Lýsing

Føroysk grundlóg tryggjar okkara rætt at drepa grind!

Eitt er, at Sea Shepherd melur her á landi og ger um seg. Men tá felagsskapurin í reinum ørskapi og hungri eftir fjølmiðlaumrøðu setir mannalív í vanda er nóg mikið. Sea Shepherd skal út úr føroyskum sjóøki, og amboðið til tess, er ein føroysk grundlóg, ið staðfestir okkara rætt at drepa grind.

Tor_Marni_Weihe_Heimasidumynd_600x450

Tór Marni Weihe valevni fyri Tjóðveldi

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at gera eina føroyska grundlóg. Arbeiði er í løtuni uppsteðgað, men tíðin er nú komin til, at vit aftur seta ferð á arbeiði at samtykkja eina føroyska grundlóg.

Fyrimunirnir við eini grundlóg eru óteljandi, og tí fer Tjóðveldi eisini til val við lyfti um, at um vit koma í stjórn, so verður fólkaatkvøða um føroyska grundlóg í 2016.

Eitt gott og ítøkiligt dømi um, at ein føroysk grundlóg tryggjar okkara rættindi, er grindadráp.

Í uppskotinum til grundlóg, sum allir flokkar so gott sum tóku undir við, verður okkara rættur at drepa grind staðfestur púra greitt.

Hevði ein føroysk grundlóg verið í gildi nú, ið staðfesti hendan rætt, so hevði tað verið nógv lættari hjá okkum at gera lóggávu, ið avmarkar møguleikarnar hjá Sea Shepherd at gera seg inn á okkum.

Teirra virksemi vildi verið beinleiðis brot á grundlógina, og sostatt sera álvarsligt.

Latið okkum fáa egna grundlóg so skjótt sum tilber, soleiðis at okkara rættur at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi verður staðfestur.

Fólk eru troytt av Sea Shepherd, sum ikki bert hevur órógva fólk her á landi í langan tíð, men sum nú eisini setir mannalív í vanda. Tað mugu vit ongantíð góðtaka!

Tíðin er komin til, at verjuskipini reka Sea Shepherd út úr føroyskum sjóøki – ongantíð ov skjótt!

Ein grundlóg er eitt gott fet á leiðini, at tryggja okkum rættindini til tess.

Hvørjum bíða vit eftir?
Við grindakvøðu,

Tór Marni Weihe, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Tór Marni Weihe

Deil hesa grein umvegis
468 ad