Vælkomin á mína undirsíðu hjá Tjóðveldi
Á hesi síðu kanat tú lesa eitt sindur basalt um meg. Um tú hevur hug at læra meg betur at kenna so kanst tú eisini vitja mína egnu heimasíðu: https://www.poljohannus.com/
Á breddanum til høgru finnur tú nýggjar greinar, sum eisini eru at finna á vanga mínum á facebook og Instagram.
Eg eiti Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, eg eri Uppvaksin í Fuglafirði og eg eri lesandi á Miðnám á Kambsdali.
Eg havi arbeitt nógv innan sjálvberandi arbeiði fyri at gera Føroyar meira grønar og rættvísar, eg eri eitt nú limur í Unga Tjóðveldi, Amnesty Ung, Veðurlagslóg Nú og LGBT+ Føroyar.
Mín politiska hugsjón er reyð, grøn og litrík
Eg vil eitt samfelag, har ongin dettur niðurímillum, har vit taka ábyrgd av umhvørvinum, og har vit kunnu vera júst tey vit eru.
Fyri meg, er tað sjálvsagt, at vit ungu mugu sita við við borðið har avgerðirnar verða tiknar, tí tað eru vit, sum koma at liva við teimum, og sum hava best innlit í, hvussu vit vilja, at framtíðin sær út.
Vit hava eisini dirvi og áræði, og júst tað er tað stórur tørvur á í politisku skipanini️. Vit mugu vera tey, ið leggja trýst á, um vit vilja hava eitt rættvísari og grønari samfelag.
Uttan okkum ungu í løgtinginum kemur ongin bindandi veðurlangslóg. Tí er tað altavgerðandi fyri framtíðina hjá okkum, at tit hesaferð velja eina unga grøna rødd.
Komi eg á ting ætli eg mær hvønn tann einasta dag at vera ein sterk reyð, grøn og litrík rødd️.
Føddur: 30. apríl 2004
Foreldur: Kristina Toftegaard Larsen og Páll Larsen
Yrki: Lesandi
Telefon: 211320
Heimasíða: https://www.
Teldupostur: pjxlarsen@gmail.
Instagram: @pol_johannus_t_larsen
TikTok: @sassycinderella