Lýsing

TEY SUM HAVA MINST SKULU FÁA MEST

Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum. Hetta ríkidømið kemur tíverri ikki øllum til góðar, og vit hava alt ov nógv, sum stríðast fyri at fáa mat á borðið.

Støðan er ikki vorðin betur av høga prísvøkstrinum, og meira enn nakrantíð er tørvur á, at tey ríkastu í samfelagnum vísa samhaldsfesti við teimum, sum hava minst.

Vit hava sæð stór yvirskot í bæði uppsjóvarvinnuni og alivinnuni, og tað er ikki meira enn rímiligt, at tær ríkastu fyritøkurnar í landinum rinda meir í landskassan, so vit lofta teimum, sum eru fíggjarliga sperd.

Tað eru 1066 orsøkir til at gera hetta! Eitt so ríkt land sum okkara eigur ikki at hava 1066 børn í fátækraváða. Tað sømir seg ikki, og eigur at vera ovast á politisku dagskránni.

Vit í Tjóðveldi eru greið yvir, at tað er hjá teimum, sum hava minst, at tørvurin er størstur á loysnum, sum lætta um í gerandisdegnum.

Tjóðveldi fer til val við einum púra greiðum lyfti um, at ongin skal sita kaldur ella svangur:

• Vit skulu hækka familjuískoytið til mest sperdu familjunar

• Vit skulu økja um brennustuðulin til pensjónistar og fyritíðarpensjónistar

• Lestrarstuðulin skal hækkast

• Vit skulu lætta um avgjøld og skattin hjá sperdum familjum

• Ókeypis tannrøkt skal víðkast til fleiri aldurbólkar

Tørvur er á, at tey, sum hava fingið størsta lutin í framgongdini seinatu árini, eru við til at lyfta byraðarnar hjá teimum sum stríðast fíggjarliga.

Løgtingsvalið 8. desember snýr seg um, hvat samfelag tú ynskir tær.

Vit skulu øll hava møguleikan fyri góðum og virðiligum livikorum, og tí skalt tú fara á val og velja eina reyða, grøna og litríka rødd hjá Tjóðveldi.

Set x við Pól Jóhannus

468 ad
X