjálp ? Og hví skulu vit uppfinna tann djúpa tallerkin hvørja ferð ? Og hví skal tíðin fara til umsitingarligt arbeiði heldur enn at fara til børnini ?


Ongin eigur at vera noyddur at flyta av landinum, ella oynni, tí tey ikki fáa hjálp. Tíverri er ikki so í dag, ofta fólk kenna seg noydd at flyta vegna væntandi hjálp. Hetta er skammiligt og má loysast her og nú, so tey rættindi sum eru tryggja í barnarættindarsáttmálanum eisnini vera tryggjaði í Føroyskari lóggávu.


Familjur sum hava børn við serligum tørvi skulu stuðlast og hjálpast. Tann dag tær ikki megna meira, hvat tá við børnunum ?


Tað snyr seg um at raðfesta hetta økið nú. Barnalívið er stutt, lat okkum vera við til at geva tí innihald. Børn við serligum tørvi hava akkurát sama rætt til menningarmøguleikar sum øll onnur børn. Vit hava nógv góð starvsfólk sum kunnu hjálpa til við hesum, og sum við gleði fara til verka um tey fáa høvi og umstøður til tess.


Hesum øki vil eg áhaldandi arbeiða fyri.


Sirið Stenberg valevni Tjóðveldis