Lýsing

KEYPA VIND FRÁ ÚTLENDINGUM

Nú Føroyar royna at loysa seg úr oljuhaftinum hava oljufeløgini, ið partvíst eru á útlendskum hondum, snildisliga tryggjað sær hvørt sína vindmyllulund og eitt nýtt súgvirør inn í hvørt húsarhald. Vit standa tí nú í tí absurdu støðu, at vit skulu keypa føroyskan vind frá útlendingum.

 

Somu oljufeløg skríggja eftir at sleppa inn á netið hjá SEV at veita tænastur. Tað eitur seg, at tey vilja hava kapping á elnetið. Meðan kappingin á oljumarknaðinum er ein býur í Russlandi.

 

Lat SEV, ið vit øll eiga, og sum hevur góð starvsfólk og drúgvar royndir, taka sær av elframleiðslu og elveiting. Tað er kritiskur infrastrukturur. SEV hevur víst sítt virði í áratíggju og hevur í Suðuroynni prógvað, at tey væl megna grøna orkuskiftið. Gongur tað ov seint, ber til at leggja trýst á. Privat og útlendsk súgvirør tæna ikki føroyska samfelagnum.

 

Set kross við Erling Eidesgaard

valevni fyri Tjóðveldi

 

468 ad