Lýsing

Kommunulæknaskipanin

 

 

Ì kjakinum um sjúkrahúsverkið er kommunulæknaskipanin í norðurøkinum dottin niður ímillum. Hóast, at henda skipanin í dag liggur á andaleypi, so verður hetta neyvan borið uppá mál av okkara ábyrgdarhavandi politikkarum her norðuri. Eg veit ikki, hvat orsøkin er. Møguliga er hetta eitt so trupult mál at loysa, at teir ikki vita síni livandi ráð, ella kanska so er tað ikki nóg stór prestisja í kommunulæknum.

 

Men fyri tann einkulta borgaran, so er tað eingin ivi um, at tað er kommunulæknin sum hevur størstan týdning í gerandisdegnum hjá teimum. Stórur tørvur er á kommunulækna í nærumhvørvinum. Hvør einasti borgari hevur havt samband við kommunulækna, onkur meira og onkur minni. Ein stórur partur av fólkunum hevur javnan brúk fyri kommunulækna til sjúkur, heilivág, heilsukanningar, heilsuváttanir, sjúkraskrivingar, vaccinatiónir  o.s.fr.

 

Vit hava í  dag bert ein fastan kommunulækna, sum enntá  arbeiðir hálva tíð.  Norðoyggjar eru eftir fólkagrundarlagnum normeraðar til 4 fulltíðar kommunulæknastørv, so her stendur ikki væl til. Læknaviðtalurnar verða fyri stóran part mannaðar av skiftandi avloysarum. Hetta er als ikki nøktandi fyri norðoyingar.

 

Hevur ein tørv á læknahjálp, er tað sera umráðandi fyri sjúklingin at fáa skjóta og góða hjálp. Hevur sjúklingurin eina varandi sjúku, krevur tað nógv av sjúklinginum støðugt at noyðast at greiða frá sínum heilsutrupulleikum kanska enntá á øðrum máli enn sínum móðurmáli. Hetta er støðan við skiftandi læknum, og drenar sjúklingin fyri óneyðuga orku, samstundis sum kontinuiteturin haltar. Nakað av kontinuitetinum kann tryggjast við førdari journalskipan, men als ikki alt. Tætt samskifti millum kommunulækna og sjúkling hevur ómetaligan stóran týdning fyri fullgóðari viðgerð. Í samskiftinum verður eitt álit uppbygt, sum gevur kommunulæknanum betri møguleikar fyri at veita sjúklinginum tí røttu hjálpina, ið ikki altíð fæst við skiftandi læknum.

 

Tað eru í løtuni hølir til tríggir kommunulæknar, men hetta er í grundini eitt ov lítið.

Fyri  ikki so nógvum árum síðani, so vóru nýggj hølir bygd til kommunulæknar. Hetta var skipað soleiðis, at talan var um 4 isoleraðar viðtalur. Hetta er síðani broytt nakað soleiðis, at í dag er 3 læknaviðtalur, meðan hølini hjá 4. kommunulæknanum verða nýtt til sjúkrarøktarfrøðing, kostráðgeva og økispsykiatri. At fáa hesar sergreinar inn á læknamiðstøðina er sjálvandi eitt framstig, men hetta var ikki ætlanin við hølunum frá fyrstan tíð, men verður brúkt, tí hølini standa tóm. Tá hølini vórðu bygd, var ætlanin at byggja eina heilsumiðstøð við 2 bygningum, har hin bygningurin skuldi rúma ymiskum øðrum fakbólkum innan heilsuøki. Hetta gjørdist tó ongantíð veruleiki. Møguleikin til samstarv ímillum kommunulæknar í núverandi hølum er avmarkaður orsakað av teimum fysisku karmunum í bygninginum.

 

Stóri spurningurin er, hvussu vit gera fyri at fáa eina vælvirkandi læknamiðstøð ella kanska heilsumiðstøð her í Klaksvík. Her má eitt sindur av nýhugsan til.

