Allar okkara avgerðir skulu hava frælsi, samhaldsfesti og varðandi virðir sum mál

3 August 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Harra formaður!

Vit hava ómetaliga nógv at vera errin av. Okkum, sum er unt at liva og virka í Føroyum. Sum eru partur av meiri enn 40 ættarliðum, ið hava skapt lív og virðir á hesum oyggjum. Mitt í sjónum, í miðjum Norðuratlantshavi. Og sum eru partar av eini mentan og einum samleika, ið hevur ment seg, endurnýggjað seg og nútímansgjørt seg – ímóti øllum forsagnum og øllum ídnum afturhaldi.

Vit hava dygdir og lýtir eins og øll onnur. Vit eru ikki betri enn onnur fólk, onnur lond ella aðrar tjóðir. Og vit eru heldur ikki verri. Men vit eru her. Við tí arvi, okkum er givin. Og við teimum framtíðarmøguleikum, sum vit kunnu velja at stríðast fyri – ella vraka.

Her hava vit øll vovið teir ósjónligu træðrir av sosialum felagsskapi, menniskjaligum virðum, søgu, gleði, sorg, ást, vónbrotum og nýggjari vón, ið spinna tær elalítlu meskarnar í tað netið av veruligum og varðandi virðum, sum skapa okkara meining og samleika sum menniskju.

Tað eigur at geva okkum stórt áræði og virkishug. Eigur at fáa okkum at kasta undirbrotligheitina av okkum og tora at taka tey stig og seta tey mál, ið vit øll vita eru neyðug til tess at menna okkum sum einstaklingar og sum tjóð.

Og lat okkum fyrst av øllum ásanna, at tað, sum vit eru mest errin av í dag, og sum leggur okkara fremstu lunnar inn í framtíðina, er alt tað, sum vit vóru so ósamd um og sum fekk so stóra mótstøðu – og mangan skomm og skitin orð við sær á vegnum.

Tak nú bert tað ótrúliga mentanarlívið, innan tónleik, sjónleik, list og ítrótt, sum vit øll kunnu taka lut í og mennast av – og sum eitt nú hetta fagra summar hevur savnað fólk úr øllum landinum og úr øllum heimi. Fjøllini hava sungið, havið hevur ljómað og nýggir heimar hava latið seg upp í okkara sinnum og útsýni. Og okkara ítróttarfólk hava víst, at tey kunnu fara fram á heimsins vøllum undir egnum merki.

Fyri bert einum ættarliði síðani, fingu fólk trúttað niður í seg frá politiskari leiðslu og fremstu dagbløðum, at vit vóru so fá og so smá og ikki høvdu ráð at fáast við slíkar fjákalótir og dagdvølju. So hvør hevði trúð, at her kundi skapast slík mentan og livandi virðir – ið helst man vera eindømi í heiminum í mun til fólkatalið?

Ella tak stríðið fyri egnum fiskimarki, undirgrund, egnum skúlum og Fróðskaparsetri, sum hóast so nógva ósemju, mótstøðu og skeivar avgerðir hjá politisku leiðsluni, í dag kortini er – og ikki minst kann – gerast okkara grundarlag fyri varðandi virðum og vælferð. Og sum kann knýta okkum til umheimin og fáa okkara merki at veittra millum hini í heimsins meldri.

Ella tak tær vinnur – sum eitt nú alivinnan – ið hava tikið ábyrgd eftir hartvunnar royndir, og við bæði gransking, umhvørvis- og dygdarkrøvum, hava víst á eina leið, ið kann bera. Ella øll tey dugnaligu fólkini og fyritøkurnar, ið virka úti í heimi. Lesandi, granskarar, sjófólk, handverkarar, verkfrøðingar.

Ella tak avgerðina um at gera okkum leys av stórum parti av gjaldinum fyri okkara vantandi sjálvræði og ábyrgd – tann sonevnda blokkstuðulin. Tá varð tosað um krystalnætur og at ofra vælferð fólksins. Og mælt varð til at brúka allan hendan pening óskornarn at svaðasvørði hvørt ár. Varð tann avgerðin ikki tikin um at taka ábyrgd fyri hesar stóru upphæddir og læsa restina fast, so høvdu hvørt ár verið sprændar einar 6-700 millónir krónur afturat út í samfelagið – og vit høvdu sum so mangan áður við fullum leigugjaldi langt síðani verið farin á heysin og sett undir umsiting. Vit høvdu aftur havt mist alla sjálvsvirðing og møguleikar at velja framtíðarleiðir.

