Lýsing

Politikkur fyri fólk

Livikostnaðurin hjá fólki bara økist. Oljurokningin hækkar. Prísurin á gerandisvørum hækkar. Rentan hækkar í hvørjum. Kostnaðurin fyri at búgva og hava eitt heim er øgilig.

Fyri sperdar familjur. Verkafólk. Lág- og miðalinntøkur, Pensjónistar, ið mugu dúva uppá fólkapensjón, samhaldsfasta og brennistuðul. Lesandi. Stakar uppihaldarar.

Har er gerandisdagurin eitt enn størri stríð og stúran fyri næstu rokningunum.

Landsstýrið og politiski meirilutin tykjast liva í onkrari heilt aðrari verð. Verður nakað mett at vera átrokandi, er tað fyri tey, ið hava mest frammanundan og skulu hava enn fleiri framíhjárættindi.
Tað tók nakrar fáar vikur at avreiða fólksins ogn til nøkur fá. Og tað verður vikið frá øllum tíðarfreistum, tá ið tað snýr seg um ymisk seráhugamál hjá samgongufólki.

Øll orkan átti at farið til at viðgera økta livikostnaðin og tær sosialu avleiðingarnar. Nú eru 6 mánaðir síðani vit í Tjóðveldi skutu upp at gera ein hjálparpakka til vanlig fólk. Og støðan er bert versnað hesa tíðina.

Vit í Tjóðveldi skjóta millum annað upp:

Hækka familjuískoytið beinanvegin til tær mest sperdu familjurnar.

Hækka serstøku viðbótina (brennistuðulin) til pensjónistar, ið dúva upp á fólkapensjón og samhaldsfasta. Harafturat vilja vit, at bjálvingarstuðulin, ið Húsalánsgrunnurin enn umsitur, kann brúkast at stuðla fólki at bjálva og leggja um til grøna orku.

Fyri at tað fíggjarliga ikki bert skal fara til at økja prísvøksturin og vinningin hjá oljufeløgum, vilja vit seta eitt tíðaravmarkað prísloft á olju og brennievni fyribils eitt ár fram.

Vit hava lagt fram uppskot um eina lønarpulju til at fíggja eitt veruligt lønarlyft í láglønarstørvunum á vælferðarøkinum.

Vit vilja hækka lestrarstuðulin.

Hetta verður fíggjað við øktum tøkugjaldi á alivinnuna. Og við veruligum gjaldi fyri framíhjárættin til stóru kvoturnar, sum í dag verður keyptar og seldar á pappírinum millum privat.

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad