Lýsing

EIN PLASTIKSTÓLUR !

Tað er EIN milliard um árið, sum skilir okkum frá loysingini. 642 milliónir í blokki umframt tey málsøkini, sum vit mangla at yvirtaka. Metingin er rundað upp og hon er pessimistisk. Tí hetta er uttan at taka við teir veldigu møguleikar og tær inntøkur, ið vit fáa atgongd til sum sjálvstøðug tjóð. Bara OL luttøka, fyri at nevna eitt dømi, sum liggur mær nær at hjarta, gevur okkum nógvar milliónir í marknaðarføringsvirði fyri ikki at tala um allan tann handil, ið brádliga kann gerast beinleiðis og uttan um dýrkandi liðið Danmark.

Fyri at seta tað heila í perspektiv, so kostaði tað samlaða almenna húsarhaldið, fíggjarlógin hjá landinum og raksturin av kommununum, í fjør umleið 11 milliardir at reka, meðan bruttotjóðarúrtøkan var heilar 23 milliardir.

Høvdu vit verið noydd at kvett við brestin og umstillað okkum, høvdu vit tí neyvan merkt meira til tað, enn til vanligu sveiggini, ið vit merkja, tá heimsbúskapurin rembir seg. Tí 1 milliard er ikki nógv av 23. Og tá skal havast í huga, at vit enn, stórt sæð, bara selja rávøru av landinum, sum eitt annað u-land. Fáa vit virðisøkt, bara tað svimjandi tilfeingið, eitt vet, so er handan eina milliardin, ið skilir okkum frá loysingini, bert ein viðfáningur. Hesum vil eg arbeiða hart fyri.

Ein spurningur, sum eg ætlaði at seta á valfundinum í gjárkvøldið í Lívdini, men sum eg ikki slapp, tí eg var valevni, var stílaðir til Sambands- og Javnaðarflokkin. Hvussu kunnu tit hava samvitsku til at taka hasa milliardina frá vaskikonuni á Nørrebrúgv? Gongur samhaldsfesti ikki yvir landamørk? Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er hóast alt hægri per íbúgva enn tann danska.

Summi sita í allar ævir og bíða eftir røttu løtuni. Men tað er eingin ivi í mínari sál um, at taka vit lógvatak saman nú, og stýra væl, so eru vit óheft, og kunnu taka tað ultimativa stigið og stovnseta republikkina, áðrenn vit hava vent okkum; og við hægri búskaparvøkstri enn nakrantíð. Vit hava virðini og vit hava loysnirnar!

Tað er ein plastikstólur, ið skilir okkum frá loysingini.

Erling Eidesgaard
brennandi loysingarmaður og valevni hjá Tjóðveldi

468 ad