Men tey árini varð ikki bert hendan ábyrgd tikin. Samstundis varð tann stóra skuldin fyri samanbrotið og ábyrgdarloysið í 80’unum og 90’unum niðurgoldin og 2,3 mia. settar á bók.

Hetta var eitt ódnartak, sum ongin av okkum politikarum eigur at taka heiður av. Hetta vísti eina ótrúliga styrki í tí føroyska fólkinum og prógvaði, hvussu nógv vit megna, tá vit taka ábyrgd og hava frælsi og samhaldsfesti sum stavnhald. Tað eru fá samfeløg í vesturheiminum, sum hava verið ígjøgnum so djúpa kreppu, sum Føroyar í níti-árunum, men sum hava megnað at reist seg so skjótt og goldið skuldina aftur við renturs rentu.

So Harra formaður. Sanniliga hava vit nógv at vera errin av í Føroyum. Og sanniliga hava vit gjørt okkum dýrtkeyptar royndir, ið geva okkum allar møguleikar at seta onnur mál og taka rættar avgerðir.

Vit hava lært, at tað, sum skapar kreppur í Føroyum í nýggjari tíð, hevur ongantíð verið ov lítið av peningi. Tað hevur hinvegin verið ov nógvur peningur. Tá ov nógvur peningur hevur verið sprændur út í skipanir, ið annars kundu ment seg sjálvar, men sum køvast av skeivum avgerðum. Tá peningur, sum ikki hevur varðandi virði ella veruliga framleiðslu og botn aftanfyri seg, hevur verið hildin at verið grundarlagið fyri vælferð. Ov nógvur peningur, sum er nýttur skeivt í jagstran eftir persónligum løtuvinningi ella fiktivum virðum til fáar úrvaldar bólkar. Okkara royndir eru, at kreppurnar eru skaptar, tá felagsskapurin og samhaldsfestið hava verið offrað fyri egingirndina, og vit hava slept teimum virðunum, ið kunnu endurskapast og hvíla í sær sjálvum, til frama fyri, at tey fáu kunnu seta framtíð okkara alra í pant.

Og vit hava lært, at tíðin má vera farin frá teimum, sum prædika, at trygdin hjá okkara pensjónistum, sjúku og veiku, liggur ikki í tí sum, tey sjálv hava skapt av virðum og í tí sum vit sjálv gjalda til felagsskapin – men at tað skal grundast á pening aðrastaðni frá, ið vit ikki hava ávirkan á. Og at vit so ístaðin skulu kunna nýta pengar frá okkara egnu framleiðslu til persónlig prestisjuprosjekt og størri fyrimunir til tey vælbjargaðu.

Tann áleikandi heimskreppan hevur lært okkum – og vónandi heimsins tjóðir allar – somu greiðu setningar. Ein fíggjarheimur hevur troðið ein villan dans um øll heimsins lond, ið hevur verið bygdur á at flyta íspunnin virðir á færri og færri hendur, meðan ongin verulig framleiðsla og virðir hava verið aftanfyri. Onki fólkaræðið ella fólkavalt eftirlit hevur havt minsta tamarhald á hesum blindu kreftum. Tá dansurin ikki slapp longur út í ytstu krókar og økta ferðin ikki kundi føðast við nýggjum fiktivum virðum, kann dansurin nú ikki troðast undir moldum.

Eftir liggur rokningin hjá felagsskapinum og verri er hjá breiðu fjøldini at leika fagurt á foldum. Fólkaræðið skal taka upp eftir neoliberalu ódnina, ið hevur snýst so mangt omanav. Og fátækasta fjøldin ber higartil dýrasta prísin.

Eftirá liggur eisini sjálv vistfrøðiskipan heimsins og veðurlagið á jarðarknøttinum. Og tað stendur ljóst, at komið er at teimum mørkum, at tvey til trý ættarlið av heimsins ríkastu fólkum, kunnu ikki brenna tað tilfeingið av og sankað tað inn undir seg, sum er bygt upp, skapt og hevur funnið sína javnvág gjøgnum milliónir av árum.

