Ikki tespilig tíðindi á Portalinum í dag. Mett verður at alsamt fleiri børn i Føroyum liva í fátækradømi. Greiðar ábendingar eru um, at serliga børn hjá støkum, børn hjá arbeiðleysum, børn hjá foreldrum uttan útbúgving og børn hjá foreldrum, sum eru tilflytarir liva í fátækradømi..... Ikki serliga hugaligt.
Hetta er staðfest alla aðrastaðni so hví skuldi tað verið øðrvísi í Føroyum ?
So kann man spyrja hvørjar ætlanir samgongan hevur fyri at betra um umstøðurnar hjá hesum bólkum ??? Hjá støku uppihaldarunum hevur man við lóg avtikið ætlaðu javningina av upphæddini. Hjá teimum arbeiðsleysu er ALS lækkað. Á útbúgvingarøkinum velur man m.a eisini við lóg at avtaka ætlaðu hækkingina av lestrarstuðlinum, og viðvíkajdi útlendingum, ja har vil man ikki so mikið sum yvirtaka málið. So tað er ikki at undrast á, at støðan bert gongur ein veg.
At framt batar júst á hesum økjum kundi verið viðvirkandi til at bróta neiligan sosialna arv, og tryggja hesum børnum betri framtíðarvónir og møguleikar at mennast og trívast.
Børnini eru framtíðin, uttan íløgur í teirra framtíðarmøguleikar, og møguleiakr at mennast, ja so fær alt samfelagið tað truplari framyvir. Hví er tað so trupult at skilja ?
Sjálv hevði eg mett, at hetta átti at verið eitt av tydningarmiklastu málunum at gjørt nakað við. Men hvat, man freistast til at siga, at børnini hava ongan stert.... ongan status ....
Tjóðveldi legði í vár eitt uppskot fram um at seta eitt barnaumboð á stóvn í Føroyum. Uppskotið bleiv felt. Øll søgdu, at tað hevði verið skilagott, at havt eitt barnaumboð fyri at betra um rættartrygdina hjá børnum, men samgongan tók ikki undir við uppskotinum. Sagt var at tey fóru at koma við sínum egna, sum nokk fór at vera betri enn okkara. Hvar batin var, segði søgan onki um, kanska betri uppskotssetarir ? Barnaumboðið var so ikki nevnt við einum orði í kørmunum fyri komandi ár.
Tað er ikki so undarligt, at tað er so trupult at fáa eygað á nakran sosialpolitik. Sjálvur løgmaður hevur akkurát kunngjørt fyri øllum føroya fólki at tilfeingisgjaldið er størsta sosialpolitiska átak í søguni...
Her lades alt håb ude !
Sirið Stenberg , Tjóðveldi
