Fólkatingsumboðan hevur søguliga verið nýtt til at binda føroysk mál inn í avgerðir hjá donskum flokkum og til at flyta føroyskt fólkaræði av landinum. Okkara mál er at flyta føroysk framtíðarmál heim og at skapa ábyrgd og fólkaræði í Føroyum
At føroyingar enn skulu velja fólk á fólkating, er tíverri ein staðfesting av, at vit enn ikki hava veruligt fólkaræði í Føroyum. Á fólkatingi verða enn avgerðir tiknar um okkara fíggjarmál, bankakervi, uttanríkispolitikk, verjumál og um okkara rættarligu støðu sum fólk.
Hetta átti sjálvsagt ikki at verið so. Men søguliga hava fólkatingsumboð føroyinga sitið saman við donskum systurflokkum og tikið avgerðir um týdningarmikil mál fyri framtíðina hjá føroyingum uttan nakra demokratiska viðgerð í Føroyum. Handlar eru gjørdir, sum binda okkum fastari at skipanum, pengum og avgerðum uttanífrá.
Hetta er orsøkin til, at Tjóðveldi yvirhøvur valdi at stilla upp til fólkatingsval í síni tíð. Fyri at fólkatingsumboðan føroyinga ikki skuldi nýtast til at gera okkum enn meiri heft av skipanum og avgerðum, ið liggja burtur frá føroyskum fólkaræði.
Heldur enn at nýta fólkatingsessir til at flyta føroysk mál og avgerðir burtur, vildu og vilja vit nýta sessirnar til at fáa føroysk framtíðarmál og fólkaræði heim til viðgerðar og avgerð.
Politiska innihaldið
Høvuðsmálini hjá okkum á fólkatingi eru:
At arbeiða burturav fyri rættindunum hjá føroyingum sum fólk og tjóð til at taka egnar avgerðir og ábyrgd og at virka á jøvnum føti í heiminum
At vera sjónlig og upplýsa sakliga um føroysk sjálvstýrismál til tess at skapa virðing og góða samráðingarstøðu hjá føroyskum myndugleikum.
At kanna, upplýsa og varpa ljós á týdningarmikil viðurskifti i viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark til tess at kunna taka skilagóðar avgerðir í Føroyum um framtíðina.
At knýta sambond og samstarva við aðrar politikarar og felagsskapir – serliga við Grønland og onnur av londunum kring Norðuratlantshav.
Ongin ivi er um, at Tjóðveldið hevur gjøgnum Norðuratlantsbólkin broytt fólkatingsarbeiðið og úrslitini hjá føroyskum fólkatingsumboðum grundleggjandi. Ongantíð áður eru so nógv mál reist og viðgjørd, sum eru flutt heim og hava fingið týdning fyri ætlanir og avgerðir her heima í Føroyum. Um tildømis útisetar, útbúgving og fráflyting. Rættin til limaskap í altjóða felagsskapum. Um týdningin av ríkisveiting og umlegging til sjálvberandi búskap. Um samstarv í Norðuratlantshavi. Um fíggjareftirlit og fíggjarmarknað. Og mangt annað.
Spurningurin til hetta valið er, um vit skulu venda aftur til tað gamla, har fólkatingsumboð verður nýtt til at flyta avgerðir og fólkaræði av landinum og inn í danskan flokspolitikk.
Ella vit vilja senda eitt greitt og týðiligt tekin til Danmarkar og umheimin um, at vit vilja hava føroyska framtíðarmál heim til Føroya. At vit vilja hava fólkaræði og ábyrgd í Føroyum.
Høgni Hoydal
