George Bush, Sarkozy, Alan Greenspan og Thatcher-viðhaldsfólk noyðast at viðganga, at skattalættarpolitikkurin, útsølan av almennum virðum, framíhjárættindini til tey allarríkastu og eggjan til spekulasjón, hevur gjørt øll fátækari og hevur blakað heimin út í ringastu kreppu síðani 1930-árini.
Eitt statsautoriserað pokerspæl hevur verið spælt kring allan heim. Nú skulu tapini gerast upp og leggjast til onnur at gjalda. Vinningurin skuldi partú einskiljast meðan dansurin gekk. Tapini skulu partú tjóðartakast, nú ballið er búið.
Stjórnir kring allan heim sita dagliga og royna at greina støðuna og finna bót fyri ringastu avleiðingunum. Og fólk krevja ábyrgd og avleiðingar.
Eitt landsstýri við ongum
Allastaðni – uttan í Føroyum. Her situr eitt landsstýri, ið als ikki tykist hava ansað, at ábyrgd má akslast. At tørvur er á tilbúgving, umhugsni, ábyrgd, hugsjónarligum víðskygni og politiskum ætlanum, ið kunnu brynja okkum til ein nýggjan og nógv broyttan heim, har vinna og nýggir framleiðsluhættir fara at byggja á nýggja orku og umhvørviskrøv. Og har trúgvin uppá ævigan vøkstur við spekulasjón eftir skjótum profitti, má gerast ein farin tíð.
Einastu boð landsstýrisins eru at kasta enn meiri ábyrgd frá sær – til Danmarkar. Roynt verður at billa fólki í Føroyum inn, at tey verða bjargað av donskum bankapakkum, hóast vanligi borgarin og bankakundin sjálvur rindar fyri loysnir, ið vit nú als onki ræði hava á ella innlit í.
Og í øllum málum av týdningi, vísir landsstýrið bert undirbrotligheit og røkir ongin áhugamál vegna Føroyar. Um tað er á fíggjarmarknaðinum, í fiskiveiðisamráðingum, útbjóðing av almennum arbeiði – ella tá skorið veður niður á Fróðskaparsetrinum og á Vinnuháskúlanum.
Her eru bert lítlir áhugabólkar í samgonguni, sum skava til sín, meðan málini fyri tjóðina verða slept eitt fyri og annað eftir.
Spurningurin er, hví vit yvirhøvur hava eitt landsstýri í løtuni. Tá tað antin er formaðurin í einari fíggjarnevnd ella danska stjórnin, ið kortini gera av, hvat gerast skal, tykist landsstýrið bert at verða eitt dýrkandi millumlið fyri avgerðirnar hjá øðrum.
Pauli Ellefsen uppaftur risin
Sambands- og afturhaldspolitikkurin er so gjøgnumførdur í løtuni, at sjálvt Pauli Ellefsen hevur kent seg kallaðan at traðka fram aftur og yvirbjóða, nú fólkaflokkurin er vorðin meira sambandskur enn sambandsflokkurin í amtstíðini.
Pauli Ellefsen greiðir Føroya fólki frá, at onki, sum er skapt í Føroyum, er skapt av føroyingum. Nei, allir føroyingar skulu ganga vinarliga og lúta við høvdunum, tí vit duga onki og hava ongantíð dugað tað. Danmark bjargar okkum nú eins og teir sambært Paula eisini gjørdu, tá vit keyptu ein skuldarfongdan banka frá Den Danske Bank og skattgjaldarin arvaði eina risarokning.
Pauli heldur, at tíðin er so langt fráliðin, at hann lættliga kann søgufalsa. Fá minnast, at hann sum løgmaður tvífaldaði uttanlandsskuldina og studningin til fiskivinnuna og setti gongd á verkætlanir, sum kostaðu landskassanum og vanligum smáíleggjarum hundraðtals milliónir í tapi.
Pauli man eisini halda, at tíðin er so langt fráliðin, at hann kann geva sjónvarpinum skyldina fyri at hava lýst bankamálið frá hálvfemsunum skeivt. Hann hevur helst gloymt, at ein frágreiðing varð gjørd av óheftu “Grønborg-nevndini”, sum váttaði hvørt einasta orð í sendingum sjónvarpsins um bankamálið. Um Pauli kann ávísa og prógva ein einasta skeivan upplýsing í bankasendingunum, skal hann fáa eina virðisløn.
Uttanríkisráðharrin koblaður úr heiminum
Ímeðan tosar uttanríkisráðharrin og formaðurin í Fólkaflokkinum framvegis um skattalættar og búskaparvøkstur. Hann roynir framvegis at billa fólki inn, at politikkurin hjá honum og George Bush hevur skapt vøkstur og sterkan búskap. Og hann fírir framvegis ikki fyri at bera skeiv tøl fram fyri almenningin um ábyrgdarleysa skattapolitikkin undanfarnu árini.
Men tølini í tjóðarbúskapunum í USA og Føroyum tala sítt týðiliga mál. Risaundirskot hjá tí almenna og eitt vinnulív, sum er fíggjarliga kollrent í spekulasjón við óveruligum virðum.
Tað tykir mær løgið, at ein uttanríkisráðharri ikki hevur fingið við, hvat hendir í heiminum, og at Bush er farin frá.
Komið er at mørkum
Okkum tørvar at fremja veruligar politiskar ætlanir og átøk í Føroyum. Tjóðveldi hevur lagt síni greiðu boð fram og fer framhaldandi at gera tað.
Men landsstýrisflokkarnir mugu vakna nú. Stundir eru ikki til tað atgerðarloysi og tann sambandspolitikk, ið nú ræður. Tað tekur bert sjálvsvirðingina og áræðið frá okkum.
Okkum tørvar eina nýggja ábyrgdarrørslu í Føroyum, um vit ikki skulu gerast sum tað blinda liðið.