Tí, harra formaður. Eisini tí er stundin eisini komin til, at partapolitiska skipanin og politiska leiðslan í Føroyum torir at taka í egnan barm. At vit gera upp við tær ódygdir og mistøk, ið hava merkt heimastýrisligu tilvildina og ábyrgdarloysið í okkara skipan. Sum hava virkað beint ímóti teimum skapandi kreftum og frælsistøkum, ið eru trýst fram uttanfyri politisku skipanina.

Og at vit fara at taka heilt annan tátt upp í føroyskum politikki og fólkaræði. At vit fara st seta okkum høg mál og leggja ætlanir, sum kunnu viðgerast fólkaræðisliga og opið – og sum vit kunnu standa til svars og ábyrgdar fyri at halda.

Fyrts er at ásanna, at vit seinastu árini hava ligið í leiðsluloysi, málloysi og hugsjónarloysi í føroyskum politikki – og at vit tíverri hava endurtikið somu mistøk aftur og aftur.

Tá fólkið í landinum hevði niðurgoldið uttanlandsskuldina og tvær ein hálv milliard varð sett á bók, fóru vit aftur bara at fremja gerðabýtispolitikk. Handan afturlatnar dyr vóru sonevdnar “semjur” gjørdar millum flokkar, ið onki mál ella kós ella grundgeving høvdu uttan tað, at tað vóru “semjur”. Og onki orðaskifti varð møguligt. Talaði nakar at ella mælti til aðrar ætlanir, varð farið eftir persóninum og sett spjaldur á teir og teirra bakgrund. Boðberin skotin og tiptur sum skjótast. Peningur varð oystur út í skattalættum, ovurnýtslu og bardagar um prestisjuprosjekt, hóast búskapurin varð við at byggja seg upp í eini rímiligari javnvág. Almenn ogn varð seld og eisini tann peningur nýttur, hóast samtykt at varð, at peningurin skuldi í grunn til framtíðina.

Ongin broyting varð gjørd í serskipanum ella kreppuloysnum og bygnaði – og ongin gongd sett á nýggjar útbyggingar í økir, ið kundu skapa varðandi virðir. Tilfeingisumsitingin helt fram óbroytt, hóast øll serfrøði vísti, at stórar broytingar vórðu neyðugar til tess at endurskapa virðini – og felags ogn varð keypt og seld og kapitalur tikin úr vinnuni til einstaklingar.

Ongi mál vórðu sett til at skipa Føroyar frælsar og skapa okkum atgongd til heimssamfelagið. Alt varð parkerað. Ístaðin var aftur handlað eins og Føroyar skulu vera eitt akvarium, har fóðrað verður niður gjøgnum eitt lítið hol í glasloftinum. Og so varð fóðrað ov nógv, so alt fór at køvast. Heldur enn at taka veggirnar niður, so vit kunnu virka saman við heimsins tjóðum og og heimurin kann koma til okkara.

Úrslitið er okkara avbjóðing í dag. Vit hava spilt 5 ár burtur við ongum og skeivum avgerðum. Vit hava hall á fíggjarlógini, ið táttar upp ímóti tí mesta vit nakrantíð hava havt – og tíverri er onki av hesum stóra halli til framtíðar átøk, ið kunnu skapa nýggj og varðandi virðir.

Og politiska leiðslan eigur at verða eyðmjúk mótvegis teimum tøkum, ið vórðu tikin undanfarnu árini, tá skuld varð niðurgoldin og peningur spardur upp. Tí tey frælsisstigini eru í dag grundarlagið fyri, at vit hóast alt kunnu handla og leggja á anna bógv uttan at fara í panikkstøðu.

Politiska leiðslan eigur eisini at ásanna, at hon nú í nærum eitt ár hevur gyklað fólki fyri og skapt ørkymlan í vinnuni og millum fólk við at tosa um, at hon arbeiddi við einum sonevndum pakka, sum skuldi broyta viðurskiftini.

Men sum vísti seg onki at broyta kortini. Alt skal bert duffa áfram og ongin kós ella avgerð rættast – og so verður nálgað burtur av nøkrum smávegis konti og virksemi, ið klárar seg lutfalsliga væl við lítlum.

