Lýsing

NEI TIL BLACK FRIDAY! – JA TIL GRØNAN HÓSDAG 8. DESEMBUR!

Valið hesaferð er eitt umvhørvisval. Samgongan hevur koyrt ein svartan umhvørvispolitikk og tað má broytast NÚ!

Vit noyðast at umskipa búskapin, so hann ikki er tengdur at dálkandi vøkstri. Vit eiga heldur at stremba eftir einum sjálvberandi búskapi, ið byggir á samhaldsfesti, umsorgan, samstarv og tað at verja náttúruna.

Vit mugu stegða slíkum átøkum sum BLACK FRIDAY, tí tað eru vit ungu, sum koma at liva við avleiðingunum av ovurnýtslu og ovurframleiðslu í framtíðini.

Vit ungu eiga at seta dagskránna og vera tey, sum leggja trýst á, um vit vilja hava eitt rættvísari og grønari samfelag.

Vit MUGU hava eina bindandi veðurlagslóg, sum sigur, at allar samgongur miðvíst skulu seta pening av at arbeiða fyri at basa umhvørvis- og veðurlagskreppuni. Gera vit ikki hetta, men halda áfram við grønvaskaðum symbolpolitikarum, so hava vit onga framtíð.

Tí er tað altavgerðandi fyri framtíðina hjá okkum, at vit øll hesaferð standa saman og velja eina ungar grønar røddir, so vit fáa eina framtíð har náttúran veruliga er raðfest.

468 ad