KENNA TIT KASPER SAND KJÆR?
Nei? Men so kenna tit kanska Rasmus Horn Langhoff? Nei, heldur ikki?
Eg havi arbeitt á Fólkatingi í fleiri umførum, og eg kenni heldur ikki hesar báðar sosialdemokratarnar. Eg havi ongantíð hoyrt teir meina ella siga nakað sum helst um Føroyar.
Allíkavæl mynda hesir báðir føroyskan uttanríkis- og trygdarpolitikk. Tað gera teir, tí teir eru limir í Udenrigspolitisk Nævn á Fólkatingi, sum danska stjórnin skal ráðføra seg hjá í uttanríkis- og trygdarmálum.
Kasper Sand Kjær og Rasmus Horn Langhoff ikki bara avgera okkara uttanríkis- og trygdarpolitikk. Teir vita eisini meira um, hvat hendir á hesum økinum í Føroyum enn Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen, sum báðir sita í Uttanlandsnevndini í Løgtinginum.
Teir vistu, at danska stjórnin, við breiðari undirtøku í Fólkatinginum, setti 390 mió. kr. av til ein radara í Føroyum. Tað visti Løgtingið ikki.
Teir fingu innlit í, hvat gekk fyri seg í Huawei-málinum, tá tað kom fram, at Kina royndi at hótta seg til eina 5G avtalu í Føroyum. Tað gjørdi Løgtingið ikki.
Soleiðis er við UPN. Danskir fólkatingslimir fáa neyvt innlit í øll uttanríkis- og trygdarviðurskifti. Tað ger Løgtingið ikki.
Tað er ikki í lagi.
Sjálvandi skal Uttanlandsnevndin á Løgtingi hava innlit í øll uttanríkis-, trygdar- og verjumál, sum viðvíkja Føroyum.
Tí er tað umráðandi at vit fáa eitt umboð á Fólkating, sum áhaldandi krevur, at politiska skipanin í Føroyum verður hoyrd í viðurskiftum, sum viðvíkja okkum. Og at lurtað verður eftir okkum!
Vit fara at vera til staðar í øllum nevndum á Fólkatingi, sum viðgera mál, sum viðvíkja okkum. Vit fara at brúka okkara rødd á røðarapallinum til at gera vart við, at sjálvandi skulu vit hava bæði innlit og ávirkan.
Tað er ikki nóg gott, at nøkur fá landsstýrisfólk í Føroyum vita, hvat gongur fyri seg.
Føroya Løgting, okkara evsta politiska vald, skal vera grundarlagið undir øllum avgerðum, sum viðvíkja okkum.
Liljan Weihe
Valevni til Fólkatingið
Tjóðveldi