Lýsing

Ferðavinna fyri Føroyar

Ferðavinnan skapar trivnað, vøkstur og menning um allar Føroyar. Samstundis gerast vit meira tilvitað um okkara samleika, mentan og náttúru.

“Ferðavinnan hevur virkuliga gjørt okkurt við at venda hugburðinum og fáa fólk at tíma at vera her”. Soleiðis sigur ein ung kvinna, sum verður endurgivin í nýggja Ferðavinnupolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Og tað hevur hon rætt í!

JAVNSTØÐA, ÚTJAÐARI OG GRØNA SKIFTIÐ

Tað er ikki uttan orsøk, at ferðavinnan verður mett at vera besti kveikjarin til at menna og nútímansgera samfeløg.

Vit síggja, at matstovur og gistingarhús lata upp kring landið. Tænastuvinnan, sum ferðafólk fyrst og fremst gjalda fyri, blómar, so vit, føroyingar, kunnu njóta hana árið runt. Nýggjar fyritøkur spretta um allar Føroyar, sum bjóða føroyingum og ferðafólkum upplivingar kring oyggjarnar.

Tað er fyrst ferð í áratíggju, at vit hava nýggjar vinnuligar møguleikar, serliga í útjaðaranum. Møguleikar, sum ikki eru tengdir at arvi, stórum íløgum ella øðrum fortreytum. Øll kunnu vera við – og vinnan er á føroyskum hondum.

Nógv fólk starvast í ferðavinnuni, sum ikki er líka siðbundin sum aðrar vinnur í Føroyum. Meira enn 70% av starvsfólkunum í ferðavinnuni eru kvinnur, og vit síggja eisini, at fleiri kvinnur eru í leiðslustørvum í ferðavinnuni enn í øðrum vinnum, so ferðavinnan er eisini góð fyri javnstøðuna millum kynini.

Ferðavinnan setir ferð á grøna skiftið, millum annað tí Føroyar sum ferðamál, verður vigað eftir, hvussu grøn vit eru. Grundarsteinurin undir okkara ferðavinnumenning skal tí at vera, at hon er burðardygg – bæði umhvørvisliga og samfelagsliga.

FERÐAVINNA OG FÓLKAVØKSTUR

Samstundis sum ferðavinnan hevur ment tænastu- og upplivingarvinnuna í Føroyum, síggja vit ein eksplosivan fólkavøkstur. Exit Føroyar er blivið til Enter Føroyar.

Fyrr leitaði ungdómurin sær út í heim. Nú er heimurin komin til Føroyar. Vit síggja, hvussu ungdómurin velur Føroyar til, tí tað ber til at hava eitt virkið og sosialt lív í Føroyum. Áhugin hjá ungdóminum at lesa í Føroyum er samstundis eisini vaksin.

Føroyar er vorðnar kula valið!

RÆTTIN TIL ÚTILÍV

Í alt ov langa tíð hava vit hoyrt um málið um gongd í haga, um útilív. Eitt mál, sum framvegis ikki er loyst, og sum summi vilja gera til eitt stríð millum ferðavinnuna øðrumegin og nøkrum bóndum hinumegin. So einkult er tað ikki. Og ringast av øllum, so gloyma vit vanliga borgaran í hesum kjakinum.

Føroyingar liva í og við náttúruni hvønn einasta dag. Kanningin Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum, sum var almannakunngjørd í februar, vísir, at føroyska náttúran er ein avgerandi pallur fyri ítrótta- og frítíðarlívið hjá føroyingum.

Fólk, sum ferðast í náttúruni eru betri fyri – bæði kropsliga og sálarliga. Vanligi føroyingin skal sjálvsagt hava møguleika at vera í og njóta føroysku náttúruna. Vit tosa um útilív, trivnað og sálarliga heilsu. Sjálvandi við fyriliti fyri náttúruni og landbúnaði.

Ferðafólk skulu eisini sleppa at njóta okkara náttúru. Tað er ein fortreyt fyri ferðavinnumenning í Føroyum. Tað gera vit sjálvi, tá vit ferðast uttanlands.

Tí vilja vit í Tjóðveldi taka eitt gjald frá ferðafólkum, sum skal brúkast til náttúruvernd og til ferðavinnumenning.

Spurningurin um rættin til útilív má loysast. Vit mugu hava eina lóg um náttúruvernd. Vit mugu tryggja, at náttúran verður vard og endurskapað, so komandi ættarlið eisini kunnu njóta og nýta hana.

Liljan Weihe

Valevni, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad