Ætla vit at vera málleys í 2010?

4 January 2010
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Meðan peningurin fossar úr landskassanum við ongum máli ella miði, rennur eisini øll meining og alt innihald úr politisku skipanini. Tað hevur verið gongdin alt síðani ABC-flokkarnir fóru undir sítt valdspolitiska gerðabýti í 2004, har øll langtíðarmál og hugsjónir vórðu sett til viks. Bert viljin at tøma landskassan. Tráanin eftir at profilera einstaklingar í landsstýris- og nevndarsessum. Og hegnið at geva øðrum skyldina – hava síðani drivið verkið.

Støðan undir núverandi sambandsleiðsluloysi er bert fyribils hástigið av hesi gongd, har ábyrgd og mál so støðugt seyra burtur.

Málleysur gamlaárskvøld
Nýggjársrøða hjá Kaj Leo Johannesen staðfesti eitt politiskt trotabúgv og meiningsleyst uttanumtos.

Og hóast eg ikki hevði væntað mær meira, so noyðist eg at viðganga, at eg varð málleysur gamlaárskvøld. Ikki bara av politiska málloysinum í røðuni, nú vit fara inn í eitt nýtt áratíggju við royndum av so miseydnaðum politikki heima og so risastórum avbjóðingum í heiminum.

Men serliga av, at onnur helvtin av røðuni hevði onki samband við veruleikan. Og hin hevði onki samband við sannleikan.

Kaj Leo Johannesen tekur onga ábyrgd á seg av fíggjarliga óskilinum í landinum ella av, at øll lyftir og fráboðanir hjá sitandi samgongu eru brotin. Ístaðin gevur hann samgonguni heiðurin av nøkrum málum, sum onki hava við hesa samgonguna at gera.

Verri er, at hann fjalir veruleikan um politisku, búskaparligu og sosialu støðuna við at nýta orð sum samhaldsfesti, ábyrgd og næstrakærleika, hóast landsstýrið undir hansara leiðslu bara hevur nartlað burturav hjá veikastu bólkunum, og hevur sett ábyrgdina fyri komandi ættarliðum til viks.

Ongir reformar, íløgur ella samstarv
Ringast er, at hann roynir at billa fólki inn, at íløgurnar í landinum eru tær størstu í mong ár, og at samgongan miðar eftir reformum, breiðum semjum og samstarvi við andstøðuna. Hetta passar heilt einfalt ikki. Eitt samdøgur nýtti samgongan til at skrumbla eitt fíggjarlógaruppskot ígjøgnum fyri jól, har ein líggi bara varð settur á. Hetta kundi ein telda gjørt uppá ein hálvan tíma. Løgtingssamtyktin hjá samgonguni sjálvari um rakstrar- og íløgukarm varð brotin, og lógin um játtanarskipan landsins somuleiðis. Aftur rakar líggin bert tey veikastu økini – og samstundis vórðu íløgurnar minkaðar við 100 milliónum og arbeiðsskapandi virksemi lúkað burtur. Almennu íløgurnar hjá landi og kommunum verða í 2010 væl minni enn undanfarin ár.

Ongin roynd hevur verið gjørd at finna nakað samstarv við andstøðuna. Tvørturímóti hevur samgongan felt øll uppskot um skilagóð átøk og um langtíðarløguætlan.

Øllum hesum hevur Kaj Leo Johannesen lógarásetta ábyrgd fyri. Men higartil er hann sloppin undan at verða settur til svars fyri nakað og kann reingja veruleikan, sum hann vil.

Vit mugu taka til máls
Hetta eigur ongin at góðtaka longur. Tann veruliga vandastøðan er, at ein meiriluti letur sjónleikin halda fram. At øll tykjast verða rurað í blund av uttanumtosinum og missa evnini at seta ábyrgdarpersónar til svars. Og at skyna á, hvat er gykl, hvat er hykl og hvat er veruleiki í politiska rúminum. Ístaðin sleppur politiska leiðslan at siga hvat sum helst – og tá atfinningar og ítøkilig mál eru um at stinga seg upp, so verður bert skotið í flokk og sagt:

“Politikararnir eru so og so”. Ella: “Á, soleiðis hevur tað altíð verið.” Alt verður bert koyrt í ein pott og vavt í ein greyt.

Men vit skulu ikki fara málleys inn í 2010 og eitt nýtt áratíggju. Fólk mugu taka til máls og krevja, at vit fáa hug og sjón inn aftur í føroyskan politikk.

Løgmaður eigur at leggja frá sær og lova eini politiskari leiðslu framat, ið ger upp við gerðabýtis- og rosshandilspolitikkin einstaklingar og minnilutar í samgongum. Tann nýggja leiðslan skal sum minstamark seta sær hesi 10 mál í nýggja áratígginum:

10 mál fyri 2010

1. Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi, sum megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið vit eiga, burðardygt - og megnar at gagnnýta og leggja um til varðandi orkukeldur

2. Ein fiskivinnureformur verður framdur við uppskotinum hjá Tjóðveldi um tilfeingisbúð sum grundarlagi.

3. Ikki varðandi inntøkur og eingangsinntøkur skulu í Búskapargrunn, har avkastið verður nýtt til framtíðaríløgur.

4. Vinnupolitikkurin skal skapa javnar kappingartreytir millum nýggjar og verandi vinnur og eggja til íverksetan.

5. Altjóða universitet, gransking, útbúgving og mentan eru fremsta íløguøkið komandi 10-15 árini. Annað er okkara altjóða infrakervi út í heim við flogvølli, tele- og orkusamskifti, heilsusamstarvi við okkara grannalond, handilsavtalum og altjóða samstarvi á øllum týðandi økjum.

6. Føroyingar samtykkja egna grundlóg og taka á fólkaatkvøðu avgerð um at skipa seg sum sjálvstøðugt land – og hetta er fortreytin fyri at fremja settu málini. Annars kunnu vit sita og togast í 20-30 ár afturat, har vit hvørki eru fuglur ella fiskur í heiminum og skeldast um, hvør skal fíggja okkara lív og vælferð.

7. Ongin fíggjarlóg verður samtykt uttan at hon hevur eina greiða langtíðarætlan fyri raksturin av hvørjum málsøki sær – t.e. at hvørt játtanarøki skal minka ella vaksa so og so nógv næstu 10 árini.

8. Rættartrygd og rættindini hjá sosialt og fíggjarliga veikastu samfelagsbólkunum eru fremsta ýtið í at endurskoða almennu sosial- og heilsuskipanirnar.

9. Ongin størri íløga verður samtykt uttan so, at hon er partur av langtíðarætlan, ið røkkur minst 10 og helst 15 ár fram.

10. Ongi mál verða skrumblað ígjøgnum samgongur og ting. Øll mál skulu hava veruliga fólkaræðisliga viðgerð og øll saklig atlit lýsast.


Høgni Hoydal