Tann avgerðin, sum Føroya fólk tók á fólkaatkvøðu fyri 65 árum síðani, hevur verið grundarlagið undir tí framburði, sum síðani hevur verið í Føroyum
Í dag eru 65 ár liðin síðani Føroya fólk á fólkaatkvøðu skuldu atkvøða fyri antin loysing ella heimastýri. Hetta varð sett upp sum ein ræðumynd, har annað skuldi ljóða hóttandi og ótrygt. Meðan hitt skuldi ljóða lokkandi og trygt. Teir flokkar, sum ikki ynsktu einar sjálvstøðgar Føroyar, høvdu saman við donsku stjórnini kravt atkvøðuna í verk soleiðis.
Men hvat hendi? Ein meiriluti valdi loysing og vrakaði heimastýrið. So kom panikkur í. Tingið varð sent til hús. Nýval og rok og hóttanir. Síðani varð heimastýrið sett í verk uttan nakra nýggja fólkaatkvøðu.
Er 14. september tí ein sorgardagur? Ein dagur, har vit skulu drýpa høvur og minnast, hvussu lorkasliga politisku flokkarnir í Føroyum og ríkismyndugleikarnir fóru við fólkaræðinum eftir atkvøðuna í 1946?
Ein gleðisdagur
Nei! 14. september er og eigur at vera ein merkisdagur. Ein fagnaðadagurr, sum er tann týdningarmesta hendingin fyri føroyskt fólkaræði og framburð. Tá atkvøddi meirilutin av føroyingum fyri loysing og fyri eini frælsari tjóð – beint ímóti øllum forsagnum og tvørturum tað, sum politisku flokkarnir søgdu og vildu. Um meirilutin ístaðin hevði atkvøtt fyri danska stjórnaruppskotinum, so høvdu føroyingar fólkarættarliga limað seg inn í danska ríkið. Tá hevði fullveldisstríðið endað har, og vit høvdu verið ein sjálvvaldur partur av Danmark, við tí, sum hartil hoyrir.
Atkvøðan 14. september 1946 tryggjaði okkara sjálvsavgerðarrætt sum fólk í altjóða samfelagnum. Og síðani hevur henda avgerð verið grundarlagið undir tí áhaldandi stríðnum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at skapa eitt sjálvberandi samfelag.
Og uttan hesa drívmegina, sum tað áhaldandi loysingarstríðið hevur verið, er sera sannlíkt, at Føroyar í dag høvdu verið sum onnur samfeløg, vit kenna, ið hava mist sín tjóðskaparliga samleika og hava mist sjálvræðisneistan og fólkaræðisligar møguleikar. Vit kunnu taka dømir um lond sum NýFoundland, Hetland ella Orkneyoyggjar, sum spakuliga eru blødd burtur mentanarliga, politiskt og búskaparliga, meðan tey hava bundið seg inn í samleikan og skipanirnar hjá øðrum tjóðum.
Fræið kemur undan
Fólkaatkvøðan í 1946 kundi havt verið sum eitt politiskt strev, ið varð jarðað, við at fólkið atkvøddi seg inn í danska ríkið. Men ístaðin gjørdist hon eitt fræ, ið varð sátt, og sum síðani hevur fingið tað at næla og grógva á so mongum økjum. Hóast urtagarðsstjórarnir ikki vildu lata træið vaksa frítt og uttan kunsttøð, soleiðis sum fólkið hevði valt.
Men vit kunnu siga við skaldinum:
Einaferð kemur tað undan,
alt tað, sum verður droymt,
tolið og livandi stundar,
fræið í moldum goymt
Hyggja vit at menningini í føroyska samfelagnum síðani 46 – ella yvirhøvur síðani politiska floksbýtið fyri 100 árum síðani – so eru øll tey málini, sum hava flutt Føroyar framá og inn í nútíðina, júst tey málini, sum sjálvstýris- og loysingarrørslan hava stríðst fyri. Tað var ein stór og hørð mótstøða móti teimum politisku frælsismálunum í meirilutanum av politisku skipanini, men tá ið fræið hevði nælt nóg leingi, vórðu málini framd. Og tá kappast knappliga øll um at taka undir við teimum. Eisini teir politisku flokkarnir, sum stríddist ímóti.
Tað, sum skilir okkum í dag, savnar okkum í morgin
Lat okkum taka málstríðið. Hvør kundi í dag yvirhøvur hugsað sær, at føroyska málið ikki var viðurkent í Føroyum? At tað ikki var undirvísingarmál, kirkjumál ella kundi brúkast í umsitingini? Tað var jú ein stór mótstøða móti tí millum teir valdu politikararnar í Føroyum. Men hvør sigur seg taka undir við tí í dag?
Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskt fiskimark. Tað varð skírt “óðamannaverk”, “konfrontasjón”, og ein meiriluti av politikarum vóru ímóti. Hvør tekur ikki undir við tí í dag?
Ella hvat við undirgrundini? Tað varð flent og gjørt gjøldur burturúr, at tjóðskaparfólk vildu hava ognarrættin til undirgrundina. Vit hava ikki staðfestan ognarrættin enn, men umsitingin kom á føroyska hendur – og hvør vil vera ímóti tí í dag?
Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskar hægri skúlar, føroyskt útvarp, føroyskt sjónvarp og so framvegis. Har var politisk mótstøða í Løgtinginum, men í dag siga øll seg taka undir við tí.
Ella t byggja vegir og havnir í Føroyum? Stór mótstøða og onki skuldi bera til.
Alt tað, sum vit eru góð við og sum gevur okkum áræði og felags stev, eru tey málini, ið loysingar- og sjálvstýrisrørslan hevur staðið fyri. Víst hevur verið politiskt stríð, men tá málið er vunnið, standa vit saman um tey.
Uttan hesi áhaldandi bjørtu málini og visjónirnar, sum verða hildin uppi, hóast so stóra mótstøðu og mangan afturstig, vórðu ongi framstig rokkin.
Tað sum skilir okkum í dag, tað savnar okkum í morgin.
Fólkið er ikki spjatt – men flokkarnir
Vit hava síðani 1946 hoyrt aftur og aftur, at fólkið er spjatt eins og í 1946 – og at meirilutin av føroyingum ynskir ikki loysing og at gerast ein sjálvstøðug tjóð.
Men hvør sigur tað? Hvør veit tað? Eru tað ikki politisku flokkarnir í Føroyum og eisini danska stjórnin, sum ferð eftir ferð hava trúttað hetta niður í føroyingar, at vit eru ikki samd.
Men fólkið er neyvan serliga ósamt. Tað eru politisku flokkarnir, sum við at taka patent uppá fólkaviljan, vevja alt upp í saman – og royna at mála myndirnar so truplar og ógjørligar, at onki skal bera til.
Allir politiskir flokkar – og sjálvsagt eisini Tjóðveldisflokkurin – mugu taka í egnan barm og ásanna, at tað sum gongur fyri seg á tingi og í Tinganesi, umboðar als ikki framtíðarmálini hjá Føroya fólki.
Okkara uppgáva er nú at savna tann stóra meirilutan, sum vil hava Føroyar at gerast ein part av heiminum og sum vil menna Føroyar sum eitt nútímans og frælst samfelag – har samhaldsfesti, fræls vinna og eitt yðjandi mentanarlív, gevur okkum ein sterkan samleika og virkishug sum fólk og einstaklingar.
Høgni Hoydal
