Lýsing

Býráðspolitikkur er ikki bara lyktarpelar

Uppundir val verða lyktarpelar orðnaðir og vegir umvældir. Tað er fínasta slag, men býráðspolitikkur snýr seg vónandi um meira enn tað. Býráðspolitikkur ávirkar í stóran mun okkara gerandisdag; møguleikarnar fyri at fáa ein bústað, karmarnar í fólkaskúlanum og normeringar á ansingarstovnunum. Sjálvsagt skulu lyktarpelarnir í kommununi vera í lagi, men eg ætli mær at arbeiða fyri størri málum!

Kommunurnar hava seinastu árini yvirtikið m.a. fólkaskúlan, ansingarøkið og eldraøkið, umframt at taka sær av trivnaðar-, ítróttar og mentanartilboðum. Hetta hevur við sær, at kommunalar avgerðir hava størri týdning enn fyrr.

Tjóðveldi er ein samhaldsfastur og grønur flokkur, sum altíð hevur arbeitt fyri, at vanliga fólki fær betri umstøður at liva í. Flokkurin hevur gingið á odda fyri føroyskum skúlaskapi, ansingartænastum, mentanar- og listatilboðum og grønum orkupolitikki.

Hetta eru mál, sum vit eisini arbeiða fyri í Tórshavnar kommunu.

Býráðspolitikkur eigur at vera hugsjónarligur og visjonerur. Her er veruligur møguleiki fyri at geva fólkinum betri umstøður at liva í. Grundleggjandi karmarnir skulu vera í lagi og tað skal vera hugaligt at búgva í kommununi. Føroyar skulu økja um fólkavøksturin, og tað kann ein væl rikin kommuna vera við til at tryggja.

Komandi valskeið eiga vit tí at raðfesta at byggja íbúðir til ung, gera fleiri venjingarhøli til ungar tónleikarar, raðfesta námsfrøðiliga økið, geva børnunum í kommununi góðar skúlakarmar og hita allar nýggjar bygningar við grønari orku. Hetta er mál, ið eg vil virka fyri verði eg valdur í býráðið.

Tann 8. novembur er býráðsval – tá hevur tú møguleika at raðfesta hesi øki!

Tráin Petursson Nónklett,
Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi til Tórshavnar kommunu

Tráin Peturson Nónklett

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X