Barnarættindi ???

7 February 2011
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

So er spurningurin um vit sum samfelag kunnu góðtaka, at børn við serligum tørvi, og tørvi á ergoterapi ikki fáa tað hjálp tey hava tørv á ?

Beint nú er ergoterapiin í ljósmála, men hvussu er við øðrum tilboðum til børn við serligum tørvi.Hvussu er t.d við skúlatilboðum og tímajáttan til skúlanar ? Og hvussu við teimum børnum ið tørva stuðul ? Hví eru vit ikki komin longur í 2011 enn at hesi viðurskifti enn eru ógreið ? Hví skulu foreldur sum hava sjúk børn, og børn við serligum tørvi á tænastum annars, vera noydd at stríðast fyri at fáa hjálp, og so kanska ofta til fánýtis !

ST-sáttmálin um barnarættindi bleiv við kunngerð nr 90 frá 7 okt 1993, settur í gildi í Føroyum 11 maj í 1993. Í grein 22 í barnarættindarsáttmálanum stendur ”Brekað børn hava rætt til bestu hjálp, umsorgan og upplæring at tryggja at teirra sjálvsálit og møguleikar til ríkt og virkið lív” Gjøgnumgangandi í sáttmálanum eru rættindini hjá øllum børnum, til at samfelagið tryggjar at áhugamálini hjá øllum børnum vera vird og vard. Somuleiðis hava vit í Føroyum í 2009 tikið undi við ST-sáttmálanum um rættindi teirra ið bera brek.

Er tað verðuliga so lætt, at tað ber til hjá politisku skipanini at taka undir við hesum sáttmálum, og so ikki virka fyri at føra sáttmálanar út í lívið ? Ja, tað sær soleiðis út, og væntandi viljin, og væntandi innlitið í hvat ergoterapimálið í verðuleikanum snýr seg um, vísir bert hvussu langt er eftir á mál.


Ofta siga vit at eyðkenni fyri eitt gott samfelag er, hvussu væl tað tekur sær av teimum viðbreknu samfelagsbólkunum, ið tørva serliga hjálp. Vænti vit øll vilja vera borgarar í tí góða samfelagnum tann dag vit sjálvi , ella ein av okkara tørvar hjálp. Fari tí at heita á politisku skipanina um at virka fyri at fáa ergoterapimálið loyst, og samstundis at virka fyri, at brekað børn og børn við serligum tørvi annars fáa lógartryggjaðan rætt til tað hjálp tey hava tørv á.
Politikarar nytast ikki at óttast fyri at nakað foreldur fer at misnýta eina skipan ið veitir góðar tænastur.

Vit hava nógv, og góð starvsfólk við høgum fagligum førleikum, sum eru væl skikkaði at meta um tørvin hjá einstaka barninum á hjálp og viðgerð. Og haldi meg kunna siga, at øll foreldur helst vildu verið alt hetta fyri uttan og høvdu ynskt at teirra barn ikki tørvaði serliga hjálp. Men vit koma ikki uttanum at tað altíð fara at vera nøkur børn, sum vit skulu taka okkum serliga væl av.
Skjót hjálp er góð hjálp, og tí er alneyðugt at veita børnum fullgóða tæastu so tíðlig í lívinum sum tilber, soleiðis vera framtíðarútlitini og møguleikarnar hjá børnunum til eitt dygdargott vaksnamannalív størstir.