5 munnligir fyrispurningar til mikudagin 6. mai 2009

5 May 2009
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Til Kaj Leo Johannesen, løgmann

- um íløgur og búskaparliga ábyrgd


Hvussu nógv kosta tær íløgur í 2010, 2011 og 2012 , sum hetta landsstýrið hevur lagt fram verklagslógir fyri (herundir tunnil Norð um Fjall og Sandoyartunnil)?


Hvussu nógv kosta íløgurnar á fíggjarlógini í 2010, 2011 og 2012, tá áður samtyktar verklagslógir og stuðulslógir verða roknaðar uppí (herundir Marknagilsdepil, Landssjúkrahús, ellis- og røktarheim v.m.?)


Hvørjar íløgur hevur løgmaður tikið burturúr í mun til tær íløgur, sum hann í desember 2007 segði vera ábyrgdarleysar og valfepur – og sum elvdu til, at løgtingsval varð útskrivað?


Viðmerkingar:

Í desember 2007 segði núverandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, at tað var ábyrgdarleyst at samtykkja milliardaíløgur beint upp undir val. Her varð serliga víst til uppskot um tunnil norð um Fjall á Borðoynni og uppskot um Marknagilsdepil, sum komu á borðið í senn frá flokkum í samgonguni. Sambandsflokkurin segði seg ikki kunna liva við hesum búskaparliga og kravdi, at bæði uppskot um tunnil norð um fjall og um Marknagilsdepil vórðu tikin av borðinum. Eftir drúgva togtogan í táverandi samgongu, elvdi hetta til, at táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, skrivaði út val.


Nú er Kaj Leo Johannesen løgmaður og samgonguleiðari. Búskaparútlitini eru kollveltandi versnað í Føroyum, orsakað av einum ábyrgdarleysum fíggjar- og búskaparpolitikki og nú eisini altjóða fíggjarkreppu.


Tí verður spurt hvørjar av teimum íløgum, sum Kaj Leo Johannesen tá segði vera ábyrgdarleysar, hann sum samgonguleiðari nú hevur kravt burtur, og hvussu hann ístaðin hevur lagt til rættis ábyrgdarfult í mun til støðuna í desember 2007 og í mun til broyttu fíggjar- og búskaparstøðuna nú.


------


Til Kaj Leo Johannesen, løgmann

- um lógardygd og frávik frá tíðarfreistum


Hvussu nógv uppskot hevur landsstýrið lagt fyri tingið við 17 undirskrivtum til frávik frá tíðar- og framløgufreistini í hesi tingsetuni?


Hvussu nógv av hesum hava verið til løgliga eftirkanning í Innlendismálaráðnum, soleiðis sum eitt rundskriv frá landsstýrinum ásetur?


Hvussu nógv av hesum málum mugu metast at vera bráðfeingismál, ið ikki kunnu bíða eftir løgligari eftirkanning og ikki kunnu bíða til ólavsøku at verða løgd fram – og metir løgmaður, at lógardygdin er í lagi í hesum málum?


Hvussu nógv av hesum málum, eru nýggj mál, ið hetta landsstýrið hevur byrjað?


----


Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum

- um kommunalu fíggjarstøðuna og lánstørv


Hvussu nógvar kommunur metir Fíggjarmálaráðið fara at hava hall á fíggjarætlanunum í 2009, hvussu stórt verður hallið hjá kommunum mett tilsamans, og hvussu nógv verður mett at lánstørvurin fer at økjast hjá kommununum í 2009 (herundir kommunalar havnir)?


Hava nakrar kommunur, sum skylda meira enn eina álíkning fingið undantaksloyvi at økja um síni lán seinastu fýra árini – og um so er, hvørjar?


Fer landsstýrið at eggja til og bjóða fleiri kommunum rentufrí lán til íløgur – eins og gjørt er i ávísum førum?


-------


Til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu

- um at mótmæla og krevja samráðingar við donsku stjórnina um løgreglubroytingar


Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hví djúptøknar broytingar í løgregluni í Føroyum verða formliga góðkendar í Danmark sama dag, sum ein fyrispurningur verður svaraður á tingi um málið – hóast lyftir um hoyringar o.a. ?


Fer landsstýriskvinnan beinanvegin at boða donsku stjórnini frá, at hvørki landsstýri ella løgting góðtaka hesa framferð og at sera villleiðandi upplýsingar eru givnir um málið frá donsku myndugleikunum?


Fer landsstýriskvinnan beinanvegin at krevja, at broytingarnar verða støðgaðar, og at samráðingar verða millum danskar og føroyskar myndugleikar, áðrenn nakað verður sett í verk?


Viðmerkingar

Fleiri ferðir seinastu trý árini hevur undirritaði spurt um ætlaðar broytingar í løgregluni í Føroyum. Men danskir ráðharrar hava bert víst til Landfútan í Føroyum og hava ikki svarað spurningum um ætlanirnar.


Men í februar í ár svaraði danski løgmálaráðharrin kortini einum skrivligum spurningi og greiddi frá, at djúptøknar broytingar vóru á veg, fyrireikaðar av eini nevnd, ið hevur sitið í rúma tíð innan løgregluna í Føroyum. Tó legði hann dent á, føroyskir myndugleikar fóru at verða kunnaðir og hoyrdir, áðrenn nakað varð sett í verk.


Eftir hetta kunnaði Føroya Landfúti landsstýriskvinnuna. Men sambært landsstýriskvinnuni gav Fútin aðrar upplýsingar enn danski løgmálaráðharrin og segði m.a., at ongi sýslumansembæti fóru at verða niðurløgd.


Á einum seinni fundi segði Fútin sambært landsstýriskvinnuni tó, at hetta var ein misskiljing. Men dentur lagdur á, at onki var avgjørt enn og at føroyskir myndugleikar fóru at verða hoyrdir.


Men fríggjadagin 1. mai, tá landsstýriskvinnan svaraði einum skrivligum fyrispurningi frá undirritaða um málið – boðaði hon frá, at Innlendismálaráðið júst hevði fingið at vita frá Fútanum, at alt arbeiðið við umlegging var liðugt og góðkent í Danmark sama dag. Og nú fór so at verða ein kunning til starvsfólkið um samtyktu og góðkendu broytingarnar.


Hetta er so óhoyrd framferð í einum fólkaræði og við so villleiðandi og misvísandi upplýsing, at um landsstýriskvinnan ikki beinanveg ger greitt vegna landsstýri og løgting, at hetta verður als ikki góðtikið, so átekur hon sær medábyrgd av allari gongdini og avgerðunum.


----


Til Jacob Vestergaard, landsstýrismann

um játtan til lønjavningar hjá fiskimonnum


Verður mett, at játtanin á fíggjarlógini 2009 til minstuløn og minstaforvinning fer at halda?


Er eykajáttan umbiðin – og um so er, hví er hon ikki við á uppskotinum til eykajáttanarlóg frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum?

Høgni Hoydal

løgtingsmaður