Heimsheilsustóvnurin WHO hevur útnevnt 10 okt til altjóða sálarheilsudag. Dagur er ætlaður til at varpa ljós á hetta økið, og at kunna um sálarsjúkur, fyribyrging og viðgerð.
Sama dag hoyra vit í tíðindasendingini at eitt stórt tal av føroyingum er hóttur av fátakradømi, at fólk/familjur eru strongdar og at krøvini til nútíðar familjuna eru sera høg. Tað ber ikki til at koma við nakrari einfaldari orsøk uppá hví sálarsjúkurnar eru vaksandi, men man ikki ein av samansettu orsøkunum vera at finna í hesum ?
Somuleiðis er staðfest at føroysk børn hava øktan títtleika av PTSD (Post Traumatisk Stress Disorder) sum eru sálarligar fylgjur av ógvusligum sálarligum hendingum og løstum. Hesi børn blíva eisini vaksin og alt ov sjálvdan verða fyribyrgjandi og viðgerðandi tiltøk sett í verk fyri at hjálpa børnunum burturúr hesum. Hetta merkir, at vit eru vitandi um, at nøkur av okkara børnum eru í øktum vanda fyri at fáa fylgjur av sálarligum løstum, og hvat gera vit við tað ?
Sálarsjúkur hava allar dagar verið tabu. Ofta verður sjúkan duld ella tagd burtur. Hetta er bert við til at gera støðuna enn meiri ólukkuliga fyri tann, ella tey raktu.
Øll kenna dømi, at tá ið fólk eru likamliga sjúk so vekir tað umsorgan í okkum og vit brýggja okkum um hvussu viðkomandi hevur tað. Vit ringja og spyrja, støkka inn á gólvið o.s.fr og vilja vita hvussu viðkomandi hevur tað. Tìverri sæst hetta alt ov sjálvdan tá ið fólk eru sálarsjúk. Hví hava vit so trupult vit hesum og hvat eru vit beingin fyri ? Sálarsjúk fólk hava tørv á, og rætt til somu umsorgan sum øll onnur.
Landið hevu eina stóra uppgávu at lyfta við at raðfesta psykiatriina og ikki minst barnapsykiatriina. Fyribyrgjandi og viðgerðandi tilboð eru neyðug, og samfelagið má taka livikor sum kunnu vera sjúkuelvandi í nógv størri álvara.
Vit onnur hava øll møguleika at ávirka, at vísa umsorgan og vera við til at bróta tabu !
Sálarheilsuøkið hevur mín stóra áhugað og er nakað eg brenni fyri. Hetta er ein av orsøkunum til at eg bjóði meg fram í politikki. Ynski um at vera viðvirkandi til at betra um liviumstøður hjá fólki.
Sirið Stenberg, valevni Tjóðveldis
