Lýsing

Viðgerðartrygd – ”Vandi í hvørjari valferð”

Tað ljóðar ógvuliga freistandi at taka undir við, at vit í Føroyum skulu hava viðgerðartrygd – og sum orðatakið sigur, so er vandi í hvørjari valferð.

Fyrst er at siga, at við mistanka um hættisliga og bráðfeingis sjúku er ella eigur ikki at vera nøkur bíðitíð. Hetta eg skrivi niðan fyri er um sjúkur, sum ikki eru bráðfeingis ella har mistanki ikki er um hættisliga sjúku.

Um vit seta viðgerðartrygd í verk, og hetta viðførir, at sjúklingurin hevur rætt at fara av landinum ella til privatar viðgerðarstovnar, um bíðitíðin til almennnu heilsutilboðini er longur enn viðgerðartrygdin sigur, so kann tað fáa fleiri neiligar avleiðingar fyri heilsuverkið. Vit skulu tí vera varin fyri, hvat vit leggja í hugtakið viðgerðartrygd og hvussu hetta skal skipast.

Fyri tað fyrsta kann viðgerðartrygdin fáa føroyska sjúkrahúsverkið at vikna, tí tað kemur at taka grundarlagið undir at hava sergreinar burtur orsakað av at fólkagrundarlagið verður uppaftur spinklari. Skulu vit framvegis hava eitt framkomið sjúkrahúsverk, krevur tað, at vit hava eina breidd í sergreinum, tí kompleksiteturin í nýggju viðgerðunum krevur oftast samstarv ímillum fleiri sergreinar.

Harafturat kann viðgerðartrygdin avmarka okkara møguleikar, sum útbúgvingarstað til bæði læknar og aðrar fakbólkar, tí útbúgvingarnar krevja eitt minsta mark fyri virksemi bæði hvat viðvíkur nøgd og fjølbroytni av viðgerðum. Hetta kemur so aftur at ganga út yvir møguleikan at rekruttera starvsfólk framyvir.

Av øðrum avleiðingum kunnu nevnast tær menniskjaligu, serliga sálarliga tyngdin at skula viðgerast heimanífra langt burtur frá teimum avvarðandi, tær fíggjarligu, sum heilt víst verða stórar, og at hetta kann føra til suboptimering av tilfeingi, tí dentur verður lagdur á at seta flugubein við nakrar tíðarfreistir, so góðska og samskipa raðfesting kemur í aðru røð – sokallað rokniarksleiðsla.

Annar møguleiki, at liva upp til eina viðgerðartrygd, er at økja kapasitetin í sjúrkahúsverkinum. Hetta kann merkja, at tað í ávísum sergreinum verður yvirkapasitetur. Út yvir, at hetta ikki er fíggjarliga skynsamt, so er hetta í veruleikanum ikki eitt alternativ, tí vit fáa ikki vælútbúgvin starvsfólk, at ”trilla tumlar” meðan bíða verður eftir sjúklingum.

Tað vit skulu gera fyri, at tryggja skjóta og dygdargóða viðgerð er áhaldandi at menna føroyska heilsuverkið. Fyrst og fremst við at fylgja og útfylla átøkini í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, ið var gjørd í 2016. Harafturat skulu vit stuðla átøkum, sum tryggja enn skjótari og enn betur samskipaða útgreining og viðgerð. Síðani skulu vit tryggja betri samstarv millum ymisku geirarnar, sum so ella so eru partar í einari sjúklingagongd – kommunulæknar, sjúkrahús, almannaverk og kommunur.

Vit hava nøkur framúr góð starvsfólk í okkara heilsuverki, latið okkum menna tey og latið okkum geva teimum karmar og umstøður at koma við skynsomum og góðum loysnum. Ein av fortreytunum fyri hesum er góð leiðsla á øllum rókum, og hon byrjar við tí politisku.

At menna føroyska heilsuverkið loysir seg.

Gott val!

Jóanis Erik Køtlum,
valevni fyri Tjóðveldi

Jóanis Erik Køtlum

Deil hesa grein umvegis
468 ad