Lýsing

Hvar eru ítøkiligu vallyftini?

Fleiri veljarar ynskja ítøkilig vallyftir heldur enn hugsjónir og yvirskipaði mál.

Ítøkilig vallyftir kunnu vera sum eitt tvíeggjað svørð. Tey kunnu vera góð og siga veljaranum, hvat hann kann vænta sær í komandi valskeiði, meðan tey eisini kunnu vera ring, tí veljarin í veruleikanum ikki fekk tað, honum varð lovað.

Kennir veljarin ikki ta samlaðu loysnina, kann tað vera, at honum verður lovað ein skattalætta á eitt ávíst krónutal, meðan tað samstundis verða áløgd onnur gjøld, sum gera, at veljarin í veruleikanum verður verri fyri enn frammanundan, sum t.d. um foreldur tvífalda lummapeningin hjá børnunum fyri síðani at siga teimum, at tey nú sjálvi skulu gjalda fyri egin klæðir. Tá er lítið vunnið.

Hin síðan er, at tað eftir valið skal skipast ein samgonga, har ymisku málini hjá teimum flokkum, ið skipa samgongu, verða vektað fyri at finna felags mál, sum semja kann finnast um. Kunnu tey  ítøkiligu vallyftini ikki sameinast í eitt felags samgonguskjal, kann tað vera ringt at skipa samgongu, hóast hesir flokkar hugsjónarliga og yvirskipað eru samdir um nógv mál, ið eru til frama fyri fólkið.

Hvørki einstøk valevni ella einstakir flokkar kunnu einsamallir tryggja, at slík vallyftir verða hildin. Við at halda fast við eitthvørt vallyfti gerast møguleikarnir fyri í felag at fáa loyst so nógv mál sum gjørligt í valskeiðnum gjørd til onkis.

Tí er tað eftir mínum tykki alneyðugt ikki at binda seg til ov nógv ítøkilig vallyfti, men halda seg til tey yvirskipaðu málini, og hvussu vit í felag røkka teimum stóru málunum, sum veruliga muna, so sum at tryggja føroyingum lut í landsins ognum, eina virðiliga eftirløn, eitt vælvirkandi føroyskt sjúkrahúsverk og ikki minst, at tey við lægri inntøkum hava nóg mikið eftir at liva fyri. Hetta kann bara røkkast, um vit somuleiðis skapa karmar, ið stimbra og menna eitt fjølbroytt og nýskapandi vinnulív.

Fyri veljaran hevur tað týdning at hava álit á tí flokki, sum hann velur, og at hesin flokkur umboðar somu virðir og somu mál fyri land og fólk sum veljarin, eins og flokkurin í øllum sínum avgerðum hevur sær hetta fyri eyga.

Tað nyttar ikki nógv, um veljarin fær ein ágóða av tí eina átakinum, ið fevnir um vallyftið, um tað eftirfylgjandi setur veljaran í eina verri støðu, av tí at tað verða lagdar aðrar byrðar á veljaran.

Í staðin fyri ítøkilig vallyfti, sum eg sum einstakt valevni ikki einsamøll kann fremja, fari eg at lova at gera mítt til at finna loysnir, sum geva øllum føroyingum eitt virðiligt lívsgrundarlag, og sum føra okkum fram móti einum sjálvstøðugum og sjálvbjargnum Føroyum.

 

Trinemia Johannesen

løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

 

Trinemia Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad