Samsvarandi málunum hjá WHO arbeiða fleiri av londunum rundanum okkum miðvíst við at skipa fyri góðum fyribyrgjandi heilsu og røktartænastum sum skulu gera tað liviligari hjá fólki sum eru komin upp í árini. Somuleiðis vera sosialar skipanir tillagaðar tørvin hjá tí einstaka
Tær grundleggjandi tænastur sum skulu vera tilstaðar fyri at fólk kunnu búgva longst møguligt í egnum bústaði eru t.d nøktandi heimahjálp, endurvenjing, dagtilboð, eldraíbúðir, mattænastur, reingerðing, fyribyrgjandi heimavitjanir o.s.fr. Í teimum førum hetta ikki ber til vegna heilsustøðu, skal røktarheims ella sambylispláss sjálvsagt vera tøkt. Fyri hvørja tænastu sum verður skerd í grundleggjandi tænastunum verður tørvurin á røktarheims og sambýlisplássum størri.
Hvat gera vit so í Føroyum ? Jú vit byggja út í ”ovara enda” og niðurraðfesta alla fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastu. Hetta viðførir so enn størri tørv á stóvnsplássum.
Eitt dømi er at fyri hvørt fólk sum flytir inn á røktarheim, so verður heimahjálpin í økinum skerd 5 tímar. At enda er so nærum ongin heimahjálp eftir, og kann hetta so viðføra at tey sum kundu klára seg heima við góðari heimahjálp kenna seg trýst at flyta inn á stóvn at búgva, av tí orsøk at tey ikki fáa nøktandi hjálp heima. Eitt annað dømi er talið á heimahjálpartímum og talið at brukarum, sum fáa heimahjálp er støðugt minkandi.
Vit hava tørv á einum góðum eldrapolitikki Føroyum har javnvág verður millum stóvnsøkið og skilagóðar fyribyrgjandi røktar og heilsutænastur. Eg vil vera við til at virka fyri broytingum á hesum øki. Tað er neyðugt at finna loysnir sum eru skilagóðar fyri bæði landshúsarhaldi og sum kunnu virka fyri lívsgóðsku á ellisárum.
Sirið Stenberg valevni Tjóðveldis
” At leggja ár til lívið og at leggja lív til árini ”
14 October 2011
