Lýsing

E fyri Eysturoy

Leiklutur og menningarætlan fyri Eysturoynna í komandi valskeiði – við Tjóðveldi á odda.

Sum valevni umboði eg allar Føroyar. Vit hava eitt valdømi – og vit hava sjey valfeløg. Eg eri uppstillað fyri Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Hvørt valfelag veit best, hvønn leiklut eins egna øki kann hava í komandi valskeiði í menning, virðisskapan, útflutningi og samfelagstænastum.

Eysturoyggin stendur fyri sera stórum parti av útflutningsvirðinum fyri allar Føroyar – útflutninginum,  sum vit øll liva av. Hetta er frá alivinnnu til uppisjóvarvinnu við fyritøkum sum Bakkafrosti, Mowi, Varðanum, Faroe Origin, Tavuni, Sjógæti, Vaðhorni, Havsbrún, Fiskavirkinum í Gøtu og Pelagos. Kommunurnar í Eysturoy gera risaíløgur í undirstøðukervi, so sum havnaløg, vatnveiting og vegir fyri at skapa karmar til vinnuna – til frama fyri allar Føroyar.

Vit hava vinnur sum KJ Hydralik, JT Electric, Mest, Radiobúðin, Vónin, Univice o.a., sum veita vitan og útgerð m.a. til útflutningsvinnuna. Vit hava dugnaligar verktakarar, byggi- og tænastufyritøkur, sum veita innlendis og uttanlands.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag vil tryggja, at hesar fyritøkur framhaldandi hava neyðuga grundarlagið og góðar menningarmøguleikar.

Fyri at fáa fjølbroytta fólkasamanseting er eisini neyðugt at hava fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar. Meðan Havnin sum høvuðsstaður dregur, so hevur Eysturoyggin nógv lendi at bjóða til alskyns alment virksemi.

Tað er ein fyrimunur fyri Føroya fólk, um alment virksemi verður spjatt út. Tá fáa vit øll eitt størri bústaðaruppland, og tað verður møguligt hjá bankunum at geva lán uttan fyri Havnina. Harvið fellur kostnaðurin fyri at seta búgv, og vit fáa eina fjølbroytta samanseting av fólki.

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki standa Fjøruvegurin, Gøtudalstunnilin, Selatraðarvegurin, vegurin um Skálafjørð og farleið til Gjáar á skrá til 2021-2025. Hartil er tørvur á betri farleið til m.a. Oyndarfjarðar.

Nú vita vit øll, at íløgur í infrakervi og almennar byggiverkætlanir er størsta telvingin, sum fer fram á Føroya løgtingi. Tískil er avgerandi, at Eysturoyggin er breitt og væl umboðað.

Á uppstillingarfundinum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag á Muntra í Fuglafirði vóru fólk komin saman úr øllum kommununum í Eysturoynni. At verja borg og fyri at stinga út í samfelagskortið. Har vóru eisini komnir fyrrverandi og núverandi bý- og bygdaráðslimir og borgarstjórar, sum hava sitið og sita í hesum ábyrgdarsessum.

Við at halda atkvøðunum í Eysturoynni og við breiðari umboðan, tryggja vit, at Eysturoyggin hevur sín uppiborna leiklut í samfelagnum í komandi valskeiði. Til fyrimunar fyri allar Føroyar.

 

Set X við E – E fyri Eysturoy

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 2022

 

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Deil hesa grein umvegis
468 ad