Upp ímóti hesum vilja vit nú seta greitt alternativ. Vit vilja seta nøkur greið ýti og ítøkilig mál, ið kunnu skapa annan veruleika og annan sið í føroyskum politikki.

1. Sjálvsvirðing og samleiki í heiminum: Allar tær avgerðir, ið vit taka, og tær ætlanir vit leggja, skulu hava sum greitt ýti at skipa føroyingar frælsar í heiminum. Føroyingar skulu hava sama rætt til at virka í heiminum sum onnur fólk. Vit skulu samstarva við hvønn vit vilja, gera avtalur við hvønn vit vilja og taka somu ábyrgd í heiminum sum onnur. Okkara mál, mentan og samleiki skal virðast og mennast á jøvnum føti við onnur.

2. Óheftur og sjálvberandi búskapur: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal kjølfestast í ein sjálvberandi búskap, ið er óheftur av studningi uttaneftir, men bygdur á samhaldsfastar og rættvísar skatta- og avgjaldsskipanir, langtíðarjavnvág og ábyrgd fyri komandi ættarliðum.


3. Frælst vinnulív uttan serrættindi: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal grundast á eitt veruliga frælst vinnulív, óheft av politiskum serrættindum til útvaldar einstaklingar, bólkar og útvaldar vinnur. Har dugnaskapur, førleiki og virðing fyri avtalum, lógarkørmum, umhvørvi og trivnaði eru avgerandi fyri møguleikan at dríva vinnu innan fjølbroytt økir og kasta av sær til samfelagið.


4. Sosialt rættvísi og vælferð: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal styrkjast í sosialt rættvísum vælferðar- og heilsuskipanum, ið øll fíggja í felag eftir evnum, men fáa gagn av eftir tørvi.


5. Fræls mentan, útbúgving og gransking: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal taðast og alast við stórum íløgum í mentanararbeiði og mentanartilboð í breiðastu merking: Nútímans og fjølbroyttir dagstovnar, skúlar, útbúgvingar, granskingarstovnar, frítíðartilboð, mentanarstovnar og skapandi list á altjóða støði.


6. Hvør einstakur hevur sama rætt til frælsi: Hvør einstakur skal hava sama rætt og frælsi til at velja, virka og virðast í Føroyum, um vit taka við somu skyldum og ikki gera okkum inn á frælsi hjá øðrum. Ongin samfelagsbólkur ella einstaklingur skal hava framíhjárættindi í samfelagnum. Uttan mun til um vit eru kvinnur ella menn. Ung ella eldri. Um vit eru fødd rík ella fátøk. Um vit bera brek ella sjúku. Um vit búgva ymsastaðni í landinum. Um vit hava ymsan húðarlit, trúgv, uppruna ella kærleikslív.


7. Burðardygd og frælsi hjá okkara eftirkomarum: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal tryggjast við framsóknum umhvørvis-, orku og náttúrupolitikki bæði heima og í altjóða samstarvi, sum kann broyta sjálvsøknu ovurnýtsluni av jarðarinnar tilfeingi hjá okkara ættarliði og okkara heimsparti til ein møguleika hjá nýggju ættarliðunum at byrja á øðrum grundarlagi.


8. Rættartrygd og avleiðingar: Rætturin hjá øllum til at velja, virka og virðast skal tryggjast í grundlóg og einum vælvirkandi fólkaræði og rættarsamfelag, har øll, ið taka avgerðir standa til svars, og har brot á lógir, reglur og rættindi fáa avleiðingar.

Og hvat merkir so hetta ítøkiliga – her og nú?

Ja, tað merkir, at vit mæla til at leggja ætlanir nú, ið skulu fevna longur enn hetta valskeiðið. Vit kasta undirbrotligheitina burtur og siga: Vit skulu sjálvi megna at koma burturúr hesi sjálvskaptu støðu, og at vit hava bæði virðini og dygdirnar til at megna tað. Tann ójavni, ið er komin í búskapin, okkara tilfeingisumsiting, í okkara sosialu skipanir og í okkara framtíðaríløgur, verða vit at broyta yvir eitt skipað tíðarskeið, har okkara átøk gera mun her og nú, men hava greitt endamál frameftir. Og tað hallið, ið er íkomið av ábyrgdarloysi og skeivum avgerðum, skal nýtast til leggja um leiðir og skipanir.

