Lýsing

Leiðslumentanin ávirkar loysninar

SAMAN SKAPA VIT BETRI LOYSNIR eru slagorðini eg havi sett á onkrar av mínum plakatum.

Slagorðini eru helst ikki serliga fangandi og innihalda ikki tey gyltu lyftini. Tó meti eg hetta sum nakað av tí týdningarmesta komandi valskeiðið og serliga um ráð skulu vera til onkur av gyltu vallyftunum.

Tað er eingin ivi um, at tað er ovurhonds tørvur á almennum tænastum á øllum økjum. Eg kenni væl tørvin á almanna- og heilsuøkinum og hesin tørvur er vaksandi.

Almennu tænasturnar eru í dag býttar upp í nógvar ymsar partar, sum til dømis heilsuverk, almannaverk og kommunur. Tað kann verða trupult hjá borgarum at fáa heildartilboð, tí tilboðini liggja hjá ymiskum stovnum í ymiskum geirum og eru ikki nóg væl samskipaði. Út yvir at borgarin upplivir hetta sum vánaliga tænastu, so verður nógv orka brúkt í ymsu geirunum at verja markamótini.

Tvey dømir um borgarar og avvarðandi, sum útyvir tað at fáa álvarsliga sjúku eisini í alt ov stóran mun detta niður ímillum ymisku tænasturnar, eru tey sum verða rakt av heilaskaða og demens. Serliga um tey eru undir 67 ár, sum er markið ímillum nær ávíkavist kommuna og almannaverk eiga uppgávuna.

Tørvur er tí á, at rætta kumpassina eftir háttinum landið verður stýrt uppá, soleiðis at samstarvið ímillum ymisku tænastuveitarnar verður betur. Her eiga vit, ístaðin fyri at verja markamótini ímillum ymisku partarnar, at skapa loysnir saman soleiðis at vit gagnnýta tilfeingi betur, samstundis sum vit geva borgarunum eina betri tænastu.

Hetta skal sjálvsagt gerast í samstarvi við allar tænastuveitarar og umboð fyri borgaran, so hesi eru við til at seta kós og harvið hava ein ognarlut í loysnunum.

Tí vil eg arbeiða fyri at vit fáa eina leiðslumentan, sum í størri mun stuðlar undir, at vit í felag skapa betri loysnir. Eina leiðslumentan við greiðum aðalmálum og har virðir so sum álit, hjálpsemi og virðing verða sett í hásæti.

 

Jóanis Erik Køtlum, valevni fyri Tjóðveldi

Jóanis Erik Køtlum

Deil hesa grein umvegis
468 ad