Lýsing

Landsfundur hjá Unga Tjóðveldinum

Árligi landsfundurin hjá Unga Tjóðveldinum verður 14. mars kl. 13.00. Landsfundurin verður í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu 10 í Tórshavn.

Skráin til landsfundin er bæði fjølbroytt og spennandi. Sum vant verður hann bæði gevandi og stuttligur. Á ársins landsfundi verður dentur lagdur á trivnað millum ung og vandan við øktari ójavnvág í føroyska samfelagnum. Bjørghild Djurhuus og Sirið Stenberg hava framløgur.

1. Orðstýrarin bjóðar vælkomin
2. Nevndarfrásøgn
3. Roknskapur
Stuttur kaffisteðgur
4. Tónleikainnslag við Sigmundi Zachariassen
5. Formanstala
6. Tór Marni Weihe & Kristina Clementsen, løgtingsvalevni, hava framløgu
7. Økisfeløgini kunna um sítt arbeiði
Steðgur og súpan
8. Innkomin mál / reglugerð
9. Fyrilestur við Bjørghild Djurhuus um trivnað millum ung
10. Fyrilestur við Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um vandan við øktari ójavnvág í samfelagnum
Stuttur kaffisteðgur
11. Formansval
12. Nevndarval

Eftir fundarlok verður rimmar veitsla, og byrjar hon kl. 20.

Øll frælsislynt eru hjartaliga vælkomin!

Unga Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad