Lýsing

Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum aðalfund

Tá vit byrjaðu, var okkara aðalmál at vekja áhugan fyri politikki millum føroyskan ungdóm. Hetta meta vit hevur eydnast væl, tí at stutt eftir at økisfelag Unga Tjóðveldsins í Norðoyggjum var endurstovnað, tóku suðuroyingar dik á seg, og stovnaðu eitt økisfelag har í oynni. Eisini hava ung tjóðveldisfólk í Suðurstreymoy gjørt sítt økisfelag. Øll hesi økisfeløg eru undir landsnevndini hjá Unga Tjóðveldinum, og hava øll sítt umboð í henni.

Síðani vit í Unga Tjóðveldinum byrjaðu at stovna økisfeløg, hevur HUXA fylgt við, og hava tey eisini eitt økisfelag í Norðoyggjum. Hetta meta vit vera gleðiligt, tí at tað vísir at ungdómurin hevur sína meining um hvussu samfelagið skal hátta sær, og vil verða við at avgerða hvørja kós samfelagið skal fara.

Síðani vit í Unga Tjóðveldinum í Norðoyggjum byrjaðu fyri ári síðani, hava vit verið við til at mynda valstríðið hjá Norðoya Tjóðveldisfelag til løgtingsvalið. Vit hava eisini verið við til ymisk mótmælistiltøk, sum hava verið móti førda politikkinum. Í summar skipaðu vit fyri einum fólkafundi í gamla tingstaðnum í Køtlum, sum var sera væleydnaður, og fekk góða undirtøku. Nú er býráðsval fyri framman, og eru vit eisini fús at hjálpa okkara tjóðveldis valevnum inn um býráðsgátt.

Nú eru stundir til at hava aðalfund, har nevndin verður vald av nýggjum. Higartil hevur nevndin verið myndað av Áron Sofusi Vest, Rógva Jakobsen, Sigrið Mikkjalsdóttir, Balduri Meitil og Ólavi Justesen.

Øll eru hjartaliga vælkomin at stilla upp til nevndina, og vóna vit at síggja nógv tjóðveldissinnaði og virkisfús ung fólk til fundin.

 

Fundurin verður í Miðstovu í Leikalund tann 2. nov 2012 kl. 20.

Møtið fjølment!

 

Við tjóðveldiskvøðu

Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum

 

Unga Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad