Lýsing

Um at vera ungur og grønur

Umhvørvispolitikkur verður alt ov ofta gloymdur í Føroyum, bæði frá kommunalari og landspolitiskari síðu. Tað er vón fyri framman, nú SEV hevur samtykt, at øll elframleiðslan skal vera grøn í 2030, og tað er gleðiligt. Men Tórshavnar kommuna eigur at seta sær sum eitt aðalmál, at gerast ein veruligur grønur miðdepil.

Grøn orka og orkupolitikkur sum heild, verður ofta settur upp sum nakað, ið kostar nógv, og sagt verður, at “Føroyar er so lítlar, at hvønn mun gera vit í stóra heiminum?” Føroyar loysa sjálvandi ikki veðurlagsbroytingarnar sjálvar, men vit eru partur av restini av heiminum, og hava eisini ábyrgd.Veðurlagsbroytingar, oljukreppa og sannroyndin, at tað ikki eru óendaligar náttúrukeldur at troyta, eigur at fáa okkum at skifta til varandi orkukeldur. Hetta ger okkum meira sjálvbjargin, samstundis sum vit seta umhvørvið í hásæti.

Kommunan eigur at seta sær fyri at hita allar nýggjar bygningar við varandi orku og at umleggja verandi bygningar, soleiðis at eisini teir verða hitaðir við grønari orku. Hetta kostar, men er ein neyðug íløga fyri umhvørvið og ein varandi loysn, sum kemur framtíðar ættarliðum til góðar.

Eg eri eitt av teimum ungu valevnunum til komandi kommunuval, og eg smæðist ikki í at kalla meg bæði ungan og grønan. Tað eru ov fáir politikarar í Føroyum, sum hugsa grønt, men tað geri eg. Tað er umhvørvinum og borgaranum at frama og góður vælferðarpolitikkur at umleggja orkupolitikkin, soleiðis at hann er framtíðar ættarliðum at frama!

Tráin Petursson Nónklett,
Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi til Tórshavnar kommunu

 

 

Tráin Peturson Nónklett

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X