Lýsing

Trivnaður fyri børn og barnafamiljur

 

 

Ein týðandi partur av uppgávuni hjá kommununi er at skapa karmar fyri góðum trivnaði hjá borgarunum í kommununi. Eg havi gjørt mær nakrar tankar um, hvørji átøk kunnu gerast fyri at betra um trivnaðin í kommununi fyri børn og barnafamiljur. Dentur verður lagdur á Klaksvík, men aðrar bygdir í kommununi mugu eisini havast í huga.

 

Ítróttur

Innan ítróttarøkið er m.a. svimjihøllin, badmintonhøllin, Kí høllin, talvhølið, kappróðrarneystið og fimleikahallirnar á Skúlatrøð. Ein rennibreyt er á veg. Umstøðurnar hjá fimleikarum í Klaksvík eru ikki nóg góðar. Serliga er tað amboðsfimleikurin, ið krevur størri og betri umstøður. Sum nú er, er eitt lítið goymslurúm til øll tey mongu amboðini, ið mugu takast út og leggjast upp á pláss aftaná hvørja venjing, tí pláss má gerast fyri virkseminum aftaná. Torført er eisini hjá flogbóltinum at finna tímar og hølir til venjing. Við eini nýggjari fimleikahøll fáa fimleikararnir betri umstøður at virka undir samstundis sum fleiri tímar verða til yvirs til annað virksemi s.s. kvøldskúlafimleiki og dansiundirvísing í verandi fimleikahallum. Góðir karmar høvdu harafturat skapt gróðrarlíkindi fyri øðrum fimleikagreinum t.d. estetiskum fimleiki.

 

Skoytubreyt

Eg minnist fyrr, at vit skoytaðu úti á vegnum ella á gongubreytini, men hetta síggja vit ikki longur. Kavin liggur sjáldan so leingi longur, bilarnir eru fleiri, so at størri vandi er eisini við hesum. Við skoyting lærir ein at halda balansu og at stýra kroppinum. Somuleiðis eru ofta fleiri saman um hetta virksemi, so at bond verða knýtt til onnur børn og ung. Eisini vaksin og eldri hava gott av at skoyta. Bondini millum eldri og yngri/børn verða knýtt rundanum hetta virksemi, sum eisini hevur stóran týdning, tí vit læra nógv av hvørjum øðrum. Við eini skoytubreyt læra børn eisini um kava, sum er ein natúrligur partur av okkara vetri.

 

Tónlistaskúli

Stórur tørvur er á einum tónlistaskúla í Klaksvík. Nógv børn og ung ganga til undirvísing í ymiskum ljóðførum og til sangundirvísing. Hølini eru fá og trong, so at bíðilisti er til tónleikaundirvísing. Við einum nýggjum tónlistaskúla fáa øll børn í kommununi møguleikan at læra at spæla upp á okkurt ljóðføri, og læruumstøðurnar gerast betri undir røttum umstøðum.

 

Spælihús

Sum barnafamilja havi eg saknað eitt stað at farið til, har børnini kunnu spæla á hoppipútum, í rusjibanum, klintristativum, kúlurúmi, við airhockey, Bob osfr. Eitt tílíkt hús við hesum møguleikum hevði stimbrað rørslur og sosialan førleika hjá barninum. Partvíst kundi virksemi verið innandura og partvíst uttandura, eftirsum at veðrið ikki altíð er til vildar at nýta spæliplássini í býnum, sum eisini mugu haldast við líka og mennast eftir tørvi.

 

Við eini tilhoyrandi matstovu, hevði møguleiki kunnað verið fyri at leiga hølini út til tiltøk. Sostatt høvdu barnafamiljur, ið búgva í íbúð ella lítlum húsum, havt møguleikan at leiga hølini til barnaføðingardagar o.a. Hetta manglar í dag! Við hesum høvdu allar smábarnafamiljur havt møguleika fyri at hildið ein góðan føðingardag í rúmligum hølum. Eitt tílíkt hús kundi verið rikið á tann hátt, at Klaksvíkar kommuna átti hølini, og privat persónar leigaðu seg inn til ávíst fastlagt virksemi.

 

Fyrst og fremst er málbólkurin við einum spælihúsi børn upp til tannáringar, men virksemi kundi verið víðkað til aðrar aldursbólkar við bovling o.ø.

 

Eitt spælihús vil gera tað lokkandi fyri barnafamiljur aðrastaðni frá í Føroyum at koma hendavegin. Bert ein dagstúrur til Klaksvíkar hevur størri týdning, enn vit halda. Hetta skapar lív í býin og kann somuleiðis geva íkast til handilslívið í býnum.

 

 

Mildrid á Lógv

Valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið í Klaksvík

 

Mildrid á Lógv

Deil hesa grein umvegis
468 ad