Lýsing

Føroyar á burðardygga kós

Eg bjóði meg fram fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval, tí eg trúgvi uppá einar sjálvstøðugar, frælsar og burðardyggar Føroyar, har tað er gott at búgva og vaksa upp hjá okkum øllum.

Hóast veruligan búskaparligan undanvind seinastu árini hevur tað almenna hall, samstundis sum sosiali ójavnin økist. Tiltøk sum at forskatta pensjónirnar fyri at fíggja skattalætta til tey væl løntu eru alt annað enn burðardygg, eins og neyðugar loysnir vanta á fleiri týðandi økjum, m.a. á tilfeingis- og heilsuøkinum.

Skeiva gongdin má vendast.

Vit mugu – ongantíð ov skjótt – taka stig til at fáa Føroyar á sjálvbjargna, nýskapandi og burðardygga kós.
Við okkara náttúruríkidømi, okkara evnaríka, kreativa, arbeiðssama og dugnaliga fólki, hava vit tær bestu fortreytirnar til hetta.

Avleiðingar av politiskum avgerðum vísa seg ofta ikki fyrr enn fleiri ár aftaná, at avgerðirnar eru tiknar. Tí er neyðugt at menna ein hugburð, har vit hugsa longur fram í tíðina enn komandi 4 árini, eins og vit mugu tryggja okkum breiðar semjur um stór og týðandi mál.

Vit mugu stimbra og vera við til at vekja áhuga í fólkinum fyri landsviðurskiftum og støðugt menna og skapa virðing fyri politisku skipanini.

Tann besta loysnin er ikki altíð tann lættasta loysnin. Vit hava ikki ráð til at taka fleiri skeivar avgerðir. Við teimum avbjóðingum, ið eru fyri framman, mugu vit hugsa øðrvísi og tora at bróta upp úr nýggjum á nógvum økjum. Vit mugu sjálvi taka fulla ábyrgd av landi okkara. Hvør skuldi annars gjørt tað?

Við framskygdum og burðardyggum avgerðum, ið skapa góðar karmar fyri vinnulívið og økja um støðufesti, fáa alsamt fleiri fólk møguleikan at velja Føroyar at virka, skapa og liva í. Vit mugu skapa einar attraktivar Føroyar, har tey ungu og vælútbúnu fólkini koma heimaftur, samstundis sum vit áhaldandi menna lestrar- og útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum.

Ognarrætturin til okkara náttúruríkidømi, ið einans er til láns, skal virðast. Vit hava eina sjálvsagda skyldu at varðveita og tryggja komandi ættarliðum rættin til hetta náttúruríkidømi, soleiðis at tey eisini fáa møguleikan at ráða og virka í egnum landi.

Vit heysta, sum vit sáa. Eg fari at gera mítt til, at væl verður sáa, og tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval.

Trinemia Johannesen

Valevni fyri Tjóðveldi

Trinemia Johannesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad