Hesin setningur rann mær til hugs aftaná borgarafundin í Trongisvági sunnukvøldið, og so aftur nú eg síggi á Suðurrás, at John Johannesen landsstýrismaður framvegis ætlar sær at arbeiða víðari við uppskotinum um bygnaðarbroytingar í heilsuverkinum. Uppskotið er sett á stand by til aftaná løgtingsvalið. So vita tit tað suðringar !
Suðringar vita eisini at hetta er ikki minni enn 3 ferð innan stutta tíð at slík álop eru gjørd á heilsuøki í oynni. Fleiri av okkum vóru við til at mótmæla í sjúkrahústúninum tá ið málið um hjálparlæknan var fyri. Tað málið var alneyðugt fyri at bjarga kommunulæknaskipanini í oynni, og eydnaðist tíbetur. Vit hava heldur ikki gloymt jólagávuna til starvsfólkið á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi. Og nú er aftur boð eftir øllum góðum kreftum um at standa saman um Suðuroyar Sjúkrahús.
Fari at minna fólk á, at øll hesi álop koma frá somu fólkum, sum í fleiri førum sleppa at skora uppá at taka uppskotini burtur aftur, og koma at standa sum tey sum bjargaðu okkum øllum.
Í sínum grundgevingum fyri at fremja bygnaðarbroytingar í sjúkrahúsverkinum kom landsstýrismaðurin inn á samskipan av bíðilistum, og betri møguleikar at gagnnýta starvsfólkatilfeingi og harvið betra tænastuna. Sjálvsagt kunnu vit øll taka undir við, at her er umráðandi at finna skilagóðar loysnir. Landsstýrismaðurin metti seg ikki hava neyðugu heimildir til tess í verandi lóggávu, og at henda broyting bert kundi gjøgnumførast við at seta ein yvirornaðan sjúkrahússtjóra.
Í verandi sjúkrahúslóg stendur m.a í §2 Sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið. Víðari verður víst at at tað er landsstýrismaðurin ið hevur abyrgdina av samstarvsavtalum millum sjúkrahúsini í Føroyum. Hetta átti at givið landsstýrismanninum heimild at fremja sínar ætlanin innan verandi lóggávu.
At tosa um at bíðlistanir ikki kunnu samskipast elektroniskt í 2011, er so langt úti at ongin viðmerking er neyðug !
Stóra mannamúgvan sum var komin saman sunnukvøldið gav okkum greiðar ábendingar um, at suðringar standa saman, at vit eru góð við Suðuroyar Sjúkrahús, og at lógaruppskoti hjá landsstýrimanninum ikki var serliga høgt í metum. Sjálv síggi eg eisini stóru fólkamongdina sum eitt tekin um ótryggleika, og at fólk kendu Suðuroyar Sjúkrahús hátt, og bleiv hetta eisini ført fram av flest øllum.
Vit fingu lyfti frá landsstýrismanninum um at tey 3 sjúkrahúsini í Føroyum skuldu vera staðsett í lógini og at lokalu leiðslunar skuldu vera verðandi, men at nýggi stjórin skuldi omaná. Og grundgevingin er sparingar ?? Tað man vera lítið at spara við at seta eina leiðslu afturat, og man ikki sjúklingurin kemur at gjalda fyri tað ?
Landsstýrismaðurin fekk fleiri bóltar sum hann kundi havt lofta, men teir duttu í gólvið. T.d at tikið Suðuroyar Sjúkrahús burturúr vegna geografisku fjarstøðuna, og at miðsavnan av øðrum tænastum kundi verið skilgóð har dupultfunktiónir vóru í løtuni. Men nei, onki svar.
Málið er fari av sporinum segði landsstýrismaðurin. Ja tað haldi eg eisini. Og eitt alvorligt síðuspor er tá ið tað verður ført fram hvussu nógv forvaktin á Suðuroyar Sjúkrahúsið kostar, og so at koma við skeivum tølum. Mær vitandi eru læknar, eins og onnur lønt eftir sáttmála, og hann er væl galdandi í suðuroynni eisini, ella hvat ? Er tað ok at gjalda hesa løn aðrastaðni í landinum, men ikki í suðuroynni ? eg spyrji bara ?
Fari at enda við at heita á landsstýrismannin um at sleppa hesi ætlan, og vísa honum á orðini hjá Willy Brandt ”Tað krevur meira dirvi at broyta sína áskoðan enn at vera henni trúgvur”
Við vón um ljósa framtíð fyri Suðuroyar Sjúkrahús, Sirið Stenberg
