Lýsing

30% í skatt? Nei takk, eg vil hava vælferð!

At Fólkaflokkurin nú lovar, at ongin við lágari ella miðal inntøku skal gjalda meiri enn 30% í skatti,  er størsta bluffnummarið, eg higartil havi sæð í valstríðnum!

 

Fólkaflokkurin hevur sitið í samgongu í meiri enn 8 ár út í eitt, og enn hevur flokkurin ongantíð latið vanligum føroyingum skattalætta. Ístaðin fáa høgu inntøkurnar ferð eftir ferð skattalætta – og vanligi føroyingurin skal gjalda fyri gildi.

 

Eisini er tað ræðandi, at Fólkaflokkurin, sum seinastu fýra árini ikki hevur tosað um annað enn at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016, nú lovar ein risastóran skattalætta, ið kemur at kosta 100-tals milliónir.

 

Tí hvussu skal hetta fíggjast?

Andstøðuflokkarnir ynskja at geva lág- og miðalinntøkum skattalætta, men vit hava samstundis heilt konkret víst á, hvussu hann skal fíggjast.

 

Tað hevur Fólkaflokkurin ikki. Men tað er kanska ikki so trupult at gita sær til, hvat flokkurin ætlar.

 

Kundi tað hugsast, at heilsuverkið, skúlaverkið, almannaverkið, mentan, list, skúlar, dagstovnar og aðrar vælferðartænstur merkja sviðan, tá Fólkaflokkurin skal út at finna pengarnar til skattalættan?

 

Ja, allarhelst. Flokkurin hevur fyrr ynskt niðurlaging av tí almenna.

 

Kunnu vit rokna við, at vit framyvir verða noydd at gjalda við kassa 1 fyri sjúkraviðgerð og at senda børnini hjá okkum í skúla? Tað verða vit noydd til, um ongar skattakrónur eru at fíggja tænasturnar. Og flokkurin hevur fyrr tala heitt fyri brúkaragjøldum.

Skapar tað vælferð og eitt javnt samfelag? Nei, absolutt ikki!

Tí sigi eg nei til uppskotið um 30% í skatt.

Eg vil hava eitt samhaldsfast samfelag, har vit øll lyfta í felag!

Eg vil hava ókeypis sjúkrahúsviðgerð í øllum landinum, ókeypis skúlagongd og trygg viðurskifti fyri okkara eldru. Eg vil hava góðar umstøður til ítrottin, mentanina og listina, góðar vegir og gott ferðasamband kring alt landið.

 

Eg vil hava vælferð!

 

 

 

Tór Marni Weihe

Deil hesa grein umvegis
468 ad