Bjargingarstjórn- og endurreisingarval

10 December 2010
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Fari hervið at heita á allar flokkar á tingi – og fólk annars – um alment at viðgera og siga sína hugsan um hesa ætlan:

1. Núsitandi landsstýri leggur frá sær og løgtingsval verður sett at verða í mai mánaða 2011, tá verandi tingseta endar.

2. Ímeðan verður skipað ein bjargingarstjórn, sum ein minnilutastjórn ella eitt fyribils landsstýri, ið kann samráðast við allar flokkar um at loysa tey mest átroðkandi málini (uttan møguleika fyri teimum kendu samgongu- og einstaklingablokkeringum). Í hesi bjargingarstjórn verða sett ein løgmaður og hægst 5 landsstýrisfólk, vald eftir førleikum og royndum, sum flokkarnir kunnu semjast um.

Trý høvuðsmál fyri bjargingarstjórn
Bjargingarstjórnin skal fram til valið nýta alla orku til at loysa hesi trý høvuðsmálini:

1. At endurskoða fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 beinanvegin og sosialu trygdarskipanirnar. Við tí endamáli at byrgja upp fyri teimum sosialu skeiklingunum og ójavnunum, sum gerast alt djypri millum fólk og økir í landinum. At byrgja upp fyri tí ótryggleika og missi, sum tilvildarligar skerjingar á útbúgvingar- og mentanarøkjunum skapa. Og at seta gongd á almennar íløgur, ið skjótt kunnu skapa arbeiði og virksemi í byggivinnu og avleiddum vinnum kring landið, eisini hjá ófaklærdum tímaløntum (Tildømis nýtt havrannsóknarskip, umvælingar og viðlíkahald av bygningum og infrakervi, bústovnar og íbúðir til fólk við serligum tørvi).

2. At greiða karmarnar fyri fiskivinnuni á sjógvi og landi frameftir í samráði við vinnufeløg, fakfeløg og serfrøðingar – herundir stovnsrøkt, fiskirættindamarknað, landingarskyldu, framleiðskrøv á sjógvi og landi, próvførslu um burðardygd o.a. (Fyridømið er her endurskipanin hjá alivinnuni, eftir at hon varð farin undir heilt í 2003. Tá eydnaðist við trýsti frá vinnuni sjálvari at samtykkja nýggjar lógir og reglur fyri endurreisingini av vinnuni).

3. At taka politiska ábyrgd av fíggjarmarknaðinum í Føroyum og beinanvegin at samráðast við donsku stjórnina um eina loysn, har føroyskir myndugleikar taka avgerðirnar um framtíðina og søluna av Eik og krevja fult innlit í øll viðurskifti. Endamálið er at tryggja ein fíggjarmarknað við realkreditti og øðrum amboðum, sum kann veita vinnu og húsarhaldum eina sámiliga og bíligari fígging.

Øll valagnarmál steðgast
Í tíðarskeiðnum fram til valið skal bjargingarstjórnin á øðrum økjum bert sum ein starvsstjórn, ið tekur tær mest neyðturviligu avgerðirnar. Við hesum verður eisini forðað fyri teimum tilvildarligu og ruðuleikakendu avgerðunum hjá landsstýrisfólki og samgongubólkum við eitt nú stovnsflytingum og játtanum til valagn, sum altíð vinda uppá seg upp undir val.

Endurreisingarval
Til valið í mai mánaða verður so høvi hjá øllum flokkum ella øðrum, ið bjóða seg fram, at leggja greiðar ætlanir á borðið fyri, hvussu vit endurreisa føroyska samfelagið og skipa føroyskt fólkaræði, mentan og samleika á dyggum grundarlagi. Eitt endurreisingarval, har tey tómu vallyftini og seráhugamálini mugu jarðast til frama fyri veruligum politiskum ætlanum og hugsjónum.

Mær nýtist neyvan at grundgeva djúptøkið fyri, hví tørvur er á hesi uppskotnu ætlanini. Øll síggja og kenna í dag gongdina, har ein støðug niðurbræðing er farin fram í øllum samfelagsliðum. Har fólk gerast óttafull og líkasæl og vit missa álitið á okkum sjálv – orsakað av politiskum leiðsluloysi og málloysi. Vit hava í veruleikanum stórfingin virðir í samfelagnum og góðar møguleikar at menna eitt sterkt og samhaldsfast samfelag. Men takið verður størri at reisa okkum, fyri hvønn dag, ið núverandi politiska meiningsloysið heldur fram.

Vilja vit lata onnur taka avgerðirnar
Vit skulu bara ikki góðtaka støðuna, har vit aftur nú standa sum áskoðarar til stórhendingar, har helvtin av okkara fíggjarmarknaði við meiri enn helvtini av húsarhaldum og vinnufígging, er sett undir umsiting, og har myndugleikar, ið ikki standa til svars mótvegis føroyska fólkinum, taka avgerðirnar. Og har nú avgerðirnar um framtíðina hjá stórum parti av okkara høvuðsvinnu, verða tiknar í skiftirættinum og av kreditorum á einum fíggjarmarknaði, sum er í undantaksstøðu.

Vit skulu ikki góðtaka, at tey, sum hava bjóðað seg fram at leiða landið, grundgeva tað sum ein fyrimun, at onnur skulu taka avgerðirnar um álvarsligu støðuna og okkara framtíð. Bert tí tað styrkir teirra partapolitisku støðu. Meðan kostnaðurin er misálit á okkum sjálv.