- Vit mæla til at satsa beinleiðis uppá at nýta ætlaða hallið komandi árini til íløgur í útbúgving, gransking, mentan, sosialar betringar og umlegging til alternativa orku.

- Vit mæla til, at íløguætlanirnar verða umraðfestar, soleiðis at ein knøpp helvt verður nýtt til útbúgving, gransking, mentan og alternativa orku. Ein fjórðingur til heilsu- og almannamá – har vit serliga vilja hava nýggjar bú- og virkisstovnar til fólk við breki og menningartarni kring landið. Og ein fjórðingur til íløgur í tunlar, vegir, viðlíkahald og infrakervi. Tað merkir, at íløgur í størri tunlar verða settar longur fram á tíðarásan, og at vit heldur seta gongd á arbeiði, ið kunnu skapa virksemi her og nú og kunnu broyta umstøðurnar í øllum landinum.

- Vit mæla umframt Marknagilsdepil til at gera íløgur í eitt Altjóða Universitet, ið eisini kann hýsa gransking og útbúgving í verðurlagsbroytingum, vistfrøðini í Norðuratlantshavi og teimum strategisku broytingum, ið fara at henda í Norðuratlantshavi við nýggjum siglingarleiðum, øktum stríði um havbotn og tilfeingi. Vit skjóta upp, at kannað verður, um bygningurin hjá Saltsøluni á Vestaru bryggju í Havn kann ognast og farast kann beinanvegin undir at umbyggja hann sum partur av setursumhvørvinum á Debesartrøð.

- Vit mæla til at byggja Havrannsóknarskip, ið kann gerast bæði arbeiðsskapandi og liður í granskingarátøkum.

- Vit mæla til beinanvegin at fara undir at finna best egnaða plássið til altjóða flogvallarútbygging og sjálvi taka á okkum umsiting og radareftirlit av loftrúminum.

- Vit mæla til, at serligt útbúgvingarátak verður framt í Norðuroyggjum, ið er serliga rakt av kreppuni í fiskivinnuni og kann eitt nú hýsa hægri lestri innan maritimar útbúgvingar.

- Vit mæla til lista- og tónleikaháskúla í Sandoynni og eftirskúla í Suðuroynni.

- Vit mæla til at byggja Tjóðleikhús og onnur mentanarhús kring landið. Og at fáa bygt 50 metra svimjihyl til okkara dugnaligu svimjarar.

- Vit mæla til gransking og royndir við varðandi orku, eitt nú við aldu- og sjóvarfalsorku.

- Vit mæla til beinanvegin at skipa savnsøkið í Føroyum og betra umstøðurnar hjá øllum okkara søvnum.

- Vit mæla til ein framsóknan mentanarpolitikk og bøttum umstøðum hjá okkara listafólki.

- Vit mæla til eina grundleggjandi broyting í kringvarpinum, sum skal fíggjast av einum kringvarpsgjaldi yvir skattin og áleggjast at framleiða føroyskt og føroyskað tilfar við greiðum almennum skyldum.

- Vit mæla til eina grundleggjandi broyting í okkara fiskivinnupolitikki til frama fyri stovnsrøktina og burðardyggari tilfeingisumsiting. Vit hava mælt til at fylgja lívfrøðiligu ráðgevingini, men eru sjálvsagt greið um, at tað kann gerast í stigum. Og vit leggja dent á, at ásetingin um brúksskyldu er óloysiliga tengd at hesum stigi, har tey, sum dríva vinnu fáa møguleika at brúka fiskidagar, sum tað almenna bjóðar út.

- Vit mæla til at sleppa undirbrotligu støðuni hjá okkum í altjóða fiskivinnusamráðingunum, har vit við dyggari fyrireiking kunnu krevja rættindi til munandi størri ræði á eitt nú svartkjafti og makreli.

- Vit mæla til, at herða umhvørviskrøv á øllum mótum og áleggja gjøld fyri umhvørvisdálking og ógagnligari tilfeingisnýtslu.

- Vit mæla til, at tær serskipanir, ið eru í okkara skattaskipan verða avriggaðar frá 2011 og frameftir, soleiðis at vanligi løntakarin í samráðingum við arbeiðsgevarar sínar kann tryggja síni lønarrættindi og ikki verður at bera kostnaðin fyri tær studningsskipanirnar til vinnuna, ið serskipanirnar eru íkomnar av.

