Lýsing

Verður samfelagið fátækari av at pensionistar verða ríkari ?

Landskassin hevur sett av til at verandi og komandi pensionistar kunnu fáa pensión. Tá ein gerst 67 ár, kemur brævið um at nú ber til at fáa avsláttur frá SSL og til ber at fáa pensión. Summi eru klár til hetta, meðan onnur framvegis vilja vera á arbeiðsmarknaðinum – ofta við einari smidligari loysn, so tað ikki er neyðugt at arbeiða fulla tíð.

At arbeiða er ein lívsgóðska og tað sæst væl, tí nógv fegin vilja halda á at arbeiða. Tað er sosialt, tað gevur gleði at gera mun og at halda á at vera aktiv.

Tað er sjálvandi eisini ein gleði at fáa lønarseðilin. Men kanska ikki so hugaligt, tá tað verður mótrókna í pensiónini. Tá sigur samfelagið onkursvegna ikki heilt takk fyri, at borgarin framvegis er partur arbeiðsmarknaðinum.

Eg hugsi, at samfelagið verður ikki fátækari av at pensionistar sleppa undan at vera mótroknaðir síni pensión. Tað er ein gleði fyri okkum øll, at borgarar eru so væl fyri at tey kunnu halda á at arbeiða.

Tískil vil eg arbeiða fyri at strika mótrokning av pensión, við tí endamálið at hava størri virðisskapan í samfelagnum í krónum og oyrum, men sanniliga eisini í lívsgóðsku fyri tey sum velja at arbeiða aftaná tey 67.

Set X við E

Sigrid J. Dalsgaard, Tjóðveldi

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Deil hesa grein umvegis
468 ad