12 staðfestingar um ábyrgd og blokk

20 January 2012
Skrivað hevur
Høgni Hoydal


Orðaskiftið um ábyrgd og sonevnda blokkin í føroyskum politikki, er sum so mangan lopið av lunnum. Við løgmanni á odda, verður runnið undan ábyrgd og skotið í eyst og vest eftir Tjóðveldi, til tess at fjala út yvir ússaligheitirnar í vantandi politikkinum og brotnu vallyftini hjá samgonguflokkunum.

Tí seti eg her fram 12 staðfestingar, sum ein og hvør kann eftirkanna og meta um:

1. Ábyrgd fyri egnum gerðum
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum nú eftir øllum at døma hava fusjónerað til ein ultra-høgravendan sambandsflokk, hava sitið saman við politiska valdinum í Føroyum í knapt níggju ár.

2. Koma til búgvið borð
Tjóðveldi gav frá sær ein landskassa í 2003, har skuldin var niðurgoldin, og 2,3 mia. spardar upp. Øll árini, meðan Tjóðveldið hevði ábyrgdina, var yvirskot hjá landskassanum - og hvørt ár rindaðu vit 323 mió. til donsku stjórnina í rentum og avdráttum av skuld frá kreppuárunum í 90'unum.

3. Oysa pening út
Síðani hevur sambandsflokkurin sitið við fíggjarmálum og við løgmansembætinum. Teir rindaðu ikki 323 mió. kr. um árið í rentum og avdráttum. Teir brúktu pengar og royndu at oysa so nógvan pening sm gjørligt út í samfelagið – hóast andstøðan og búskaparfrøðingar ávaraðu staðiliga.

4. Tøma landskassan
Í 2006 og 2007 vórðu allir uppspardu pengarnir futtaðir av + pengarnir fyri sølu av Føroya Banka og Atlantic Airways, sum vóru knappar 1,3 milliardir.
- Hesi árini var ólóglig meirnýtsla hjá landsstýrisfólkunum staðfest upp ímóti 200 mió. krónur á rakstrinum hjá landskassanum. Altso peningur, brúktur í heimildarloysi, men sum varð settur omaná árligu rakstrarútreiðslurnar, og sum telja hvørt ár. (Forrestin sama upphædd, sum løgmaður fór til Danmarkar eftir nú.)
- Skattalættar vórðu lætnir fyri 372 mió. á fíggjarlógini.
- Og skattafidusir vórðu framdir í lóggávuni, sum skuldu eggja fólki at læna sær pening til at spekulera í partabrøvum.

5. Høvdu farið á húsagang við fullum blokkstuðli
Sjálvt fleiri leiðandi sambandsfólk søgdu tá, at búskapurin var yvirhitaður - atso, at ov nógvur peningur var í samfelagnum. Hugsið tykkum so, um blokkstuðulin hevði verið hægri og futtaður av afturat... Tá hevði sama støða verið sum í 1990'unum, tá vit fóru so logandi á heysin við fullum blokkstuðli. Ikki tí vit høvdu ov fáar pengar, men tí vit brúktu og sendu ov nógvar pengar út í samfelagið.

6. Altíð farin á heysin av ovurnýtslu
Føroyar eru í nýggjari tíð ongantíð komnar í kreppu, tí pengar hava vantað í samfelagnum. Vit eru farin á heysin og hava skapt kreppur, orsakað av ovurnýtslu av pengum, ið ikki byggja á tey virðir, sum vit sjálv framleiða.

7. Hava tvífaldað okkara egnu framleiðslu uppá 14 ár
Síðani 1998 er bruttotjóðarúrtøkan - atso tað, sum vit sjálvi skapa og framleiða av virðum í Føroyum - nærum tvífaldað.
- Úr uml. 6,7 mia. um árið til uml. 13,2 milliardir um árið.
- Og hetta hóast vit hava havt ein ábyrgdarleysan búskapar- og vinnupolitikk og heilar vinnur eru farnar á heysin, sum alivinnan í 2003.

8. Ein lítil pirra á okkara búskapi
Sonevndi blokkstuðulin er tí bara 4,6% av okkara búskapi. Vit framleiða og skapa sjálv 95,60 krónur av hvørjum hundraðkrónuseðli, sum er í umfari í okkara samfelag. Hetta er eitt bragd, sum føroyska fólkið hevur skapt. Blokkurin hevði verið dupult so stórur, varð hann ikki minkaður og fastfrystur.
- Blokkstuðulin er bert ein lítil pirra á okkara búskapi, men verður blástur upp til tess at ræða føroyingar frá at taka ábyrgd av egnum landi

9. Tá vit gjalda, valda vit
Tá bokkstuðulin varð minkaður við 366 mió. um árið og fastfrystur, var tað bygt á, at vit tóku fulla ábyrgd og ræði av øllum útbúgvingarmálum og helvtini av almannamálunum. Vit vildu valda, taka ábyrgd og gjalda sjálv.

10. Inntøkur landskassans vaksnar knappa milliard
Síðani vit tóku hesa ábyrgd í 2001, eru árligu INNTØKURNAR til landskassan VAKSNAR við góðum 800 mió. krónum. Vit hava sostatt nærum eina milliard meira at brúka til vælferðartænastur enn fyri 10 árum siðani. Hetta hava vit sjálv skapað og áttu at verið errin av.

11. Kunnu fáa nógv hægri blokk við at lata vald til Danmarkar
Um sambands-/fólkaflokkurin vilja hava meira pengar út Danmark, kunnu teir lættliga skaffa tað: Teir kunnu bara lata ábyrgdina og ræðið á føroyskum málum aftur til Danmarkar at umsita og ráða yvir. Teir kunnu avhenda skúlan. Mentanina. Infrakervið. Kirkjuna. So rindar Danmark og tekur eisini allar avgerðir.

12. Kunnu geva Danmark fiskimarkið og undirgrundina aftur
Teir kunnu eisini lata fiskimarkið og undrgrundina aftur til Danmarkar. So ræður Danmark og tekur allar avgerðirnar. Og fær bæði útreiðslurnar og inntøkurnar av hesum málum.
- Ella kunnu teir lata málið og flaggið aftur til Danmarkar at umsita og avgera.
- Ella hví ikki lata Danmark bara gjalda og valda á øllum økjum?

Tveir spurningar
At enda tveir spurningar: Tað hevur verið politikkur sambandsfloksins, síðani hann varð stovnaður í 1906, at vera ímóti øllum teimum málum, har vit hava tikið ábyrgd og ræði sjálv og rindað sjálv.

- Hvar høvdu Føroyar verið í dag, um vit høvdu fylgt sambandsafturhaldinum?

- Um blokkstuðulin er so góður fyri Føroyar og tað er gott at selja okkara sjálvræði og egna land fyri pengar, hví letur sambandsflokkurin so ikki øll mál aftur til Danmarkar og krevur 5 – 10 – 15 ella 20 milliardir?