- Vit mæla til sum skjótast at fáa føroysku grundlógina til almenna viðgerð og fólkaatkvøðu, har vit áseta, at vit hava rætt til at skipa okkum frælst í heiminum og áseta grundleggjandi rættindi og skyldur millum okkum sum fólk og áseta treytir og krøv til okkara umsiting av felagst tilfeingi og felags ogn.

- Vit mæla til beinanvegin at avgreiða okkara viðurskifti við Evropa við at søkja limaskap í EFTA og EBS – sum gevur atgongd til alt tað samstarv, ið okkum tørvar.

- Vit mæla til, at stovnseta Búskapargrunn Føroya, ið skal hýsa serligar inntøkur og spara upp til okkara eftirkomarar, tá búskapargongdin vendir.

Vit eru ikki fá og smá og megna so lítið. Tað er ein skeiv mýta, skapt av politikarum og afturhaldi.

Vit hava eitt ovurstórt landa- og sjóøki at røkja við ábyrgd mótvegis okkum sjálvum og øðrum. Og tær avbjóðingar og umleggingar, ið allur heimurin má gera komandi árini, hava vit góðar fortreytir at fara undir – her mitt í Norðuratlantshavi – har orka, náttúrutilfeingi, mentan og eitt gjøgnumskygt fólkaræði kunnu renna saman í eind.

Og vit eru ikki bert 49.000 føroyingar. Vit eru minst tað tvífalda – øll hava bert ikki bústað her á klettunum beint í løtuni og kunnu gerast enn fleiri.

Tíverri hevur fólkatalið staðið í stað ella minkað, síðani frælsismálið varð parkerað fyri 5 árum síðani. Áðrenn tað vaks tað munandi í fleiri ár.

Og tað er ikki so løgið. Tað liggur ein øgiligur menningarmáttur í málinum um frælsi og fólkaræði. Ongin ivi er um, at fólk sum kenna, at vit hava sett okkum mál og kunnu taka beinleiðis lut í at skipa eina sjálvstøðuga tjóð, vilja fegin taka lut í at virka og liva í einum samfelag, sum virkar á jøvnum føti í heiminum og kann geva heiminum sítt íkast.

Og vit heita á allan okkara dugnaliga ungdóm og okkara fólk, sum virkar kring allan heimin, um at taka lut í føroyska samfelagnum – uttan mun til, um tit eru heima í styttri ella longri tíðarskeið.

Føroyar skulu ikki tykjast sum nøkur endastøð, har fólk flytur burtur frá heiminum. Føroyar skulu verða ein miðstøð, higani vit kunnu virka um allan heim og her vit kunnu kasta okkara akker. Og vit bjóða fólkum úr øðrum londum vælkomnum at virka og liva í Føroyum, um tey vilja taka við somu rættindum og skyldum.

Vit vilja skapa Føroyar sum eitt veruligt fólkaræði – og ferðin eigur at byrja nú.

Og uttan mun til, hvussu ósamd vit eru – og tað skulu vit eisini vera í einum veruligum fólkaræði – so áttu vit allir flokkar, at kunnað givið í hvussu er hesi fimm lyfti um betring:

1. Øll skulu hava sama rætt og frælsi at virka, velja og virðast – hetta er málið í øllum okkara politikki, um tað er uttanríkispolitikkur, sosialpolitikkur, vinnupolitikkur, útbugvingarpolitikkur, økismenning o.s.fr.

2. Rættartrygd og opinleiki skulu galda í allari fyrisiting, ábyrgd skal staðfestast og skeivar avgerðir fáa ítøkiligar avleiðingar.

3. Ongin stór samfelagsíløga verður gjørd uttan greiða raðfesting og fígging á langtíðarætlan, ið røkkur minst 10 ár fram.

4. Ongi mál skulu skrumblast ígjøgnum. Allar stórar broytingar og samtyktir skulu hava fólkaræðisliga viðgerð, har fólk veruliga fáa ávirkan á avgerðirnar.

5. Uppskot frá andstøðu og øðrum pørtum uttanfyri politiska valdið skulu hava gjølliga og sakliga viðgerð – og samtykkjast, um tey fíggjarliga og politisk eru skilagóð og væl grundað.