Ein loysn  kundi verið, at brúkt ein part av Klaksvíkar sjúkrahúsi til heilsumiðstøð. Her hevði verið rúm fyri fleiri læknum og eisini fleiri øðrum fakbólkum innan heilsuøki. Hetta hevði í sær sjálvum skapt betri umstøður fyri samstarvi og menning innan tað primera heilsuøki. Hevði hetta verið skipað á rættan hátt, so hevði hetta veruliga kunnað verið ein spíri til, at kommunulæknaskipanin við øllum sínum greinum hevði fingið eina nógv størri tyngd í heilsuskipanini, enn hvat hon hevur í dag.

 

Hølini hava tó ikki alt at siga. Tað hevur størri týdning at hava vælútbúgvin fakfólk. Men um vit vilja hava eina heilsumiðstøð við fleiri ymiskum fakbólkum, so kemur hetta ikki at rúmast í núverandi læknahølum. Ístaðin fyri at byggja nýtt, so kundu partar av Klaksvíkar sjúkrahúsi verið brúktir til hetta endamál.

 

Rákið innan heilsuøkið  hevur seinastu tíðina verið, at fleiri og meiri týðandi  partar av tí arbeiði, sum higartil hevur verið miðsavnað á sjúkrahúsum í dag, verður lagt út til ta primerum heilsutænastuna. Eitt gott dømi er viðgerð av diabetes, sum fyri størstan part liggur hjá kommunulæknum í dag. Men umstøðurnar hjá kommunulæknum eru tíverri ofta alt ov vánaligar til  at kunna taka sær av tílíkum arbeiði.

 

Um kommunulæknarnir høvdu havt atgongd til nakrar av teimum tænastum, sum sjúkrahúsið hevur, sum til dømis røntgen og blóðroyndir, so hevði tað verið stórt stig framá fyri bæði læknar  og sjúklingar. Alt hevði gingið skjótari, og fólk høvdu tí ikki verið noydd at brúkt fleiri dagar til ymsar kanningar.

 

Eg haldi eisini, at vit áttu at tikið upp samstarv við grannakommunurnar  í Eysturoynni –  Eystur kommunu og Fuglafjarðar kommunu – um tað kanska ikki hevði verið eitt hugskot at skipað eina felags heilsumiðstøð fyri alt økið.  Hesar kommunur hava somu trupulleikar at dragast við, tá talan er um læknatrot. Við einum íbúgvaratali  upp ímóti 10.000, so hevði hetta givið nakrar framúr góðar møguleikar at ment kommunulæknaskipanina á heilt annan hátt enn higartil.

 

Viðvíkjandi Læknavaktini, so hevur verið nakað av ónøgd. Serliga er tað trupulleikin at  noyðast  at fara við smábørnum á náttartíð til Havnar fyri at fáa hjálp. Hetta er skilligt, tí at koyra 70-90 km við sjúkum børnum er ikki altíð so stuttligt. Her hugsi eg ikki um álvarsliga sjúku, sum krevur serkøna hjálp, sum bert kann veitast á Landsjúkrahúsinum, men um øll tey sum ein kommunulækni kann taka sær av. Her  hevði borið til at broytt verandi Læknavaktina soleiðis, at tann læknin, sum hevur koyrivakt eystanfyri, hevði møguleika at kanna og viðgjørt hesar sjúklingar í læknaviðtaluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hetta hevði ikki kravt nakra størri broyting og letur seg væl gera innan núverandi skipan.

 

Henda nýggja kommunulæknaskipanin við betri arbeiðsumstøðum og kveikjandi fakligum umhvørvi hevði heilt víst gjørt tað meira áhugavert hjá læknum at komið til norðurøkið. Hetta vildi ment alt heilsuøkið og tryggja borgarunum heilsugóðar umstøður. Hetta er nakað, sum eg vil arbeiða hart fyri, um eg verði vald í býráðið hin 8. november.

 

Gott val!

 

Mildrid á Lógv

Valevni Tjóðveldis í Klaksvíkar kommunu

Mildrid á Lógv

Deil hesa grein umvegis
468 ad