Nýggjársrøða løgmans gjørdist sum væntað eitt høvi hjá løgmanni at seta farna árið og sína løgmanstíð í eitt bjartari politiskt ljós, nú undan løgtingsvalinum. Ongin orsøk er at gera meira burturúr tí. Tað er ein avleiðing av tí sera óhepna valdegnum, at ein løgmansrøða gerst partur av einum valstríði. Undarnfarni løgmaður gjørdi tað sama í 2003, og Kringvarpið átti helst frameftir at slept nýggjársøðu løgmans í einum valstríði.
Røðan var burturav afturlítandi. Løgmaður nevndi fleiri yvirskipað og skilagóð viðurskifti frá undanfarnum árum. Meðan trupulleikar og tær veruligu avbjóðingarnar, ið skulu loysast í nýggja árinum og teimum komandi, vóru mestsum heilt burtur.
Broytingar hóast politiska mótstøðu
Løgmaður valdi at taka ymisk mál og hendingar fram, sum hava skapt broytingar í Føroyum – ikki orsakað av politiskari kós og málum hjá landsins leiðslu. Men heldur hóast vantandi mál og loysnir hjá politiska meirilutanum. Løgmaður nevndi eitt nú minnilutaverju og tolsemi, umhvørvismál, luttøku í altjóða samstarvi, samleika og almennan málpolitikk.
Her kunnu vit bert sum tjóðveldisfólk staðfesta, at øll politisk stig á hesum økjum eru reist av tjóðveldisfólki, meðan vantandi mál og politiskar forðingar hava ligið millum ABC-flokkarnar.
Og serliga atgongdin til altjóða samfelagið, útlendingamál o.a. átti at fingið løgmann at ásanna trupulleikarnar, og at lykilin út í heim og til samleika og framburð er einar frælsar Føroyar.
Vantandi búskaparstýring og stættarmunur
Síðani nevndi hann gongdina í búskapinum og vantandi búskaparstýringina. Har kunnu vit bert taka undir við løgmanni í, at her skal heilt annar politikkur til beinanvegin, um vit ikki skulu fáa ovurstórar trupulleikar í nýggja árinum.
Løgmaður nevndi nýggja stættarmunin, ið er skaptur millum teir samfelagsbólkar, ið kunnu taka lut í øktari nýtslu og íløgumøguleikum, og teir, ið ikki hava hesar møguleikar og detta burturímillum.
Her mugu vit eisini sum tjóðveldisfólk fegnast um, at løgmaður nú ásannar tann skeiva politikkin, samgongan hevur rikið við heilt óneyðugum skattalættum, sum hava skapt sera stóran ójavna millum fólk og skeiklað búskapin avgerandi.
Málini og fólkaræðið vanta
Røðan staðfesti, at løgmanni hevur vantað politisk mál, og hann hevur tí heldur ikki boð uppá broytingar, ið kunnu fáa fólk at taka virknan lut í at einum føroyskum fólkaræði og at skapa einar størri Føroyar.
Men samanumtikið eigur hetta kortini at geva eina grundaða vón um, at bæði løgmaður og flokkur hansara nú ásanna, at tørvur er á einum heilt øðrum politikki við veruligum málum fyri komandi árini.
