Lat meg siga tað erliga beinanvegin: Eg orki ikki fyri veljarakanningum beint upp undir val.
Og nú kom so ein í Sosialinum kvøldið fyri valdagin, ið rópar út Tjóðveldi sum vinnara, men spáar tættan endaspurt fyri hinar flokkarnar. Sjálvandi kundi eg sagt: Eg fegnist og so framvegis, sum vanliga verður sagt, um veljarakanningar eru jaligar.
Men eg loyvi mær at ivast stórliga. Hetta er ikki tað, sum eg kenni millum fólk, og eg veit jú, at tjóðveldisveljarar søguliga hava verið trek at fara á fólkatingsval av prinsipiellum orsøkum.
Eg rokni hinvegin við einum sera tøttum vali millum flokkarnar, har fáar atkvøður gera munin.
Veljarakanningar beint upp undir val kunnu bert ørkymla veljarar og gera fólk vónsvikin við úrslitum, sum rópa út vinnarar og støður, sum sera ofta vísa seg ikki at halda, tá samanum kemur.
Tak bert veljarakanningina, sum Kringvarpið kunngjørdi upp undir seinasta fólkatingsval, sum rakti heilt skeivt.
Ella tak sokallaðu exit-poll kanningina í 2001, har fólk skuldu siga, hvat tey høvdu valt, tá tey komu úr valhølunum – og so fór tað beint á internetið.
Hetta var heilt misvísandi og varð nýtt sum agitasjón restina av degnum hjá teimum, ið ikki fingu vónaða úrslitið.
Veljarakanningar beint upp undir val fáa ofta beinleiðis ávirkan á arbeiðið hjá flokkum og valevnum og á endaliga úrslitið.
Tær kunnu bert tæna til at eggja ella tøla. Tey, ið verða útrópt at standa væl, kunnu hava hug at seta seg upp afturá, meðan onnur fara í rakstur og nýta veljarakanningarnar sum grundgeving.
Ikki tí – eg rokni við, at flestu fólk atkvøða eftir sannføring. Men tað skerst ikki burtur, at tað altíð er ein bólkur av veljarum, sum ivast, og sum kann taka støðu út frá kanningunum.
Havi nevnt tað áður og vil skjóta tað upp aftur nú: Vit áttu at gjørt sum í Fraklandi og sett forboð fyri at almannakunngera veljarakanningar í til dømis eina viku ella 14 dagar fyri eitt val.
Hetta út frá prinsippinum um, (sum eisini stendur í vallógini, tá forboð er ímóti hjá valevnum at agitera á valstaðnum), at fólk skulu hava bestu umstøður at atkvøða eftir egnari sannføring uttan óneyðug órógvandi viðurskifti.
Og til øll, ið umhugsa at atkvøða fyri Tjóðveldinum og teimum mongu góðu valevnunum, vil eg bert siga: Vit mugu ongantíð lata veljarakanningar gerast ein kodda ella eina tølan av okkara arbeiði. Nú ræður hinvegin um at fara mannsterk á val, um vit ikki skulu prógva, at veljarakanningar mangan fara skeivar upp undir val.
